fríggjadagur 3. juli 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2009
Loyvis
nevndin
ger einki
við tilboð
Loyvisnevndin ger
einki við ítøkiliga
málið, tey hava
viðgjørt, um at
skeinkistøð kappast
við at lata tilboð til
gestir sínar
LOYVI
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
– Tað stendur einki í rús
drekkalógini
um,
at
skeinkistøð ikki kunnu
lata avsláttur á rúsdrekka,
og tí fyriliggur einki
revsigrundarlag,
sigur
Bjartur Dalsgarð, formað
ur í Loyvisnevndini.
Men við skeinkiloyvin
um fylgja eisini treytir
um, at tú sum loyvishavari
millum annað skalt vísa
atlit til tað fráhaldsliga
og tað sosiala, og eisini
tá tað kemur til løgreglu
eru ávís atlit.
– Um tilboðini so hava
við sær, at nýtslan av rús
drekka veksur, umframt
at áðurnevndu atlit ikki
verða yvirhildin, so ber
til at fara inn við lóggávu
og vísa á hvar farið
verður út um mark, sigur
Bjartur Dalsgarð.
Í málinum, Loyvis
nevndin hevur viðgjørt
seinastu tíðina, ber tó
ikki til at fara inn vísa á
ítøkilig punkt, har farið
verður út um mark.
Sostatt fara vit helst
framvegis
at
hoyra
lýsingar við tilboðum
um »fimm skot fyri ein
ans...« ella »keyp eina
kalda fyri einans«...
Á festivalinum í
Kirkjubø fara tey at
selja øl fyri tíggju
krónur fløskuna á
tjaldingarøkinum.
Hinvegin sleppa
festivalgestirnir ikki
at taka øl ella tað,
ið sterkari er, inn á
festivaløki yvirhøvur
SKEINKING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
»Tú kanst til dømis keypa
ein
heilan
kassa
av
mæææh...« Lýsingin hevur
koyrt seinastu tíðina á Rás2.
Almenna loyndarmálið í
hesi lýsing er, at mæææh
merkir øl. Hesar eru altso
til keyps á tjaldingarøkinum,
tá festivalurin Við Múrin
fer av bakkastokki 16. juli.
– Tað verður øl í plastik
fløskum, sum verða til
keyps á tjaldingarøkinum.
Har verður ein básur, sum
selur øl fyri tíggju krónu
fløskuna, sigur Bjarni Kyst
er, ið rekur Bowlinghøllina
á Hálsi, sum stendur fyri
mati og drekka, ið verður
selt Við Múrin.
Hann sigur, at teir einans
ynskja at hava skipaði við
urskifti á tjaldingarøkinum
og á festivalinum sum heild,
og at tey tí gera hetta.
Vín fyri fyrstu ferð
At ølfløskurnar verða seldar
fyri tíggju krónur fløskuna
inni
á
tjaldingarøkinum
merkir, at festivalgestirnir
ikki sleppa at hava øl ella
tað, ið sterkari er, við sær
inn á festivaløki.
Bjarni
Kyster
ynskir
eisini at gera greitt, at bíligu
ølfløskurnar einans verða
seldar inni á tjaldingarøkin
um, og at tað ikki ber til at
taka hesar fløskurnar út um
tjaldingarøki.
– Á sjálvum festivaløkin
um hava vit barrir, sum
koma at selja øl og vín í
plastikgløsum, sigur Bjarni
Kyster.
At vín verður selt á einum
føroyskum festivali, er ikki
sætt áður. Ei heldur er søla
av øl í plastikfløskum, so í
so máta verður skeinkingin
Við Múrin eitt nýbrot.
Bjartur Dalsgarð, formað
ur í Loyvisnevndini, sigur í
stuttari viðmerking, at loyv
ini verða givin út frá teirri
umsøkn, sum fyriliggur og
út frá tí leistinum, tiltøk
verða skipað eftir.
Fyrireikarar fegnast
Mark Joensen, ið er ein av
fyriskiparunum av festival
inum í Kirkjubø, hevur ikki
tær stóru viðmerkingar til
skeingina Við Múrin.
– Vit hava latið sølu av
mat og drekka upp í hendur
nar á Bowlinghøllini og
fegnast um, at tey taka sær
av hasum og gera tað við
skili, sigur Mark Joensen.
Bæði G! og Summar
festivalurin siga, at
tey fara at skeinkja
sum tey hava gjørt
seinastu árini. Skonkt
verður á festivaløkin
um, meðan festival
gestirnir sjálvir syrgja
fyri sínum drykkju
vørum á tjaldingar
økinum
SKEINKING
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Teir báðir gomlu festivalar
nir kenna seg ikki freistaðar
at fylgja fótasporunum hjá
nýggjasta føroyska festival
inum. Við Múrin fara tey at
selja øl í plastikfløskum á
tjaldingarøkinum
fyri
einans tíggju krónur fløsk
una, men henda tátt ynskja
tey ikki at taka upp á G!
ella Summarfestivalinum.
Góðar royndir
Katrin Petersen, verkætlanar
leiðari hjá G!, sigur, at tey á
ársins festivali gera eins og
undanfarin ár. Á festival
økinum fara tey at selja øl í
plastikgløsum, meðan festi
valgestirnir sjálvir gera av,
hvat teir taka við inn á tjald
ingarøki at drekka, so leingi
hesin løgur er í glasfløskum.
– Vit ynskja ikki at taka
frælsi frá fólki fullkomiliga,
og tá vit hava serstakliga
góðar royndir undanfarin
ár, halda vit fram við hes
um, sigur Katrin Petersen.
Ein av fyriskiparunum
handan
Summarfestivalin,
Steintór Rasmussen, sigur
eins og Katrin Petersen, at
teir gera sum tey plaga í
Klaksvík. – Vit halda okkum
til tað, sum vit hava gjørt und
anfarin ár. Soleiðis sær tað í
øllum førum út í løtuni, sigur
Steintór Rasmussen, ið legg
ur aftrat, at tey nokk skulu
lata frætta, um tey finna upp
á okkurt annað.
Tað merkir so eisini, at
tey selja øl í plastikgløsum
á festivaløkinum, meðan
festivalgestirnir kunnu taka
øl og annað við inn á tjald
ingarøki, so leingi hetta er í
plastikfløskum ella dósum.
Hini gera sum tey plaga
MÆÆÆH við Múrin
Rósa Samuelsen á norðurlendskum
ráðharrafundi
Í vikuni var landsstýriskvinnan í almannamálum í Íslandi á norðurlendskum
ráðharrafundi í Íslandi. Til umrøðu vóru tær stóru avbjóðingar, sum norðurlendsku
vælferðarsamfeløgini standa fyri nú fíggjarkreppa hasar kring heimin, eitt nú í sambandi
við alheimsgerð, fíggjarkreppu og økta arbeiðsloysið. Í yvirlýsing verður sagt, at
neyðugt er at økja um samstarvið landanna millum fyri at lofta hesum avbjóðingum.
Nýggi Norðurlendski Vælferðardepilin verður sentralur í økta samstarvinum. Depilin
skal eitt nú klekja nýggjar hættir fyri at fáa arbeiðsleys og fólk, sum hava verið
sjúkrameldað í longri tíðarskeið, út á arbeiðsmarknaðin aftur.
Við Múrin verður einasti
festivalurin, sum fer at
selja øl í plastikfløskum
og vín í plastikgløsum
Mynd: Jens Kr. Vang