Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 Bjørk Herup Olsen, sum gjørdi eitt stórt mistak í renningini mánakvøldið, fótaði sær í kapping í gjárkvøldið og setti nýtt føroyskt met Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tað stóð einki til hjá Bjørk Herup Olsen eftir kappingina á 10.000 metrum, sum var mánakvøldið. Renningin kiksaði fullkomiliga, tí Bjørk legði ov nógv fyri mitt í kappingini, og móti endanum av kappingini var eingin orka eftir, og Bjørk noyddist at gevast at renna. Bjørk viðurkendi eftir kappingina, at hon hevði ikki hildið seg til sína ætlan fyri kappingina, og at hon hevði gjørt eitt stórt mistak, tá ið hon tíðliga í kappingini royndi at renna frá hinum rennarunum. Í gjárkvøldið rann Bjørk Herup Olsen kapping í 5.000 metrum, og hesaferð gekk munandi betri hjá Bjørk, sum betraði sítt egna føroyska met við meira enn einum hálvum minutti. Bjørk rann teir 5.000 metrarnar í tíðini 18.12,28, og tað rakk til eitt fimtapláss í finaluni. Helt seg til taktikkin Bjørk Herup Olsen hevði lagt sær ein taktikk til renningina á 5.000 metrum, sum hon megnaði at halda. Hon hevði tó ikki nóg nógv orku og fart til at renna seg fram til heiðursmerkini. - Eg legði meg aftanfyri hana av Guersney, sum var favorittur at vinna, og so ætlaði eg fylgja við henni sum longst, men móti endanum kláraði eg ikki at hanga í teimum fremstu. Tær vóru sterkari enn eg, sigur Bjørk Herup Olsen. - Hetta er besta renningin, sum eg havi havt á Oyggjaleikum, so eg eri nøgd við hetta. Eg setti eisini nýtt føroyskt met, og tað eri eg fegin um, sigur hon. 1500 metrar renning hjá kvinnum: 1. Louise Perrio, Guernsey 17.37,15 2. Martine Scholes, Guernsey 17.37,81 3. Gemma Astin, Isle of Man 17.51,23 4. Felicity Johnsson-Deely, Jersey 18.04,18 5. Bjørk Herup Olsen, Føroyar 18.12,28 FAKTA Bjørk fekk uppreisn Bjørk Herup Olsen setti nýtt føroyskt met í renningini á 5.000 metrum, og tað var hóskandi uppreisn eftir kiksaðu kappingina mánakvøldið. Her fær Bjørk klemm frá mammu síni Mynd: Álvur Haraldsen Wenger vil ikki til Real Madrid Seinastu árini hevur Arsene Wenger, venjari hjá Arsenal, fleiri ferðir verði settur í samband við venjarastarvið í Real Madrid. Nú staðfestir Wenger í Daily Mirror orsøkina, hví hann ikki hevur tikið av. – Real Madrid hugsar meira um at keypa stórar spælarar og síðan vinna alt fyri eitt. Tað vil eg ikki. Eg vil byggja eitt lið frá grundini, uttan stórvegis pengar, og síðan vinna. Tað er eingin tryggleiki í Real Madrid, sigur Arsene Wenger við Daily Mirror. Cassano byrjar áðrenn Antonio Cassano ætlar sær við í landsliðshópin hjá Italia til heimsmeistaraskapin komandi summar. Hann er tískil byrjaður venjingina einsamallur áðrenn liðfelagarnir úr Sampdoria. 26 ára gamli framherjin vil spæla eitt frálíkt kappingarár í Seriu A, og tí er hann av álvara byrjaður fyrireikingar til næsta ár.