fríggjadagur 3. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2009
Ein partur av ætlaða
kreppupakkanum
hjá samgonguni er
at leggja eyka skatt
á allar inntøkur yvir
33.000 krónur um
mánaðin
KrepputiltøK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skulu føroyingar við
góðari inntøku, betala meiri
í skatti.
Tað er ein partur av
ætlaða og nógv umrødda
kreppupakkanum
hjá
samgonguni.
Nógv hevur verið gitt og
mett um, hvørji tiltøk,
samgongan ætlar at seta í
verk fyri at stýra Føroyum
ígjøgnum
kreppun
so
snikkaleysum sum gjørligt.
Alment fæst onki at vita,
tí bæði landsstýrismaðurin
í fíggjarmálum og løgmaður
hava hildið kortini tætt at
kroppinum og hava ikki
vilja lagt nøkur kort á
borðið, fyrenn tað er semja
um ætlanina og tað er púra
greitt, hvat verður í hesum
vælsignaða kreppupakka.
Samstundis hevur lands
stýrismaðurin álagt bæði
samgongufeløgum, politik
arum úr andstøðuni, fak
feløgum, kommunupolitik
arum og øllum øðrum, sum
hava fingið kunning um
kreppupakkan, onki at siga
um innihaldið í kreppu
pakkanum.
Kortini er mangt og hvat
likið úr fíggjarmálaráðnum
og frá vælvitandi keldum
hava fjølmiðlum greitt frá,
at ætlanin er at skerja
sjómannafrádráttin,
flyta
minstulønina yvir í ALS,
strika lønarhækkingina hjá
tí almenna og annað.
Men í morgun fortelja
vælvitandi
keldur,
sum
hava verið í fíggjarmála
ráðnum og fingið frá
greiðing um kreppupakkan,
fyri Sosialinum, at ætlanin
er eisini bæði at herða
skattatrýstið.
Skattahækking til
høgar inntøkur
Eitt tiltak, sum samgongan
ætlar at seta í verk fyri at
bøta um úrslitið á fíggj
arlógini, er, at allar inntøkur
yvir 400.000 krónur, skulu
betala eina eykaskatt upp á
2%, siga keldur okkara.
Tað merkir, at øll, sum
forvinna meiri enn góðar
33.333 krónur um mánaðin,
skulu rinda ein eykaskatt
upp á 2%.
Men á kunningarfundi um
kreppupakkan hevur Jóan
nes Eidesgaard lagt dent á,
er, at hesin eyka skatturin
skal bara vera galdandi í eitt
”avmarkað tíðarskeið”, sum
hann tók til.
Kortini segði hann onki
um, hvussu leingi hetta av
markaða tíðarskeiðið skal
vara.
Samgongan hevur eisini
aðrar ætlanir á skattaøkinum.
Landið meiri og
kommunurnar minni
Ein broyting, sum ætlanin
er at gera, er at hereftir skal
landið hava ein størri part av
partafelagsskattinnum og so
skulu kommunurnar fáa ein
tilsvarandi minni part.
So vítt, vit hava fingið
upplýst frá TAKS, er støðan
í løtuni tann, at landskassin
fær 62% av partafelags
skattinum og kommunurnar
fáa 38%.
Men
fyri
at
útvega
landskassanum eyka inn
tøkur, ætlar samgongan, at
hereftir skal landið fáa 64%
av partafelags skattinum,
ella tvey prosent meiri enn
nú, og kommunurnar skulu
fáa tilsvarandi tvey prosent
minni, enn tær fáa nú, ella
36%.
Strika havnargjald
Men hetta er ikki einasta
tiltakið, sum rakar komm
unurnar.
Ein partur av kreppu
pakkanum hjá landsstýrinum
er, at hereftir skulu skipini
hjá
Strandferðsluni
ikki
longur betala havnargjald í
teimum ymsu kommunun
um, har skipini hjá Strand
ferðsluni sigla til og frá.
Her skal kortini dentur
leggjast á, at strandfara
skipini
skulu
framvegis
betala
brúgvagjald
og
vørugjald,
men
gjaldið,
sum skipini betala fyri at
brúka tær ymsu havnirnar,
verður strikað.
500 milliónir í halli
Annars sigur kelda okkara,
at kreppupakkin hjá sam
gonguni vendir í høvuðs
heitum tann lættara endan
niðureftir.
Tað merkir, at arbeitt
verður eftir einum sosialum
leisti, har teir breiðaru herð
arnar við teimum hægru
intøkunum, skulu bera tær
lutfalsligu tyngru byrðarnar.
Kortini verður staðfest, at
tað verða fá, sum sleppa
heilt snikkaleyst.
Kelda
okkara
leggur
afturat, at hóast sparingar
skulu gerast og landskassin
skal hava meiri í intøku,
verður framvegis roknað
við
stórum
halli
á
fíggjarlógini
Tey tiltøk, sum ætlanin
er at seta í verk, eru bara
fyri at avmarkað hallið á
fíggjarlógini, tí samgongan
arbeiðir framvegis við eini
fíggjarlóg fyri næsta ár,
sum hevur eitt hall, sum
nærkast 500 milliónum.
Vælbjargaðir føroyingar
skulu betala meiri í skatti
Bárður til Tansania
Bárður R. Poulsen úr Tórshavn er settur sum
volontørur í Kirkjuligu Heimamissiónini at
virka í Tansania í Eysturafrika. Høvuðsupp
gávan hjá Bárði verður at undirvísa børn
unum Dinu og Lassa hjá trúboðaraparinum
Beintu og Havstein Klein. Bárður var liðugur
við Hægri Handilsskúla í summar, og hann
fer til Tansania seinni í juli.
MATINÉ í Havnar kirkju
leygardagin 4. juli 11.30
Matinéin verður við strúkikvartet við fýra ungum føroyskum tón
leikarum, sum spæla Mozart og Smetana. Allir leikararnir í kvartett
ini ganga á konservatorii í Keypmannhavn, spæla saman har og fáa
undirvísing í kvartetspæli. Heiðrun Petersen og Jákup Lützen spæla
violin. Jón Festirstein spælir á bratsj og Andreas Restorff spælir
sello. Á skránni er kvartet í dmol av Mozart og kvartet nr. 1 "Úr
lívið mínum" í emol af tjekkiska tónaskaldinum Smetana.
Øll, sum forvinna yvir 400.000 krónur um árið, skulu nú betala
meiri í skatti. Tað er eitt tiltak, sum Jóannes Eidesgaard ætlar at
seta í verk fyri at minkað hallið á fíggjarlógini. Men hóast fleiri
krepputiltøk, vænar landsstýrismaðurin framvegis, at fíggjarlógin
næsta ár fer at hava eitt hall ið nærkast 500 milliónum