fríggjadagur 3. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009
Tað eru umboð fyri fimm ymisk
ar ítróttargreinar í Fugla firði,
sum sita í varmakeldunevndini.
Hesi eru Bogi Thomsen, sum er
formaður og umboðar fótbóltin,
Vónbjørt Olsen, sum umboðar
fimleikin, Óluvá Bærentsen,
umboðandi badminton,
Aleksandra Georgsdóttir, sum
umboðar flogbóltin og Heðin
Olsen, umboðandi Fuglafjarðar
Svimjifelag.
Kappróður var eisini um boð
aður í nevndini á seinastu stevnu,
men er ikki við í ár, tí felagið
tekur sær av kappróðrinum
burturav.
Meðan kappróðurin fær inn
tøkurnar av søluni av atgongu
merkjum, deila hini fimm feløg
ini ágóðan av restini av stevnu
tiltøkunum, sum tey í felag
standa aftanfyri. Stóra dansinum
leygarkvøldið stendur Mentanar
húsið fyri.
Varmakeldustevnan hevur
okkurt árið givið eitt hampiligt
avkast, meðan tað onnur ár hevur
verið trupult at fingið tað
fíggjarliga at hanga saman.
Men formaðurin í stevnu
nevndini, Bogi Thomsen, heldur
tó ikki, at tað er tann fíggjarligi
parturin, sum telir mest, tá
fuglfirðingar bjóða til varma
keldustevnu.
Sjálvandi kemur tað væl við
hjá feløgunum, um tey fáa nakrar
krónur burtur úr, men hinvegin
síggi eg hetta meira sum eitt
savnandi tiltak, har fólk hava
høvi at hittast, vera saman og
hugna sær – til gamans
og álvara.
Vónbjørt Olsen,
sum nú áttandu ferð
er við til at skipa
fyri varmakeldu,
sigur, at tað er ein
serstakur dámur yvir
stevnuni, tá
FMkappróður er.
Fuglafjørður og
Runavíkin skiftast
nevniliga um kapp
róð urin, sum
soleiðis er annaðhvørt ár á
hvørjum staði.
Kappróðurin dregur ógvuliga
nógv fólk til sín, og tá kappróður
er á Fuglafirði, kunnu vit av
røttum siga, at vit halda eina
veruliga varmakeldu, leggur hon
aftrat.
Tíðliga í gongd
Bogi Thomsen sigur, at tey fóru
tíðliga í gongd í ár við fyrireik
ingunum til stevnuna, og longu
23. januar helt varmakeldu
nevnd in sín fyrsta fund.
Vit royndu líka sum at koma í
gongd longu tá og soleiðis
skumpa undir tað, sum lá fyri
framman. Fólk hava arbeiði at
passa og hava aðrar skyldur fram
um at fyrireika eina stevnu. Tí
hildu vit, at rættast var at koma
nóg tíðliga í gongd við fyrireik
ingunum – ikki minst, nú kapp
róður eisini er við og soleiðis ger
stevnuna størri enn tey árini, tá
eingin kappróður er.
Hann vísir á, at á seinastu
varmakeldu vóru ikki færri enn
226 fólk í sving, og hetta vóru alt
fólk, sum arbeiddu ókeypis í
tveir tímar og meira.
Bæði Bogi og Vóngjørt eru
samd um, at foreldur og íðkandi
hava verið ófør at hjálpt til, tá á
hevur staðið.
Tað hevur gingið væl at fáa
fólk til ymisku uppgávurnar í ár,
og tað eru vit sera fegin um.
Uttan góðan stuðul, hevði eitt
slíkt tiltak ikki latið seg gera,
siga tey bæði, sum annars leggja
aftrat, at sjálvsagt gera ítróttar
feløgini eisini nógv fyri børnini í
økinum.
Gott »trekkplástur«
Bogi heldur ikki, at talið av
vitjandi í Fuglafirði er tvífalt so
stórt, tá kappróður er, sum tá
róður ikki er. Men hann dylur
kortini ikki, at kappróðurin er
eitt óført ”trekkplástur”, sum
hann tekur til, tí áhugin fyri
kappróðri er framvegis stórur í
Føroyum.
Nú liggja vit so nær Gøtu og
Leirvík, at nakað av
fólki kemur altíð
til bygdar, um
veðrið er gott á
varmakeldu. Í fjør
skipaðu vit fyri
fót bóltskapp ing
um, sum eisini
draga væl av fólki
úr granna bygd
unum, sigur hann.
Formaðurin í
varmakeldu
nevndini vísir á,
at eingin lands kappingardystur í
bestu deildini er á skránni á
stevn uni, men samstundis, sum
hann sigur hetta, uggar hann tó
fót bólts hugað við, at ein áhuga
verdur fótbóltsdystur kortini
verður fríggjakvøldið klokkan
19.
Tá fer vodafonliðið hjá ÍF
nevniliga at spæla dyst móti
U21landsliðnum, sum eitt nú
vann á russum herfyri. Hetta
kann gerast ein óføra spennandi
og áhugaverdur fótbóltsdystur,
nú U21liðið kláraði seg so væl í
kappingni, leggur hann aftrat.
Nógv áhugavert
Formaðurin í stevnunevndini
sigur, at nógv áhugavert og
forvitnisligt er á skránni í Fugla
firði um varmakelduna og tey,
sum ætla sær til Fuglafjarðar,
kunnu lesa skránna í Sosialinum
í dag.
Umframt stóra dansitiltakið í
Mentanarhúsinum leygarkvøldið,
har 18 ára aldursmark er, verður
DJdansur fyri teimum yngru í
Mentanarhúsinum fríggja kvøld
ið. Hópur av øðrum tiltøkum til
bæði stór og smá eru at fara til –
tað veri seg innan tivoli, undir
hald og ymisk mentanarlig tiltøk,
sum eru á skránni, sigur Bogi
Thomsen.
Vit kunnu skoyta uppí, at tað
verður Andrea Lervig, sum setir
varmakeldustevnu klokkan 11.30
leygarmorgunin og midnáttar
røðuna, sum hildin verður
leygarkvøldið klokkan 23.30,
heldur Sámal Matras Kristiansen.
Eftir røðuna verður felagssangur.
Sunnudagin klokkan 14.30
verður fólkafundur á torginum
við Mentanarhúsið, har flestu
uttanduratiltøk verða hildin. Tað
verður Ingi Samuelsen, fyrr ver
andi blaðstjóri á Dimmalætting,
sum heldur røðuna.
Fuglafjarðar Hornorkestur fer
at seta sín dám á setanina leygar
morgunin, eins og skrúðgonga tá
verður av fótbóltsvøllinum og
oman á torgið.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eini 200-300
fólk eru í sving
á varmakeldu
Tað er eitt stórt tak at skipa fyri einari stevnu,
og longu 23. januar hevði varmakeldunevndin
sín fyrsta fund. - Tað hevur gingið væl at fáa
fólk til ymisku uppgávurnar í ár, og tað eru
vit sera fegin um. Uttan góðan stuðul, hevði
eitt slíkt tiltak ikki latið seg gera, siga Bogi
Thomsen og Vónbjørt Olsen, sum bæði eru í
varmakeldunevndini
Bogi Thomsen, formaður í stevnunevndini, sigur, at á seinastu varmakeldu vóru ikki færri enn 226 fólk í sving,
og hetta vóru alt fólk, sum arbeiddu ókeypis í tveir tímar og meira. Nú taka fuglfirðingar seg saman til enn eina
varmakeldustevnu
Mynd: Vilmund Jacobsen
» … fríggjakvøldið klokkan 19 fer
voda fon-liðið hjá ÍF at spæla dyst
móti U21-lands liðnum, sum eitt nú
vann á russum herfyri. Hetta kann
gerast ein óføra spennandi og áhuga-
verdur fótbóltsdystur …«
Bogi Thomsen