Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 3 Føroyar seta nýtt heiðursmerkjamet á Oyggjaleikunum hesaferð, og møguleiki er fyri, at Føroyar kunnu enda ovast í samlaða heiðursmerkjabýtinum fyri fyrstu ferð nakrantíð Føroysku ítróttarfólkini standa til at gera sítt besta heiðursmerkjahál á Oyggjaleikum nakrantíð. Tá ið kappingarnar vóru lidnar mikukvøldið, høvdu Føroyar vunnið 23 gullheiðursmerki, og tað er bert eitt færri enn higartil besta úrslitið, sum var á Rhodos fyri tveimum árum síðani. Framvegis eru tríggir kappingar­ dagar eftir, og tað er rættiliga vist, at Føroyar vinna onkur gullmerki afturat. Tá ið tað kemur til øll sløg av heiðursmerkjum hava Føroyar vunnu fleiri heiðursmerki hesaferð, enn nakrantíð áður - Leikirnir verða róptir "Vinarligu leikirnir", og tað eru teir alla staðni uttan á leikvøllinum. Har eru tað ítróttafólk, sum kappast fyri at vinna. So sjálvt um leikirnir hava nógv at siga mentunarliga og fyri sambandið millum oyggjar, er eingin ivi í, at tá tað kemur til sjálva kappingina, snýr tað seg um at vinna. Og hetta er júst ítróttur - at vit virða tær avtalaðu spæli­regl­ urnar og gera okkara besta á leikvøllinum, so vit kunnu vera vinir uttanfyri, sigur Sølvi Reinert Hansen, ítróttarforseti. Trupult at vinna heilt fram Føroyar vunnu fyrsta gullmerkið á Guernsey í 1987, og tá ið leikirnir vóru hildnir í Føroyum árið eftir komu Føroyar eisini við í bólkin var vertslondum, sum klára seg væl. Seinastu tveir Oyggjaleikirnar hava Føroya staðið seg enn betur, og á Rhodos seinast vunnu Føroyar fleiri gullmerki enn nakrantíð áður. Men nú hava føroysku ítróttar­ fólkini gjørt enn eitt hál á Oyggja­ leikum, og roknað verður við, at dagurin í dag verður dagurin, tá ið nýtt gullmet verður sett á Oyggja­ leikum. - Øll, sum fáast við ítrótt á høgum støði, droyma um at vinna heiðurs­ merki. So persónliga hava heiðurs­ merkini nógv at siga. Hjá ítrótta­ greinunum hava tey eisini nógv at siga, eftirsum tey bera boð um, á hvørjum støði ítróttafólkini eru í mun til hinar oyggjarnar, sigur Sølvi Reinert Hansen. - Annars verður vanliga ikki gjørt so nógv burturúr samlaðu heiðurs­ merkjakappingini, eftirsum kapp­ ingargreinarnar eru so nógvar, og støðið broytist millum leikirnar, sigur hann. Føroyar liggja til at vinna Gull Silvur Bronsa Island of Man 1985 0 2 1 Guernsey 1987 1 2 5 Føroyar 1989 13 5 10 Áland 1991 6 10 11 Isle of Wight 1993 5 5 13 Gibraltar 1995 5 7 10 Jersey 1997 5 10 22 Gotland 1999 7 12 9 Isle of Man 2001 15 12 13 Guernsey 2003 6 10 12 Hetland 2005 14 11 20 Rhodos 2007 24 19 1 Áland 2009 (higartil) 23 14 21 *) Tølini eru dagførd við kappingunum mikudagin FØROYSK HEIÐURSMERKI Heiðursmerkjabýti á Oyggjaleikum Gull Silvur Bronsa Føroyar 23 14 21 Isle of Man 19 19 12 Jersey 15 23 9 Guernsey 13 8 15 Gotland 10 6 11 Áland 8 11 9 Bermuda 5 4 9 Saaremaa 4 4 8 Caymanoyggjarnar 4 3 1 Rhodos 3 6 3 *) Tølini eru dagførd við kappingunum mikudagin FAKTA Annika Vang og Jógvan Niclasen eru tvey av ítróttarfólkunum, sum aftur hesa ferð hava gjørt góð hál. Tilsamans høvdu tey bæði vunnið 5 gullmerki, tá støðan varð gjørd upp mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Eydnaðist væl Fyrsti dagurin á fótbóltsskúlanum hjá Liverpool varð avgreiddur á ovari vølli í Gundadali í gjár. Og tað eydnaðist væl. Ungdómarnir hugnaðu sær allan dagin, har John Aldridge, Alan Kennedy og Michael Thomsen vóru millum venjararnar, sum løgdu teimum lag á. Veðrið var av tí besta, hóast tað einu løtuna regnaði. Hetta er eitt frálíkt høvdi hjá føroyska ungdóminum at vísa síni evni, um dreymurin at gerast yrkisleikari skal gerast veruleiki. Ein minniríkur dagur Fótbóltsfelagið Frem hevur seinastu vikurnar stríðst fyri at fáa felagið frá at fara á húsagang. Tað eydnaðist í gjár, og liðskiparin Tim Ilsø var ovurfegin. – Hetta er ein stórur og minniríkur dagur fyri felagið. Teir seinastu mánaðirnar hava verið eitt satt helviti. Men nú eru vit ávegis móti nýggjum tíðum. Nú standa vit saman, sigur Til Ilsø við heimasíðuna bold. dk