Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2009 Gospel á Seglloftinum Sunnudagin kl. 15.00 verður gospeltónleikakafè á Seglloftinum á Tvøroyri, har Jens Knudsen, Gimme Andreasen, Randi Nolsøe, Pætur í Skemmuni, Rógvi Sivertsen, Mikkalina Tausen og Kristina á Váli fara at syngja. Tónleikafólkini eru ymsastaðni úr landinum og hava í eina tíð vant til júst hetta tiltakið. Hetta er fyrstu ferð, at tey fara at framføra sum ein bólkur. Tiltakið er ókeypis, men fólk hava høvi at lata eina gávu til frama fyri arbeiðið hjá ABC barnahjálp. Peningurin fer óskerdur til hjálpararbeiðið. Kalla Michael Jackson upp Fólkið í bygdini Oktyabrskoye í landssynningspartinum av Ukraina hava nú søkt kommunustýrið og myndugleikarnar í Kiev um loyvi til at nevna bygdina eftir poppstjørnuni Michael Jackson, sum doyði í síðstu viku. Harafturat ætlar bygdarfólkið at stovna eitt savn til heiðurs fyri Michael Jackson, sum eftir teirra tykki kann draga nógv ferðafólk til bygdina í komandi árum. Borgarstjórin hevur svarað, at málið um bygdarnavnið og savnið kemur fyri á næsta kommunustýrisfundi, sum verður í august. Eitt savn er í Oktyabrskoye, men tað hevur sín uppruna í oktoberkollveltingini í 1917, skrivar Reuters. Síðsti fríggjadagur var ein stórur dagur í familjuni Nybo úr Hósvík. Henda dagin fingu mamman Kristina og dóttirin Vónbjørt báðar prógvið sum pedagog – onnur sum fjarlesandi og hin sum vanligur lesandi, men báðar í Danmark ÚtbÚgving Leo Poulsen leo@sosialurin.fo So er tað liðugt. Trý ára strev og slit eru av, prógvið handað og so standa tær báðar møðgurnar, Kristina og Vónbjørt Nybo úr Hósvík, klárar at leypa út í tað veruliga lívið aftur. Síðsta fríggjadag var próv­ handan á pedagogskúlunum í Dannerseminariinum í Jæg­ erspris á Norðursælandi og á University College Nordjyl­ land í Aalborg. Í Jægerspris fekk Kristina handað sítt prógv, og í Aalborg fekk Vón­ bjørt handað sítt prógv. Móð­ ir og dóttir vóru harvið lidnar sum pedagoglesandi sama dag, hóast tað eru 21 ár millum tær. Ymsar leiðir, men sama útbúgving Báðar hava tær tikið útbúgv­ ingina í Danmark, av tí at tær ikki sluppu inn á pedagog­ skúlan í Føroyum, tá tær søktu. Eitt annað, ið er serligt fyri tær báðar, er mátin, tær hava tikið útbúgvingina uppá og leiðin, tær hava gingið fram móti útbúgvingini, sum tó er tann sama. Leiðin hjá Vónbjørt, sum í dag er 26 ár, kann kanska kallast sum tann meira van­ ligi vegurin til útbúgvingina. Hon gjørdi seg fyrst lidna við fólkaskúlan og 10.flokk, fór síðan á FHS og víðari í HF. Eftir HF arbeiddi hon eina tíð, setti búgv og átti eitt barn, áðrenn hon fór undir útbúgvingina. ­ Eg søkti fyrst inn á pedagogskúlan í Havn, men slapp ikki inn, tá tað vóru so nógvir umsøkjarar. So bleiv eg við barn, og átti sonin Ára, og so var tað lagt á hillina eina tíð. Men so sá eg einaferð í desember 2005, at tað enn vóru pláss á einum pedagogskúla í Aalborg. Eg søkti, og slapp at byrja longu í februar. So tað gekk nokkso skjótt fyri seg, greiðir Vónbjørt frá. Long leið til útbúgving Leiðin hjá Kristinu er hin­ vegin væl drúgvari. Sum barn varð hon ongantíð lið­ ug við 7.flokk, og longu sum 16 ára gomul átti hon, saman við manninum Andr­ as, fyrsta barnið av fýra , dóttrina Elinborg í 1977, sonin Høgna í 1980, dóttr­ ina Vónbjørt í 1982 og son­ in Rógva í 1988. Frá tí at hon var 14 ár hevur hon arbeitt sum ófaklærd. Nøkur ár á fiskavirki, og seinni sum vaskikona. Útbúgv­ ing var ikki hugsingur um at fara undir ­ børnini skuldu føðast og peningur vinnast. Men stutt eftir síðsta barnið, kom eisini kreppan í Føroyum. Omaná tað fekk Kristina ein arbeiðsskaða í hendurnar, sum gjørdu at hon ikki kundi arbeiða við mati ella við vatni. Hetta gjørdi, at hon í 1994 flutti til Danmarkar við familjuni, har hon aftur fór í skúla. Har byrjaði leiðin til peda­ gogútbúgvingina. ­ Tað byrjaði ein dagin eg fór inn á Býarbókasavnið, har er sá ein faldara á veggin­ um um útbúgving fyri vaks­ in. Harafturat var kreppa í Føroyum, og tá valdu vit at fara, greiðir Kristina frá. Eftir eitt ár í Danmark, har hon tók 9.­ og 10.flokk, fluttu tey aftur til Føroya, og enn einaferð noyddi peningatrotið hana at taka arbeiði fram um útbúgving. ­ Kreppa var jú í Føroyum, og vit høvdu eini hús, sum vit máttu taka okkum av. Ella hevði eg farið undir pedagogútbúgving í Ranum í Norðurjyllandi, sum var beint við har vit búðu áðr­ enn sigur Kristina. Skuldi eitt spark afturat til Í 1996 varð Kristina sett í starv sum dagrøktarleiðari í Hósvík. Har arbeiddi hon í 9 ár, inntil ein barnagarður varð bygdur í Hósvík og dagrøktin brádliga niður­ løgd. Tá tók hon avgerðina um, at nú skuldi gongd aftur koma á útbúgvingina. ­ Tað var hatta sparkið, sum gjørdi, at eg fór, sigur Kristina. Tvær ferðir hevði hon søkt inn á pedagogskúla í Føroyum, men fingið nokt­ andi svar. Men hetta skuldi ikki forða henni at fáa lívs­ útbúgvingina. Í 2005 flutti hon einsamøll frá familjuni í Hósvík, til Nørresundby, har hon tók pedagogiska grundútbúgv­ ing uppá 1 ár. ­ Hetta gjørdi eg eftir ein fyrilestur í Hvalvík, har ein kona greiddi mær frá um møguleikan fyri fjarlestri. Hon ráddi mær til at taka hetta fyrireikingarskeiðið,fy ri at fyrireika meg til at fara í skúla, greiðir Kristina frá. Dýrt upplivilsi Í 2006 fór Kristina undir fjarlestur. Tað merkir at hon lesur yvir internetið, og ferðast millum Føroyar og Danmark umleið eina ferð um mánaðin. Men hetta er ikki ókeypis, og landið stuðlar ikki hesum. ­ Tilsamans hevur tað nokk kostað mær eina kvart millión at fáa hesa útbúgv­ ingina, greiðir Kristina frá. Men nú trý ár seinni angr­ ar hon als einki, og stendur við próvnum í hondini, sam­ an við dóttrini Vónbjørt, ið eisini er liðug við sín lesnað sum pedagogur. Ætla heimaftur, men ikki enn Fyri at fáa útbúgvingina mátti unga Vónbjørt flyta niður saman við sjeikinum Alf og soninum Ára. Tey búgva nú í Aalborg, og hóast tey bæði hava røtur í Hósvík og eiga hús saman í Hósvík, koma tey ikki heim aftur beinan vegin. Sjeikurin Alf fór nevniliga eisini tíðliga úr skúlanum, og hevur arbeitt sum sjómað­ ur og timburmaður í fleiri ár. Men tá Vónbjørt dró hann við til Danmarkar og fór undir útbúgving, tók hann eisini lesibrillurnar upp á aftur, og fór undir útbúgvingina til skipsførara. ­ Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur Vónbjørt. Tó er ein viss óvissa í luftini, tí sonurin, Ári, er illa plágaður av allergi og umstøðurnar at koma heim aftur við honum eru truplar. Hetta vóna tey tó ikki fer at forða teimum at koma heim­ aftur til heimbygdina Hósvík. Í kvøld fara tey at halda veitslu saman við familju, vinum og kenningum, ið eru sera nógv har á leiðini. Men mánadagin gongur leiðin hjá Kristinu og Andr­ as aftur til Føroyar, meðan steðgurin verður nakað longri hjá Vónbjørt og Alf. Mamma og dóttir pedagogar í senn Leiðirnar til útbúgvingina vóru sera ymiskar bæði í longd og í máta. Fríggjadagin kundu tær báðar Kristina og Vónbjørt Nybo tó báðar gleðast um at kunna kalla seg pedagog mynd: Andras Nybo Farna fríggjadag fingu sjey kvinnur úr Føroyum prógv sum pedagogar á Dannerseminariet i Jægerspris Sjey fjarlesandi pedagogar F.v.: Anne Ellebye Olsen, Jansy Sigurgun Kjelnæs, Masa Kristina Nybo, Mary Petersen, Rikke Sørensen, Tove Hjørleifsdóttir Jakobsen og Judith Joensen