hósdagur 2. juli 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5
Føroysku recurve-skjútt
arnir skutu seg til gull
og nýtt oyggjaleikamet í
face-to-face skjótingini,
og vardu harvið borg, tá
compound-skjúttarnir ikki
megnaðu at endurvinna
sítt gullmerki
Føroysku bogaskjúttarnir endaðu
sínar oyggjaleikir fyrrapartin í dag,
tá teir skutu liðkappingina í face-to-
face.
Stóra føroyska hetjan á boga
skjótibreytini hevur verið Annika
Vang, sum undan hesum hevði
vunnið trý av trimum møguligum
gullmerkjum, og tað var við stíli, at
hon og teir báðir menninir á
liðnum skutu seg til gullið í dag.
Byrjanin alt at siga
Nervarnir hava um ikki alt, so í
øllum førum øgiliga nógv at siga, tá
skotið verður face-to-face, og tað
var sjónligt, at føroyska sjálvsálitið
var í toppi eftir fyrsta umfarið, har
okkara løgdu seg átta stig fram um
Rhodos.
Og so gekk tað bara ein veg.
Samlaða stigatalið hjá føroyska
liðnum gjørdist 192, sum er heili 10
stig meira enn gamla metið.
Rhodos fekk tilsamans 169 stig, so
tað ber illa til at siga annað, enn at
føroysku skjúttarnir bukaðu
mótstøðuna. Og tað var Hans Petur
Højgaard als ikki ósamdur í, tá vit
prátaðu við hann eftir sigurin.
- Her var eingin ivi um úrslitið. Vit
byrjaðu væl, og so koyrdi tað bara.
Tú ert púrasta róligur, tá tú veitst, at
tað gongur liðnum væl, so
nervarnir sluppu als ikki at spilla
spælið hjá okkum, segði Hans Petur
Højgaard.
Orkney var yvirvaldið
Í Compound hava føroyingar van
liga staðið seg sera væl – eisini í
hesi kappingini, men tað gekk
akkurát ikki føroyska liðnum
hesaferð.
Føroyska úrtøkan í finaluni móti
Orkney var 209 stig, sum absolutt
kann góðtakast. Men tað hjálpti ikki
tað heilt stóra, tá Orkney, sum fyri
fyrstu ferð hevði heilt compound-
lið við á leikunum, skeyt seg upp á
214, ið er tað sama, sum oyggja
leikametið. Eitt met, sum tað nú eru
fýra lond, sum eiga sín part í. Jersey
í 2003, Hetland í 2005 og Føroyar í
2007 skutu nevnliga øll 214 stig í
finaluskjótingini.
Bronsa til judo
Tað vísti seg at vera svart óhapp hjá føroyska
judolandsliðnum, at teir longu í fyrsta
umfarinum rendu seg í álendska liðið.
Áland vísti seg nevnliga sum sterkasta liðið í
kappingini, og tað var í fyrsta dystinum, at teir
fingu størstu mótstøðuna.
Ístaðin máttu føroyingarnir so taka til takkar
við at berjast um bronsuna, og hetta gekk upp á
stás.
Bæði móti Gibraltar og Guernsey vunnu
Føroyar við fullum stigatali, altso 7-0, og tað var
ein tjúkk strika undir veruleikan, at Føroyar
altso áttu næst sterkasta liðið á leikunum. Men í
úrslitalistanum, sum jú verður standandi sum
sannleikin, vóru okkara triðbestir.
-mørk
Absalon Hansen, Annika Vang og Hans Petur Højgaard lótu ongan iva vera um, at tey vóru so nógv tað besta liðið, tá finalan varð skotin móti annars sterka liðnum hjá
Rhodos
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Recurve-liðið vardi borg
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Barcelona vil hava Villa
Barcelona ætlar sær eftir øllum at døma David Villa. Forsetin í
spanska felagnum, Joan Laporta, staðfestir í spanska blaðnum
Marca, at teir ætla undir samráðingar. – Villa veit, at vit fegin
vilja hava hann í hópin. Vit ætla okkum undir samráðingar, og
síðan fáa vit at síggja, sigur Laporta. Viðmerkingin hevur verið
til stórt vónbrot hjá Samuel Eto’o, sum ætlar sær aðrar vegir.
ÍF Føroyar er í trupulleikum
Lutakastið til fyrsta umfar av donsku steypakappingini sær sera
áhugavert út fyri ÍF Føroyar. Men tað er ikki vist, at føroyingarnir fara at
royna seg móti AB í næstbestu donsku deildini. – Flestu av okkara
leikarum er í Føroyum til í september. Vit mangla eina rúgvu av
spælarum í august, og tað er altíð ein trupulleiki, tá kappingin byrjar.
Hetta er tann størsti dysturin fyri felagið nakrantíð, men júst nú verður
tað sera trupult. Vit stríðast fyri at fáa fólk til dystin, sigur Uni Leitisstein
Hansen, venjari, við bold.dk