hósdagur 2. juli 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 11
Stovnarin og uppruna
maðurin aftanfyri
oyggjaleikirnar heldur,
at markið er nátt við
oyggjaleikaluttakarum
Rás2 hevði promonenta vitjan í
Marhællan-konferansurúminum í
løgtingshúsinum í Mariehamn ígjár.
Tann ógvuliga, blíði, spelkni og
ungdommiligi stovnarin av
oyggjaleikunum, Geoffrey Corlett
av Man greiddi hugtakandi frá
oyggjaleikunum.
82 ára gamli manbúgvin fullførdi
eitt triatlon, tá hann fylti 80 ár, og er
hann ógvuliga byrgur, gløggur og
væl grundaður og orðaður í tí, sum
hann ber uppá mál. Geoffrey
Corlett hevði ongantíð ímynda sær,
at oyggjaleikirnir fóru at gerast so
stórir og umfatandi, har heili 3.200
fólk taka lut á leikunum. Hann
undirstrikar, at markið er nátt. Tað
ber ikki til at taka fleiri oyggjar við í
International Island Games
Association.
– Nú er vorðið avmarkað hvussu
nógv oyggjasamfeløg kunnu hýsa
leikunum, og tað er ikki ein støða
eg hevði ímyndað mær, tá vit
byrjaðu við oyggjaleikunum í 1985.
Spurdur um ein burdi fari yvir til at
sett kravtíðir til fólk at koma til
oyggjaleikirnar, og møguligar
kvalifikasjónskappingar, fyri at fáa
talið av luttakarum nakað niður, so
fleiri oyggjar kunnu hýsa leikunum,
svarar Geoffrey Corlett, at tað er
nakað ein eigur at umhugsa fyri at
fáa eitt forsvarligt tal av luttakarum.
Kortini fegnast hann um, at tað er
ein kapping um at hýsa
oyggjaleikunum. Men
høvuðsfilosofiin hjá honum er, at
talan er um teir vinarligu leikirnar.
– Vit oyggjabúgvar hava so nógv
til felags, og hava nógv at geva
hvørjum øðrum. Tað er ein góð
kemi millum okkum oyggjabúgvar.
Byrjanin í 1985
Tankin um oyggjaleikirnar føddist í
1983. Tað árið gjørdi stjórnin á Man
av, at árið 1985 skuldi vera eitt
serstakt ítróttarár. Tá føddist tankin
um eina ítróttakapping millum
oyggjar. Tað fall nátúrligt, vit settu
okkum í samband við
ermasundsoyggjarnar, Guernsey og
Jersey.
Man hevur havt eitt stórt
samstarv við Guernsey og Jersey,
sum eisini hava eina sterka banka-
og fíggjarvinnu. Fyrstu ÌSF-
umboðsfólkini, sum Geoffrey
Corlett kom í samband við, vóru
John og Bente Kjær. Alt síðani tey
møttust fyrstu ferð í 1985 hava tey
verið vinir.
– Oyggjaleikirnir hava givið mær
eitt risastórt tal av vinum kring øll
oyggjasamfeløgini, og tað hevur
onkuntíð sligið meg, at vóru
oyggjaleikirnir ikki settir á stovn, so
var eg ongantíð komin at kenna øll
hesi fantastisku fólkini, greiðir
Geoffrey Corlett frá. Hann minnist
við stórari gleði aftur á setanina í
1985.
– Eg minnist tá tey 700 fólkini
marsjeraðu inn á leikvøllin í
Douglas (høvuðsstaðnum á Man
red.). Lagið ”Chariots of Fire” ljóðaði
gjøgnum hátalarnar, tað var ein stór
og kensluborin løta fyri meg. Tá
fyrstu oyggjaleikirnir vóru, lá tað
ikki í kortunum, at leikirnir skuldu
halda fram. Men tær 15 oyggjarnar,
sum tóku lut sóu skjótt, at
oyggjaleikirnir vóru vegurin fram,
og avgerðin fall um at stovna
altjóða oyggjaleikasambandið.
– Eg minnist endahátíðina í 1985,
tá tað bleiv kunngjørt, at
oyggjaleikir fóru aftur at vera í
1987, tá vildi fagnaðurin ongan
enda taka.
Møguleikin er har
Geoffrey Corlett hevur vitjað allar
oyggjaleikirnar, sum hava verið
hildnir. Hann minnist eisini gott
aftur á oyggjaleikirnar, sum vóru í
Føroyum í 1989. Men flennandi
greiðir hann frá einari stuttligari og
margháttligari uppliving, sum hann
hevði á Toftum.
– Eg minnist, at vit høvdu ein
tekniskan fund við tey, sum reikaðu
fyri tí frælsa ítróttinum á Toftum.
Fundurin var hildin til klokkan trý
um náttina, og eg minnist, at tað
var blivin ljósur morgun, tá vit
komu aftur til Havnar.
Geoffrey Corlett minnist eisini
gott aftur á tann stóra blíðskapin
hjá John og Bente Kjær, tá
oyggjaleikirnir vóru í Føroyum.
Hann heldur eisini, at føroyingar
dugdu væl at skipa fyri leikunum,
og heldur hann, at møguleikin fyri,
at Føroyar aftur verður vertur fyri
oyggjaleikunum, skuldi ikki verið ov
langt burtur.
Pápin at oyggjaleikunum, Geoffry Corlett, hevur verið á øllum oyggjaleikum higartil
Mynd: Álvur Haraldsen
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Oyggjaleikirnir bera
ikki fleiri fólk
Nú kanst tú spæla við Liverpool
Við at senda sms til Rás 2 hevur tú møguleika at vinna tær pláss á liðnum hjá
Liverpool Legends á Tórsvølli. Í sambandi við dystin millum Føroyar Legends
og Liverpool Legends, sum verður leiktur á Tórsvølli leygarkvøldið, skipar Rás
2 fyri stórari SMS-kapping. Høvuðsvinningurin er eitt “moment of fame”, har tú
kann vinna tær eitt pláss á liðnum hjá annað hvørt Liverpool-legendunum
ella føroyska landsliðnum. Tað einasta tú skal gera er, at sms’a “ras2 liverpool”
til 1940, og tú er við í kappingini. Eisini verður drigið um tvey atgongumerki
til dystin og til galladøgurðan eftir dystin.
Legends móti Landskrona
Leygarkvøldið klokkan 19.00 verður Tórsvøllur karmur um fótbóltdyst,
tá fyrrverandi føroyskir landsleikarar fara at royna seg móti
legendunum úr Liverpool. Atgongumerki eru til keyps á net-
handlinum, og soleiðis verður tað heilt til í morgin klokkan 12.00.
Seinastu atgongumerki verða seld við inngongdina til Tórvøll
leygardagin.