hósdagur 2. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124
Mistu
aftur
eina
stafett
Aftur mikudagin misti føroyska
svimjiliðið eitt heiðursmerki.
Hesa ferð var tað stafettin hjá
kvinnum, sum varð kolldømd, tí
ein tjóvstartur hevði verið á
vegnum.
Føroyska liðið kom annars á
mál á einum tryggum
oddasessi, men fagnaðurin var
skjótt av, tá tað frættist, at
dómararnir gjørdu vart við
tjóvstartin, sum hevði verið.
Ístaðin fór gullið á teininum til
Jersey.
Soleiðis hava Føroyar mist
tvær stafettir, harav onnur heilt
víst svam seg til gullið. So hóast
fagnaðurin er stórur í føroysku
leguni, so er einki at ivast í, at
svimjararnir eisini iðra seg um
tað, sum kundi verið.
Poula
setti
met
Poula Ø. Mohr setti nýtt
juniormet í 100 frí, tá ið hon
sum fyrsti svimjari í 4x100 frí
svam teinin uppá 59.38 sekund.
Poula átti sjálv juniormetið á
1:00.15, og gjørdist harvið fyrsta
føroyska juniorgenta undir
minuttin á 100 metra teininum,
hóast hon ikki hevur veruligan
junioraldur fyrr enn í 2010.
Hóast ein dagur er eftir
at svimja, hava føroysku
svimjararnir longu
svomið seg til sama tal
av gullmerkjum, sum
tey gjørdu á Rhodos fyri
tveimum árum síðani
jakup@sosialurin.fo
Jákup Mørk
Elspa Mørkøre átti sín stóra part, tá
føroyska svimjilandsliðið fyri
tveimum árum síðani gjørdi eitt
methál.
Elspa sjálv hevur tó flaggað út, og
er tí ikki longur partur av føroyska
landsliðnum, men hetta tykist ikki
nerva føroysku úrtøkuna á Álandi.
Aftur mikudagin togaðu førosyku
svimjararnir fimm gullmerki heim,
og hóast vit nú kunnu iðra okkum
um tvær kolldømdar stafettir, so er
lítil ivi um, at nýtt met verður sett
seinnapartin í dag, tá vit heilt víst
eru partur av fleiri finalum.
Mona tók alt á bóli
Mona Simonsen svam ein framúr
góðan 400 metur í frísvimjing.
Mona var annars tilmeldað við
triðju bestu tíðini, men í finaluni
gjørdi hon bart, og svam seg til gull
og nýtt oyggjaleikamet.
Bjørg Seloy vann óvæntað
bronsu i 200 rygg, og Kári J. á
Høvdanum nærum líka so óvæntað
bronsu í 50 firvald. Og hóast Malan
var væntað at gera seg galdandi í
100 bringu, so var tíðin og føroyska
metið 1:13.13 framúr, tá ið hugsað
verður um, at hon dregist við ein
skaða í økslini.
Hinvegin kiksaði tað akkurát hjá
Kára og Guðruna av vinna
heiðursmerki í ávíkavist 200 rygg
og 50 firvald, hóast tey vóru
styrkismett at verða rættiliga
tryggir heiðursmerkjakandidatar.
Pál var bara 12 hundraðpartar frá
gullinum í 100 blandað, og 4x100
blandað liðsvimjingin hjá monnum
var eisini bara 33 hundraðpartar frá
gullinum har, eftir at hava svomið
eini 5 sekund undir mettíðina frá
Oyggjaleikum á Álandi, og eini 11
sekund undir landsliðsmetið.
Úrtøkan hjá
svimjilandsliðnum á Álandi
hevur í meðal verið fimm
gullmerki um dagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Svimja í
Skulu halda nullið
Erik Hamrén og Rosenborg høvdu sína fyrstu venjing á
ferðini í Føroyum í gjár. Og á ovari vølli í Gundadali var
venjarin væl nøgdur. – Tað royndist okkum væl á graslíkinum.
Tað verður ikki ein orsøk, um tað ikki gongur væl. Í
verjupartinum skulu vit verða ansnir og tættir, og fólk, eg
havi tosað við, meta, at vit vinna við fimm ella seks málum.
Tað hugsa vit ikki um, tí vit hava altíð virðing fyri
mótstøðuliðnum. Tað er ongantíð ein lættur dystur í Evropa,
sigur Erik Hamrén, venjari hjá Rosenborg, við RBK.no.
Milan ætlar sær Crouch
AC Milan hevur farnu vikurnar roynt at fingið avtalu í lag við
framherjan hjá Wolfsburg, Edin Dzeko. Tað hevur ikki verið
møguligt, og nú ætlar felagið sær Peter Crouch úr
Portsmouth. 28 ára gamli onglendingurin fer at hjálpa væl í
luftspælinum, metur leiðslan í felagnum, og tí er ætlanin er
geva arbeiðsgevaranum hjá Crouch eitt tilboð. Peter Crouch
hevur áður millum annað umboðað Tottenham, IFK
Hasselholm, QPR, Aston Villa, Southampton, Liverpool og
Portsmouth.