Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-02, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juli 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 2. juli 2009 27 Í sambandi við at listaframsýningin á varmakeldustevnuni fyllur 40 ár í ár, verður skipað fyri einum listafagnaði í Fuglafirði. Skráin fyri fagnaðin er fjøllbroytt og inniheldur bæði biograf, upplestur, tónleik og ymiskar listaframsýningar. Fagnaðurin verður settur við einari felags fernisering fyri allar framsýningarnar í fimleikarahøll skúlans fríggjadagin, 3. juli kl. 17. Røða verður lisin upp, sum Hans J. Hansen, sáli , helt, tá ið Varmakelduframsýningin fylti 25 ár. Hallveig Rasmussen, listakvinna, dóttir Hans, fer at lesa taluna upp. Hetta er ein sjáldsom røða – eitt endurskin av farnum døgum í list og føroyskari bygdamentan. Brøðurnir, Johan Hentze og Rúni Hentze, fara at spæla upp á trompet, og Helgi Midjord syngur og spælir gittar á hesi fagnaðarstund. Okkurt leskiligt verður eisini at fáa. Fimleikarhøllin Í fimleikarhøllini er tann siðbundna framsýningin, sum her sá dagsins ljós fyri 40 árum síðani. Í hesi høll verður fagnaðurin settur við einari felags fernisering fríggjadagin kl. 17:00. Gallarí Ribarhús Fyri fimm árum síðani gjørdu listafólkini Michael og Anette Arleth listaverkini, sum í dag standa á ytra armi í bátahylinum í Fuglafirði. Ì ár fara tey at hava framsýning á Gallarí Ribarhúsi á Var- makeldustevnu. Framsýningin umfatar prýðislutir (smykkur), bronsuskulpturar og málningar. Framsýningin letur upp kl.. 17:00 fríggjadagin, 3. juli. Doktarahúsini Í “doktarahúsunum”, har sum kommunulæknarnir hava búð og havt virkið teirra tey seinastu ára-tíggjuni, verður ein nýggj og spennandi framsýning við talgildari list. Talgild list er í hesum føri list, sum er gjørd á teldu. Við á framsýningini eru bæði ráar og viðgjørdar fotomyndir og onnur grafisk verk. Arbeiðsmannafelagshúsið Virkishúsið Stíggjur hevur framsýning í Arbeiðsmannafelagshúsinum í litríkum smá-lutum í eini spegilsgongd, og Magni Mikkelsen sýnir fram málningar undir somu bit-um. Framsýningarnar eru hesar: Listaframsýningar í Fimleikarhøllini, Doktarahúsinum Arbeiðsmannafelagshúsinum og í Ribarhúsi 3. juli kl.17.00 Felags fernisering í Fimleikarhøllini fyri allar framsýningarnar Listaframsyningarnar í Fimleikarhøllini, Doktarahúsinum, Arbeiðsmannafelagshúsinum og í Ribarhúsi hava opið 3. juli kl. 17.00 – 20.00 4. juli kl. 16.00 – 20.00 5. juli kl. 16.00 – 20.00 Tónleikaframførðsla í Mentanarhúsinum 3. juli kl. 20.00 Konsert í Mentanarhúsinum við Jonhard og Róa Eliasen. Standmyndir í Gamla Svimjihyli 3. juli kl. 22.00 Ein myndlistabólkur úr Fuglafirði hevur stoypt nakrar standmyndir í seinastuni, sum verða avdúkaðar fríggjakvøldið, 3. juli kl. 22:00 í Gamla svimjihylinum. Jóhan – og Rúni Hentze spæla eina fanfaru, sum teir hava tónsett til hesa løtu. Kristina Toftegaard Larsen forkvinna í mentamálanevndini flytir fram røðu, og Frits Johannesen handar bygdini hesi listaverk. Opið er sjálvandi alla Varmakelduna. Filmssýningar í Mentanarhúsinum (Blå mænd, 1 t. 20 m.) 3. juli kl. 19.00 Filmurin “Blå mænd” verður vístur uppi á loftium í Mentanarhúsinum. og 21.00 Inngongdin í móti sandinum verður nýttt og letur upp ein hálvan tíma undan hvørjari sýning. Filmurin er ein danskur skemtifilmur frá 2008 sum millum onnur Mick Øgendal hevur skrivað. Filmurin snýr seg um Jesper, sum er sølufólk í einari nútímans KT-fyritøku, og sum ofta nýtir ósømiligar hættir til at fáa góð sølutøl fram við. Ein dagin fremur hann eitt lógarbrot og verdur dømdur til at veita samfelagstænanstu á eini endurnýtslumiðstøð – har má hann ásanna og góðtaka, at aðrar spælireglur eru galdandi enn í søluverðini. Filmurin hevur onki aldursmark. Atgongumerki 30 kr. 4. juli 17.00, 19.00 Filmsýningar: Blå Mænd og 21.00 5. juli 17.00, 19.00 Filmsýningar: Blå mænd og 21.00 Upplestur á bókasavninum 4. juli kl. 11.00 Leygardagin, 4. juli kl. 11, verður upplestur á Bókasavninum. Tað er Kristina Joensen, ið lesur ævintýr upp, sum hon sjálv hevur skrivað. Ævintýrið eitur “La bella Luna” og er hóskandi til børn frá uml. 4 ár. Erla Mortensen syngur 2 barnasangir. Piddasa Handil er opin 3. juli kl. 15.00 – 20.00 4. juli kl. 11.00 – 20.00 5. juli kl 14.00 – 20.00 Høvdahúsini hava opið Fuglafjarðar fornminnisfelag skipar fyri 4. juli kl. 16.00 – 20.00 5. juli kl. 16.00 – 20.00 Listafagnaður á Varmakeldu Framsýningar á Varmakeldu 2009 Vælkomin á Varmakeldu! Stórt Varmakeldublað verður í Vikuskiftis- Sosialinum í morgin