fríggjadagur 3. juli 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009
At varmakeldustevna eigur
tørn til kappróðurin í
ár, setir ein serligan dám
á stevnuna í Fuglafirði.
Tiltakið er altíð størri
og meira áhugavert,
tá kappróður er við, tí
FM-róðurin savnar nógv
fólk
Varmakeldustevnan verður skip
að á tann hátt, at ítróttarfeløgini í
bygdini hava hvør sítt umboð í
eini stevnunevnd. Kappróðrar
felagið í Fuglafirði er tó ikki við
í hesi nevnd, tí ÍF Kappróður
tekur sær burturav av at skipa
fyri FMróðrinum, sum verður á
varmakeldu í ár.
Kappróðurin er størsta einstaka
tiltakið á stevnuni, og her verður
róð bæði í FMkappingini og við
barnaróðrum, sum byrja longu
leygardagin klokkan 13.
Úr Fuglafirði siga tey, at síðan
ÍF sum høvuðsfelag varð býtt
sundur, og eitt nú kappróðrar
felagið fór undir sítt egna
virksemi, eru umstøðurnar hjá
kappróðrarfólki í Fuglafirði
vorðnar nógv betri, enn tær vóru.
Hetta verður ikki sagt úr
Fugla firði fyri at seta niður á ÍF,
men tað er eyðvitað, at eitt felag,
sum hevur fótbólt í bestu deild
ini, noyðist at brúka nógva orku
upp á henda partin av virk sem
inum, um liðið yvirhøvur skal
halda seg uppi í deildini.
Og tá so er, er skjótt, at onkur
partur liggur eftir, sum ikki
verður nóg væl røktur.
Aktivt felag
Kappróðurin í Fuglafirði hevur
fingið góð hølir, sum Fuglafjarð
ar kommuna hevur latið
felagnum brúksrættin til. Hesi
liggja millum bedingina og
smiðjuna hjá Peturi Larsen.
Kappróðrarfelagið hevur gjørt
nógv við hølini, sum í fyrsta lagi
eru tett og sett í stand. Sosialurin
hevur skilt, at felagið, sum síðan
sundurskiljingina hevur verið
rættiliga aktivt, seinastu tvey
árini hevur brúkt einar 600.000
krónur upp á at seta felagshølini
í stand.
Nú FMróður verður á varma
keldu, er ætlanin at hava steypa
handanina uppi á lága takinum á
hesum bygningi. Takið liggur
umleið hálvan metur yvir alfara
vegi, og soleiðis sleppa fólk, sum
verða við til handanina, at síggja
tær manningar, sum taka ímóti.
Varpa út
Á øllum FMstevnum í kappróðri
er tað vorðin fastur táttur at hava
barnaróðrar, og soleiðis verður
eisini á varmakeldu, tá barna
róðrarnir byrja klokkan 13.
Róð verður í ymiskum aldurs
bólkum, og børn úr Fuglafirði
verða eisini við.
Kringvarpið varpar ikki
barnaróðrarnar út, men her hevur
kappróðrarfelagið í Fuglafirði
gjørt av at hava lokalfólk, sum
fara at syrgja fyri, at fólk uppi á
landi kunnu fylgja við, hvussu
gongdin er úti á ”feltinum”. Fólk
fara soleiðis at siga frá róðrun
um, og hátalarar verða settir upp
inni á málinum, sum plagar at
liggja millum Vónavirkið og
gomlu brandstøðina.
Hetta er soleiðis ein forkunn
ugur møguleiki hjá teimum, sum
eru á landi, at fylgja við gongdini
í barnaróðrunum.
Tveir bátar
ÍF kappróður luttekur annars í
FMkappingini í summar við
tveimum bátum. Hesir eru
5mannafarið Erla Kongsdóttir,
mannað við gentum, sum higartil
í kappingini hevur vunnið tveir
róðrar – og er endað á øðrum
plássi í tveimum róðrum. Síðan
er tað 6mannafarið Rodni,
mannað við monnum, sum
higartil hevur havt tað trupult –
ikki minst, tí kappingin millum
6mannaførini hjá monnum er
rættiliga hørð í ár, og teir bestu
bátarnir rógva ógvuliga væl.
Úr Fuglafirði verður annars
sagt, at kappróðrarmálini verða
stytt einar 30 metrar til róðurin
leygardagin. Veðurvánirnar siga
eitt lot av landsynningi, sum fer
at liggja inneftir fjørðinum. Hetta
merkir, at umstøður eru til at seta
met í kappróðrinum á varma
keldu í ár.
Framskundað
Varmakelda verður sett nakað
fyrr í ár, enn vanligt hevur verið
undanfarin ár. Hetta verður gjørt
fyri, at fólk, sum eru við til
setanina, eisini skulu kunna
fylgja við barnaróðrunum.
Vanliga plagar stevnan at vera
sett klokkan 14, men leygardagin
fer Andrea Lervig at seta varma
keldu longu klokkan 11.30.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kappróður setir
serligan dám á í ár
Árstíðirnar –
framsýning á
varmakeldu
- Magni Mikkelsen teknar
tað, sum hann sær og
leggur til merkis. Hetta
er øðrvísi enn tað, sum
fjøldin av fólki sær. Tað
siga tey á Verkhúsinum
Stíggi, sum skipar fyri
framsýning á varmakeldu
Verkhúsið Stíggjur í Saltangará
verður við á varmakeldu við
áhugaverdari framsýning og sølu,
sum verður nevnd ”Árstíðirnar”.
Á framsýningini verða lista
verk hjá toftamanninum, Magna
Mikkelsen.
Magni teknar tað, hann sær og
leggur til merkis, men sum
kortini er øðrvísi enn tað, sum
fjøldin av fólki sær. Hann teknar
tað, sum er inni í rúminum,
teknar linjurnar, har loft og gólv
møta horninum, gjarna í trívídd.
Sansiupplivildi
Á varmakeldu bjóðar Stíggjur
eisini eitt øðrvísi sansiupplivilsi,
sum tey rópa tað. Her verða stór
og smá leidd gjøgnum árstíðirnar
og fáa allar sansirnar stimbraðar.
Ævintýrið um landið við æviga
várinum verður eisini at hoyra.
Stíggjur fer eisini at selja
hond virkaðar lutir, sum eru
gjørdir á verkhúsinum.
Framsýningin hjá Stíggi verður
í Arbeiðsmannafelagshúsinum í
Fuglafirði, og opið verður
fríggja dagin frá klokkan 1719,
leygardagin og sunnudagin,
báðar dagarnar frá 1620.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Kappróður verður á varmakeldustevnu í ár, og í Fuglafirði hevur kappróðrarfelagið tikið stig til, at eisini barnaróðrarnir verða útvarpaðir av lokalfólki
Mynd: Vilmund Jacobsen
Genturnar umborð á Erlu Kongsdóttir hava roynst drúgvar í summar
Mynd: Jóannes Nielsen