Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 9 Hóast flogbóltsmenninir stríddust væl ímóti oddaliðnum í bólkinum, Álandi, eydnaðist ikki at forða fyri tapinum í gjár. Men í triðja setti sást kanska frægasti innsatsurin hjá monnunum higartil á leikunum einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Ivasamt var undan dystinum ímóti Álandi í gjár, um føroysku menninir kundu gera nakað við álendingarnar, sum higartil høvdu verið nógv besta liðið í okkara bólki. Serliga hevur ligið illa fyri hjá øðrum liðum at koma fyri seg, so skjótt Áland er komið framum í einum setti. Liðið hjá álendingum er tað best samanspælda, tí bulurin á tí eru fyrst og fremst spælarar úr IFK Mariehamn, sum spælir í næstbestu finsku deildini, og tað sást eisini fleiri ferðir í dystinum í gjár, at spælið hekk sera væl saman. Men føroyski stríðsviljin var stórur, hóast tað ikki ordiliga rakk til at hótta Áland í teimum báðum fyrstu settunum, sum endaðu 15-25 og 18-25. Tó sóust batar longu í øðrum setti, tá Jón Joensen kom á vøllin fyri fyrstu ferð undir hesum leikunum. Hann fekk ein skaða undir síðstu venjingini undan leikunum og hevur ikki verið klárur fyrr enn nú. Men saknur hevur verið í honum hinar dystirnar, og hví so er, megnaði Jón at vísa, tí hann gekk beinanvegin undan og vísti seg at fáa allar hinar upp við sær. Í triðja setti gjørdist tað nógv javnari og nógv meira spennandi, og Føroyar høvdu allar møguleikar at taka settið, men máttu lúta, tí persónlig mistøk, so sum vánaligar servur, kostaðu ov nógv. Tó er at vóna, at hetta er tað, liðið ætlar at leggja seg eftir í seinasta dystinum, sum verður ímóti Jersey í morgin, tá fimtaplássið stendur upp á spæl. Tað hevur higartil gingið strúkandi hjá flogbóltskvinnunum, sum hava vunnið allar sínar dystir og enn ikki tapt so mikið sum eitt sett. Í gjár stóðu Caymanoyggjar fyri tørni, og eftir eitt veikt fyrsta sett var eingin ivi í teimum báðum seinnu einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Hóast tað longu sást í fyrstu bóltunum í kvinnudystinum í gjár, at Caymanoyggjar neyvan skuldi blivið nøkur hóttan, so skuldi tað vísa seg, at persónligir feilir, servufeilir og vantandi konsentratión var líka við at kosta. Caymanoyggjar vóru fleiri ferðir frammanfyri og eitt skifti var støðan 16-10, so tá stóð eitt sindur illa til. Men so tók føroyska liðið sær brádliga um reiggj, vendi spælinum og kom upp á 17-17. Og hóast tað onkra løtu eftir tað gjørdist í so spennandi, vunnu Føroyar settið 25-22. Tá var eisini liðugt við sløsandi spælið, tí føroyska liðið vann sera sannførandi tey bæði næstu settini, 25-9 og 25-15, og tá líktist talvan á dómaraborðinum eisini nógv meira tí, vit sóu á vøllinum. Nú kappingin er komin væl áleiðis, tykist føroyska liðið betri og betri, hóast fyrsta sett í gjár var eitt sindur óneyðuga spennandi. Allir fýra dystirnir higartil eru vunnir 3-0, og ongantíð hevur staðið so mikið á, at settini eru vunnin við at røkka 25 stig og uttan nakran javnbrótara. Í dag er mótstøðuliðið Menorca, sum eisini hevur vunnið allar sínar dystir, men heilt týðiliga hevur verið í nógv størri trupulleikum í fleiri av dystunum. Tí verður spennandi at vita, um mótstøðan nú verður munandi størri ella um tað skal gerast fimti 3-0 sigurin, ið gevur hálvfinalupláss við bólkasigri. Ikki mist eitt sett enn Menn: Føroyar-Áland 0-3 (15- 25, 18-25, 23-25) Kvinnur: Føroyar- Caymanoyggjar 3-0 (25-22, 25-9, 25-15) FAKTA Tað gekk hjá Jóni Jón Joensen, sum í gjár fyri fyrstu ferð spældi við manslandsliðnum í flogbólti á Oyggjaleikunum, var sera fegin eftir dystin, hóast hann sjálvandi hevði ynskt sær eitt annað úrslit. – Tað kendist gott at vera í gongd aftur. Eg havi gingið og hálvgronast, tí eftir at hava vant í tríggjar mánaðir, bleiv eg skaddur undir síðstu venjingini undan leikunum. Eg var ikki 100 prosent, men tað gekk, segði Jón, sum iðraði seg um, at føroyska spælið ikki fyrr enn nú er við at koma upp á pláss. – Høvdu vit spælt soleiðis fyrstu tveir dystirnar, høvdu vit verið komnir víðari, men tað nýttar einki at siga nú. Gotlandsdysturin er tann, ið hevur kostað okkum mest. Vit vita, at tað tekur tíð at venja seg til nýggja spælistílin, men at vit eru farnir yvir til tað skjóta spælið, fer at loysa seg í síðsta enda. hil – Eg græt av øði Helga Guttesen hevur ikki fingið ta spælitíð á Oyggjaleikunum, hon hevði vónað, tí hon longu mánadagin fekk ilt í ryggin undir upphitingini, so hon ikki kom á vøllin aftur fyrr enn í gjár. – Eg græt av berari øði, tá eg fekk skaðan, men eg visti, at eg fór at koma fyri meg og nokk skuldi sleppa at spæla. Tað er ordiliga deiligt at sleppa at umboða tað føroyska landsliðið. Nú havi eg tað fínt og eri klár til komandi dystirnar eisini, sigur Helga. Hon heldur, at kvinnulandsliðið hevur havt nakrar lættar dystir, og tí ráddi um at lesa Caymanoyggjar av, áðrenn tað veruliga bar til at seta ferð á. – Men eftir at vit høvdu brúkt fyrsta sett til at finna út av teimum, var eingin ivi í øðrum og triðja setti. Nú kappingin er farin at líða, kunnu vit tó bara vænta okkum harðari mótstøðu, sigur Helga Guttesen. hil Aftur ov stuttir Thorvald Danielsen leggur her upp til Suna Juul Peder­sen í dystinum ímóti Álandi í gjár Mynd: Álvur Haraldsen Eg fái ikki mótstøðu Cavendish metir ikki, at tað er torført at vera sprintari. Tað sigur hann við The Guardian undan Tour de France. – Tað er tápuligt. Heldur enn at kappast móti mær, lata mótstøðumenninir meg bara fara framvið. Teir vilja ikki geva mær mótstøðu. Tað er um at verða keðiligt nú, sigur Cavendish, sum umboðar Team-Colombia, við The Guardian. Ronaldo misti vit og skil Cristiano Ronaldo misti bæði vit og skil í gjár, tá hann sparkaði ein bil í heimbýnum Lissabon. Í bilinum sat ein ung kvina, sum seinni noyddist á sjúkrahús. Har fekk hon viðgerð av glasinum, sum brotnaði. Ronaldo segði í gjár við fjølmiðlarnar, at hann harmast hendingina. – Eg angri tað, eg havi gjørt. Men eg fái ikki lova, at tað ikki hendir aftur, sigur Ronaldo, sambært TV2 Sporten.