Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 2. juli 2009 – Nr. 124 Oyggjaleikir í myndum Føroysku ítróttarfólkini royna at stuðla hvørjum øðrum, tá stundir eru til tess. Her er partur av badmintonliðnum komin út at hyggja at frælsum ítrótti Randi Kúrberg gjørdist nummar 5 í sleggjuvarpi. Hon hevði vónað at fingið heiðursmerki, men var hampuliga væl nøgd við longdina á sínum kasti Mynd: Álvur Haraldsen Eyðvin Akraberg Hansen gevur fimleikarunum góð ráð. Føroyar vunnu trý bronsumerki í einstaklingakappingini hjá monnum Mynd: Álvur Haraldsen Rógvi Højgaard kiksaði fýra av sínum seks køstum við spjótkastinum, og hini bæði køstini høvdu ikki ta longd, sum Rógvi megnar at kasta. Rógvi endaði næstaftastur í kappingini Mynd: Álvur Haraldsen Guardiola vil hava miðvallara Spanskir miðlar skriva í dag, at Javier Mascherano úr Liverpool er á veg til Barcelona. Miðvallarin hevur staðið sera sterkur í myndini hjá enska felagnum seinastu tvey árini, og Guardiola, venjari hjá Barcelona, vil nú hava Mascherano í sín hóp. Tað er tó lítið sannlíkt, at skiftið verður veruleiki, tí Rafael Benitez ynskir miðvallaran at vera verandi. Martins fer ongan veg Newcastle flutti fyri góðum mánaða síðan niður í næstbestu ensku fótbóltsdeildina. Obafemi Martins hevur verið ein av stuðulsleikarunum hjá liðnum, og hóast onnur feløg hava sýnt framherjanum áhuga, er lítið sannlíkt, at hann rýmir. Martins hevur fyrr í summar sagt, at hann fegin vil vera verandi og hjálpa felagnum aftur í Premier League. So seint sum fyrrapartin í dag vísti Martins einum tilboði frá Stoke aftur.