Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 Eru Sigrid og Schandorff Vang ávíkavist drotning og kongur innan føroyska bogaskjóting, er eingin vandi fyri, at prinsessan ikki lyftir arvin Hon gjørdi tað aftur. Týsdagin togaði Annika Vang ótrúlig 30 stig aftur á 30 og metrum. Og miku­ dagin vann hon gull í face-to-face kappingini, har skjúttarnir kappast tveir og tveir við 12 pílum í part. Umframt vanligt hegni at skjóta, so krevur hendan kappingargreinin meira enn nakað ein veldugan part av ítróttarsálarfrøði. Norski guru’in innan økið, Willi Railo, skrivaði á sinni bókina, Bedst nær det gælder, og kanska hevur Annika kagað leysliga í hesa. Í øllum førum prógvaði hon bæði í fyrradagin og í gjár, at hon veru­ liga hevur evnið til at sveiggja seg upp til tað sublima, tá mest stendur á. Og tá seinasti ørvurin í upp­ gerðini móti Anu Sinikka Vassiliadis av Rhodos skuldi skjótast, var hetta eitt skúladømi um, hvussu tú ert best, tá mest stendur á. Fyri tveimum árum síðani vann Anu somu kapping, men hesa ferð var Annika sterkari undir trýsti. Konsentratiónin var av slíkum slag, at áskoðararnir mest sum føldu, hvussu Annika kroysti alla ytru ávirkan burtur, áðrenn hon fór undir skjótingina. Og tá skjúttarnir vóru lidnir, og sigurin staðfestir, fall føroyska prinsessan innan bogaskjóting á knæ. Og tað gingu minuttir við tárum, klemmum og mussum, áðrenn tað eydnaðist okkum at fáa orð á hana. - Hetta er fantastiskt. Eg visti, at eg mátti skjóta upp til mítt allar­ besta, og tað gjørdi eg. 70 meturin er kanska tann veikasti parturin í mínari skjóting, men hesa ferð kláraði eg tað. Eg skeyt mín besta 70 metur nakrantíð, og tað var neyðugt, um eg skuldi vinna. Í hálvfinaluni skeyt eg 89 stig, men hesa ferð var talið 98, so beint nú eri eg bara ovur-ovur-fegin, stað­ festi Annika Vang, tá sigurin var heima. Og talan er veruliga um rimmar sigur. Við hesum hevur Annika nú skotið seg til gull í einstaklinga­ kappingini – bæði í FITA-rundu og face-to-face. Prinsessan er vorðin ein drotning. Jógvan var ískaldur Tað var eingin slingur í valsinum. Triðju oyggjaleikirnar á rað vann Jógvan Niclasen compound-kappingina í head-to-head Verður tosað um doping innan bogaskjóting, er ofta aloftast, tí íðkarar hava nýtt metadon, ið mest sum doyvir nervarnar, sum annars kunnu vera upp til eina kapping. Og verður hugt at kapp­ ingum í face-to-face skjóting, so er eisini skilligt, at eitt sindur av nervastillandi heili­vági kann vera freistandi. Í øllum førum um tú ert ein av teimum, sum ristist á hond­ unum, tá mest stendur á. Men soleiðis er ikki við Jógvani Niclasen. Teir báðar seinastu oyggjaleikirnar hevur Jógvan skotið seg til gull í bæði FITA-rundu og face-to-face. Týsdagin varð hann eitt stig ov stuttur til at endur­vinna FITA- runduna, men í gjár beyð ikki bøtur. Jógvan var snøgt sagt ísakaldur, tá mest stóð á í finaluskjótingini. Móti Ametller Taltavull av Mer­ norca legði Jógvan seg alt fyri eitt á odda, og so helt hann bara fast um og útbygdi munin, sum at enda gjørdist seks stig. -mørk Annika lyftir arvin Face-t-face føroysku úrslitini Recurve, kvinnur Annika Vang, gull Jastrid Maria Rein Jensen, tapti 1/8-finalu Recurve, menn Absalon Hansen, silvur Hans Petur Højgaard, 4. pláss Eirikur í Jákupsstovu, tapti 1/16-finalu Jógvan Magnus Andreasen, tapti 1/16-finalu Compound, kvinnur Rakul Dam, 4. pláss Sigrid Vang, tapti 1/4-finalu Compound, menn Albert Eliase Dam, tapti 1/4-finalu Hans Asbjørn Eysturdal, tapti 1/4-finalu Magnus Andreasen, tapti 1/4-finalu FAKTA jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Annika Vang vann mikudagin sítt triðja gullmerki. Hesa ferð í face-to-face, sum hon ikki hevur vunnið gull í áður Mynd: Álvur Haraldsen Vinokourov ger comeback Alexandre Vinokourov staðfestir nú, at hann eftir øllum at døma fer at gera comeback í súkkling seinast í juli-mánaða. Tá er leikbannið, sum hann fekk fyri tveimum árum síðan fyri at nýta rúsevni, ikki galdandi longur. – Eg fari ikki at umboða annað lið enn Astana. Felagið varð stovna í 2006 av okkara samgongu, og tað er sum eitt barn fyri meg, sigur Alexandre Vinokourov við altjóða fjølmiðlar. Rommedahl hevur møguleikan Dennis Rommedahl vónar framvegis, at hann heldur fram í Ajax. Hann sat í farna kappingarári fyri tað mesta á beinkinum, og í januar gjørdi hann leiguavtalu við NEC Nijmegen. Nú er hann aftur í Ajax og ætlar at stríðast fyri sínum plássi. – Allir fáa møguleikan, og eg havi ikki hoyrt nakað. Vit eru 33, sum venja við i løtuni, so eg fari at gera mítt, sigur Dennis Rommedahl, sum vónar at hann sleppur at halda fram, við Tv2 Sporten.