Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Føroysku fimleikararnir náddu ikki málinum um at vinna okkurt av fínastu heiðursmerkjunum, tá ið einstaklingakappingin var í gjár. Kappast var í fimm ymiskum greinum, og ein fimleikari av Isle of Man var nógv sterkari enn allir hinir og vann tað mesta. Men tveir føroyskir fimleikarar megnaðu eisini at sleppa fram at bronsuheiðursmerkjunum. Tíðliga í kappingunum vann Rósing Dam bronsu í parallellari barr, og so var tað, at Øssur Debes Eirikstoft rættiliga tók seg fram í kappingini. Tað var ov langur teinur fram til gullið, men Eirikur vann heili trý bronsuheiðursmerki. Tað var í ringunum, á gólvinum og í lopi. - Vit eru fegin um, at vit vunnu fýra heiðursmerki. Vit høvdu vónað, at vit kanska fóru at vinna okkurt fínari heiðursmerki, men tað gekk ikki hesaferð, sigur Eyvind Akraberg Hansen, sum er venjari hjá fimleikamonnunum. Kvinnurnar fingu einki Føroysku fimleikakvinnurnar lúrdu eisini eftir at fáa onkur heiðursmerki burtur úr einstaklingakappingini, men tað gekk ikki. Serliga kvinnurnar av Bermuda eru sterkar í fimleiki, og eisini aðrar oyggjar vóru sterkari enn Føroyar, og tí gjørdist tað ikki til nakað heiðursmerki til føroyingarnar í teimum fýra greininum, sum tað varð kappast í. Besta plaseringn var okkurt fimta pláss. Ein kappingardagur er eftir hjá fimleikinum - Tað verður fríggjadagin. Rósing Dam vann eitt bronsumerki í einstaklingakappingini í fimleiki Mynd: Álvur Haraldsen Eingi fín heiðursmerki Fimleikararnir høvdu vónað at vinna okkurt gullmerki í einstaklingakappingini, men tað gjørdist til fýra bronsumerki Materazzi heldur fram 35 ára gamli Marco Materazzi spælur eisini við Inter komandi trý árini. Tað varð greitt í gjár, tá hann longdi sína avtalu, soleiðis, at hann er bundin at felagnum til 2012. Materazzi, sum skifti til Inter í 2001, hevur í alt leikt 245 dystir fyri felagið. Hann hevur vunnið fýra meistaraheitið, og í 2006 var verjuleikarin við, tá Italia vann heimsmeistaraskapin. Ribery vil eisini til Madrid Real Madrid hevur í summar millum annað ognað sær Kaká, Cristiano Ronaldo og Karim Benzema í leikarahópin. Og møguleiki er nú fyri, at enn ein stórspælari skiftir til Madrid. – Eg havi tikið avgerðina. Eg vil burtur frá Bayern Munchen, men tað er einans, um Real Madrid verður mín nýggi arbeiðsgevari, sigur Franck Ribery við ítróttarblaðið L’Equipe.