fríggjadagur 3. juli 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 125 - 3. juli 2009
Við keypinum av
ognunum Niels
Finsensgøta 7
hevur Tórshavnar
kommuna tikið eitt
stórt stig á leiðini at
menna mentanina
í miðbýnum.
– Løtan tóktist hin
rætta, og keypið er
útreiðsluneutralt fyri
kommununa, sigur
Bogi Andreasen,
varaborgarstjóri
MENTAN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bogi Andreasen hevur í mong
ár arbeitt fyri mentanini í
Havn, og nú hann er valdur í
býráðið, eru møguleikarnir
næstan óavmarkaðir.
- Ja, eg brenni fyri ment-
anini og havi altíð gjørt tað.
Eg havi arbeitt her á
Margarinfabrikkini í eini 5-
6 ár, og mínar royndir siga
mær, at alt ber til, bara
mann er positivur, sigur
Bogi Andreasen.
Og í so máta hevur hann
alt gott at bera umsitingini.
- Hon hevur altíð verið
sera fyrikomandi og positiv,
sigur Bogi Andreasen.
Hann heldur sjálvur, at
hann dugir at síggja møgu-
leikar í næstan øllum, og
hann heldur, at miðbýurin í
Havn er »genialur« til ment-
anarlig tiltøk.
- Tá Joto 7 og Suðuroyar
Sparikassi fluttu út úr
hølunum í Niels Finsensgøtu
7, læt møguleikin seg upp,
at gagnnýta hølini til fulnar
í sambandi við býarbóka-
savnið.
Tað er jú soleiðis, at
býráðið fekk bjóða hesar
ognir fyri nøkrum árum síð-
ani fyri 25 milliónir krónur.
Nú stóð tað okkum í boði at
ogna okkum bygningin fyri
17, og tá tað samstundis
merkir, at keypið er komm-
ununi útreiðsluneutralt, er
hetta tann perfekta loysnin,
sigur Bogi Andreasen.
Hann
hevur
sjálvandi
gjørt sær sínar tankar um,
hvussu hølini kunnu brúkast
á besta hátt.
- Simme er jú ein institu-
tión í býnum, so sjálvandi
skal hann hava loyvi at
verða verandi. Samstundis
vil hann fegin flyta út til
vegin og tað merkir, at vit
kunnu nýta tey hølini til eitt
nú internetcafé. So kunnu
hini hølini út móti vegnum
nýtast til hugnahøli, har
fólk til dømis kunnu koma
inn at lesa bløðini, sigur
Bogi Andreasen.
Lív í miðbýin
Varaborgarstjórin
hevur
tankar um at draga Eik
Banka inn í konseptið við
at lata upp fyri bakgarðinum
har standmyndin er, so tað
økið kann virka sum eitt
spæli- og rekreatiónsøki hjá
børnum og vaksnum.
- Hugskotið er í veru-
leikanum ikki tikið úr
leysari luft. Tað fekk eg úr
einari bók hjá soninum,
meðan eg læs fyri honum í
seingini. Í bókini var eitt
mentanarhús, har alt bar til.
Eg ímyndi mær, at eini
foreldur kunnu sita inni í
lesihølunum
og
lesa
dagbløðini, samstundis sum
tey eygleiða børn síni spæla
hinumegin
vegin,
sigur
Bogi Andreasen.
Á gøtuhædd kann so
eisini verða eitt barnabóka-
savn. Men hetta skal so alt
gerast í samráð við leiðsluna
á býarbókasavninum, legg-
ur varaborgarstjórin dent á.
- Tað er so javnan, at
barnagarðsflokkar
ella
smáir skúlaflokkar vitja, og
so mugu tey trampandi
allan vegin upp gjøgnum
trappurnar,
sigur
Bogi
Andreasen.
Samstundis skal holið inn
til Simma takast við í hølini,
so tá tú kemur inn gjøgnum
gamla gloppið, er tú inni í
býarbókasavninum.
Varaborgarstjórin metir,
at tað hevði verið gott fyri
miðbýin, at skapt hesar
karmar
hjá
býarbóka-
savninum.
- Tú hevði fingið meiri
lív í miðbýin og býar-
bókasavnið á tann hátt, men
tú hevði samstundis eisini
fingið eina rúgvu av ymsum
fólki at ferðast í tí fakliga
umhvørvinum,
sum
eitt
bókasavn jú er, sigur Bogi
Andreasen.
Hann hevur eisini tankar,
sum røkka eitt sindur longi
enn hetta.
- Vit kunnu jú ikki reka
vinnuligt virksemi so sum
handlar, men vit kunnu
stuðla undir at samantvinna
handil og mentan til gagns
fyri báðar partar. Tað átti at
verið so, at niðaru hæddirnar
á bygningunum í miðbýnum
vórðu nýttar til handilsligt
endamál, meðan tær ovaru
vórðu nýttar til bústaðir. Á
tann hátt tryggjar tú, at tað
er lív í miðbýnum alt døgn-
ið, sigur Bogi Andreasen.
Mentanar
høvuðsstaður
Eitt annað, sum arbeitt verð-
ur fram ímóti í sambandi
við miðbýin og gongugøtuna
er, at strekkið frá gos-
brunninum á Glade Hjørn
og oman til gamla komm-
unuskúlagarðin,
verður
bannað fyri bilferðslu.
- Hetta er tó nakað, sum
ikki verður gjørt, fyrr enn
tíðin er búgvin, undirstrikar
Bogi Andreasen.
Allar avgerðir eru bygdar
á undanfarnar avgerðir, og
varaborgarstjórin dylur ikki
fyri, at tað er undanfarna
býráði fyri at takka, at
komið er so langt á leið,
sum tað er.
- Eisini sitandi býráð er
sera positivt sinnað mót-
vegis mentanini, og alt letur
seg gera, um bara skil er í,
sigur Bogi Andreasen.
Hann sigur, at kommunan
ræður yvir rættiliga nógvum
bygningum, men orsøkin til
tað er, at føryska veðrið er
so skiftandi og vátt.
- Tað ber illa til at fyri-
reika nakað uttandura tiltak
í Føroyum, og tí er neyðugt
við so nógvum hølum, sigur
Bogi Andreasen.
Líka
síðani
Heðin
Mortensen gjørdist borgar-
stjóri fyri hálvum fimta ári
síðani, hevur hann tosað
um Tórsgøtu sum mentan-
argøtu, og nú liggja gamla
Meiaríið,
Margarin-
fabrikkin, Reinsaríið, skjótt
Perlan og so Miðlahúsið
rað á rað omaneftir, við
Vágsbotni um at gerast ein
mentanarblettur við stand-
myndini av Nólsoyar Páll,
fiskatorginum
og
skjótt
tveimum pubbum á veg út í
gamla Tinganes.
- Sum eg síggi tað hevur
Tórshavn
møguleika
at
gerast – og er kanska longu
– mentanarhøvuðsstaðurin
í Norðuratlantshavi, sigur
Bogi Andeasen.
Hann fegnast um evnini,
sum bæði land og komm-
unur hava havt, at varðveita
gamlar bygningar. Sam-
stundis fegnast hann um, at
her-og-nú ætlanin um at
fylla øll hølini í miðbýnum
er rokkin.
- Vit eru seinkaðir nakað
við ætlanunum við Perluni,
annars hevði tann bygn-
ingurin verið tikin í nýtslu
til ólavsøku. Nú verður tað
síðst í august. Men eitt er
bygningar
og
karmar,
kunsturin er at fáa alt at
virka, og at samantvinna
handilslív og mentan, sigur
Bogi Andreasen.
Fyribils hevur kommunan
so tikið enn eitt stig á leiðini
at
menna
mentanina
í
miðbýnum.
Menna mentanina
í miðbýnum
Bogi Andreasen fegnast
um, at kommunan
hevur keypt ognina
Niels Finsensgøta 7.
Bygningurin er í fýra
hæddum omanfyri jørð
og einari undir. Føroya
Banki fíggjar tær 17
milliónirnar, sum
bygningurin kostar
Mynd: Jens Kristian Vang
Gentur seldar til ættleiðing
Tey seinnu árini eru minst 80 gentur í kinesiska landspartinum
Guizhou tikin frá foreldrunum og seld fólki í USA og Evropa
sum ættleidd børn. Tað skrivar eitt alment blað í Kina í dag.
Prísurin fyri hvørt barnið hevur verið 16.000 krónur, og teir
pengarnir eru so býttir millum myndugleikarnar og tey barna-
heimini, sum genturnar hava verið á, til tey nýggju foreldrini eru
komin eftir teimum. Kinesiska blaðið vísir á, at 16.000 krónur er
júst tað, sum eini kinesisk foreldur skulu gjalda fyri at fáa
undantaksloyvi til at hava tvey børn. Tey, sum so ikki hava havt
ráð til at gjalda, hava mist børnini, sum síðani eru seld av
landinum sum ættleidd børn, skrivar blaðið.
Ainfluensan kann ikki steðgast
-Boðskapurin frá serfrøðini er, at tað ber ikki til at steðga A-influensuni.
Tað segði stjórin í WHO, Margaret Chan, á einari ráðstevnu í Meksiko,
har serfrøðingar og leiðandi fólk á heilsuøkinum tosa um A-influensuna.
Margaret Chan segði, at sjúkan er lutfalsliga veik, men at hon breiðir
seg støðugt skjótari. Tað seinna elvir til stúran, tí tað kann hava við sær,
at nógv liggja sjúk við hús, og tað fer at ávirka fíggjarstøðuna hjá
arbeiðsplássunum. Á ráðstevnuni í Meksiko hevur bretski heilsumála-
ráðharrin sagt, at heilsumyndugleikarnir har vænta umleið 100.000
nýggjar tilburðir av A-influensu um dagin seinni í summar.