Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 Við tveimum plássum í hálvfinalunum umframt góðum avrikum yvir alla linjuna hava føroysku kvinnurnar prógvað, at gullið í liðkappingini ikki kom av tilvild Tað var so nær við, sum tað kundi verða, men Føroyar mugu taka til takkar við tveimum hálvfinalu­ plássum í einstaklingakappingini í badminton. Kanska er tað at taka ov rívan til, tá vit siga “taka til takkar við”, tí longu nú stendur rimmarfast, at talan er um besta badminton-úrslit okkara nakrantíð. Men Absalon Eysturoy var so sera nær við at taka enn eitt føroyskt hálvfinalupláss, tá hann í einum drápiligum dysti tapti 19-21 móti grønlendska Frederik Elsner. Ein dystur, sum Elsner sjálvur segði var óhugnaliga strævin at koma ígjøgnum. Tvær bronsur Og hartil hava Aksel H. Poulsen og Sigrun Smith longu tryggja sær í minsta lagi bronsuna afturat. Í badminton verður nevnliga ikki spælt um bronsuna á Oyggja­ leikum. Enn hevur hvørgin teirra tapt nakað sett í einstaklingakappingini, og eru tey tí til reiðar at spæla hálvfinalu og møguliga eisini finalu leygardagin, tá stóri finaludagurin í badminton verður í Bollhallan. Sterk breidd Restin av badminton-úrslitunum prógva eisini, at breiddin hjá okkara spælarum í dag er størri, enn hon nakran tíð áður hevur verið. Magnus Gaard tapti, tá hann í fyrsta umfarinum hitti top-seed­ aðan spælara, men fyri øll hini var galdandi, at tey í minsta lagi vunnu seg fram til 1/8-finaluna. Tað er ikki júst gerandiskostur hjá einum føroyskum liði, sum fyrr hevur rokkið einstøkum silvur- og bronsumerkjum, men sum ongan tíð veruliga hevur lagt seg í kappingina millum tey stóru. Tað hevur føroyska liðið so ruddil­iga gjørt hesaferð, og enn er eisini møguleiki fyri føroyskari luttøku í tvímansleikunum, sum eisini verða spældir á finalu­ degnum. Føroyska liðið er til skeet Føroysku skjúttarnir vóru aftur í eldinum í gjár, tá kappast varð í sporting. Hetta er kapping, har luttakararnir als ikki kenna breytina, sum er sett upp í skógini, umframt at teir heldur ikki vita, úr hvørjari ætt dúgvurnar koma. Hetta er grein, sum als ikki ber til at venja í Føroyum, og tí var heldur ikki væntandi, at føroyingar skuldu blanda seg í toppin í greinini. Besta úrslitið fekk Magni Dam, sum gjørdist nummar 16 við 65 dúgvum. Til sammtingar kann nevnast, at vinnandi skjútti av Isle of Man rakti 82 dúgvur. Rúni Debes rakti 56 dúgvur og gjørdist nummar 21 av teimum 26 skjúttunum. -mørk Gullið var eingin tilvild Við tveimum hálvfinaluplássum og hópin av plássum millum tey 16 seinastu undirstrikaðu føroysku badminton-spælararnir, hvussu stór framgongdin hevur verið seinnu árini Mynd: Álvur Haraldsen Einmansleikur í badminton – føroysku úrslitini Kvinnur Sigrun Smith, er í hálvfinaluni Brynhild D. Carlsson, tapti 1/8-finalu Rannvá D. Carlsson, tapti 1/8-finalu Guðri Poulsen, tapti 1a/8- finalu Menn Aksel H. Poulsen, í hálvfinaluni Rógvi Poul Poulsen, tapti 1/8-finalu Absalon Eysturoy, tapti 1/4-finalu Magnus Gaard, tapti 1/32-finalu FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Atli skal spæla við KÍ Atli Danielsen verður partur av KÍ hópinum tað, sum eftir er av kappingini í ár. Sáttmálin við Frem er gingin út, og nú hevur Atli Danielsen sett sína undirskrift á ein sáttmála við KÍ. Tað skrivar heimasíðan hjá Bláu Bylgju. - Nú havi eg sæð nakrar dystir og vant nakrar ferðir við KÍ hópinum í ár, og tað er onki at ivast í, at fleiri komandi stór spælarar eru á veg. Lítið er at ivast í, at um hesir leikarnir halda áfram at spæla fyri KÍ, kann roknast við, at felagið aftur kemur at liggja í toppinum í føroyskum fótbólti um ikki so langa tíð, sigur Atli Danielsen við fjepparasíðuna hjá KÍ. KÍ hevur eisini gjørt avtalu við Toda Jónsson, sum skal hjálpa KÍ restina av kappingini Benzema til Real Madrid Karim Benzema spælur í komandi kappingarári við Real Madrid. Tað varð greitt í gjár. Fraklendingurin verður tískil triðja stóra navnið, sum spanska felagið fær tilgongd av í summar. Kaká og Cristiano Ronaldo hava longu bundið seg at Real Madrid. Prísurin fyri Benzema verður 260 milliónir krónur.