Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 125 - 3. juli 2009 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Keynes - sjálvandi! Búskaparfrøðingurin Keynes hevur leingi verið krógvaður burtur í almenna orðaskiftinum. Tað var líkasum ikki pláss fyri tí búskaparfrøði, sum Keynes umboðar, í tí neokonservativa politiska universi, sum Reagan og Thatcher skaptu, og sum vit stríðast við enn. Keynes búskaparfrøðiligu ástøði bjargaðu heiminum eftir ræðuligu kreppuna í 1929. Grund- sjónarmið Keynes var, eitt nú, at, tá alt steðgar upp fíggjarliga og búskaparliga, so er tað bert staturin, tað almenna, sum megnar at seta gongd á aftur. Tað almenna kann til eina og hvørja tíð útvega neyð- turviliga fæfeingið. Tá alt steðgar upp, kann staturin, tað almenna sum tann einasti, venda skeivu gongdini. Í gjár høvdu vit sera áhugaverda og aktuella tíðargrein her í blaðnum eftir Hermann Oskarsson, búskapar- frøðing. Greinin nevnist The Paradox og Thrift og byggir greinin á eitt Keynes hugtak, ið sipar til væl- kenda kreppueyðkennið, at eingin vil nýta pening í krepputíðum. Tá búskaparkreppa herjar, fara øll at halda aftur. Tann einstaki, vinnulívið og tað almenna – øll spara. Hetta hendir sigur høvundin, tí øll hava mist álitið á, at tað verður nakað petti betur í morgin. Og ferðin á veg inn í kreppuna bara økist og økist, so hvørt sum sparingin tekur dik á seg. So hvørt sum íløgurnar minka, so hvørt sum keypið tórnar, so hvørt sum tað fjarðar á marknaðinum av berari pengasparing – tess verri verður kreppan. Tí tess minni verður umbiðið og keypt, tess minni skal framleiðast. Og tess minni framleiðslan gerst, tess færri íløgur skulu gerast. Búskapur heimsins er soleiðis komin í ein súg móti botni, sum melur alt skjótari, so hvørt sum pengasparingin tekur dik á seg (citat). Hetta er í veruleikanum eitt paradox, ein tvørsøgn, tí tað skuldi verið alment galdandi sannleiki, at tað altíð loysir seg at spara, ikki minst í krepputíðum. Vit gloyma, at hesin hugburður bert økir um kreppuna, tí nýtslan minkar, umsetningurin fer í botn við øllum teimum neiligum fylgjum, vit kenna: húsagangur, arbeiðsloysi, virksemið steðgar og úrtslitið er enn meira kreppa. Tað var bragd Keynes, at hann fekk Roosevelt fyrst og síðan flestu vesturlendsku stjórnirnar at skilja hetta paradoxið og at taka jaligu búskaparpolitisku avleiðingarnar. Við at fylgja hyggjuráðum Keynes megnaðu nógvar av heimsins stjórnum at venda skeivu gongdini og kreppan hasaði so líðandi av. Men Keynes bjargaði ikki bert búskapinum, hann bjargaði eisini fólkaræðinum. Har sum, stjórnirnar fylgdu ráðum Keynes, har styrktist fólkaræðið – har sum stjórnirnar nýttu onnur amboð, har viknaði tað. Týskland er í hesum høpi mest syndarliga dømið. Alt bendir á, at okkara politikkarar lítlan hug hava at nýta Keynes búskaparliga ástøði í tí kreppu, sum nú vindur uppá seg. Orsøkirnar eru helst ideologiskar. Hetta ástøði gongur ímóti grundsjónarmiðunum hjá tveimum av samgonguflokkunum. Hetta er mikið spell, tí vanligt vit og skil sigur, at Keynes er svarið, tá tað ræður um at stimbra ein skrantandi búskap. Samgonga og andstøða eiga, meðan væl er, at lurta eftir Hermanni, sum skrivar, at nú eigur Keynes at dragast úr neysti. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Alvin Elleby Andersen alvin@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Mánadagin 29.06.09 gjørdi Tilhaldið á Sandi útferð til Sørvágs Farið var av Sandi klokk­ an hálvgum átta við bussi til Skopunar. Við vóru 23 fólk. Úr Skopun komu tvey fólk afturat. Síðani við Teistanum yvir á Gomlu­ rætt. Av Gomlurætt koyrdu vit til Sørvágs. Tá ikki øll kundu fara í bátin á Vatninum, fóru nøkur við og tey, ið eftir vóru, fóru við bussinum at síggja seg um í Vágum. Túrurin eftir Vatninum er drúgvur at sigla, men tey bæði, ið manna bátin, eru so blíð og hava tey røttu evnini til at undirhalda fremmandafólki. Sigast má um mannin, Ólavur, hann er, sum tað stendur í sanginum: »Fittari drongur í kropp og skinn, tú leingi skal leita eftir«. Borðreitt varð við kaffi og køkum, meðan siglt var. At leggja at brúnni, tá vit vóru komin yvirum, tað minti um landgongina í Fraklandi undir seinna heimsbardaga. Tað bleiv full ferð sett á, til fremri endin á Flakanum náddi atløguplássinum. Vit vóru ávarað um stoytin, so eingin bleiv forskrektur. So skjótt gekk tíðin, meðan siglt var, at vit vistu ikki av, fyrr enn hann var at enda komin. Krókstavar vóru til tey, ið ikki vóru væl fyri at ganga á ósløttum lendi. Teir komu væl við hjá fleiri. Veðrið var av tí allar fagrasta, so tað var sera áhugavert at síggja lendið har hjá tí, sum ikki hevur verið har áður. Tá vit komu umborð aftur, stóð borðið fullrokað við góðum mati, døgurði av hotellinum í Vágum. Tá vit komu aftur at landi, komu tey umborð, ið ikki høvdu verið við á Flakanum. Vit fóru í buss­ in. Har var frásøgumaður við, og koyrt var til Miðvágs á Krígssavnið. Tað var sera áhugavert at koma inn. Har er nógv at síggja av lutum og myndum frá tí tíðini. Tað er at vóna, at okkara ráð­ andi vera góða við Savnið og syrgja fyri, at tað fær tann fíggjarliga tørvin, ið krevst til eitt slíkt savn. Úr Miðvági fóru vit til Gásadals. Nøkur av okkum høvdu ikki verið har áður. Har er eisini vakurt og sjáldsamt fyri okkum síggja. Serliga fyri okkum, sum eru uppvaksin á slættlendi, er tað næstan áfatiligt at hugsa sær, hvussu stríggið tað man hava verið at kunna yvir­ liva á einum plássi, sum hevur verið so tungvunnið at koma til og frá. Til seinast vil eg takka Tilhaldinum fyri túrin og fyristøðukvinnuni Kristinu fyri hennara hjálpsemi. Ein serlig tøkk til tey í Sørvági, sum vóru um okkum. Eftir Vatninum PALLE DALSgAArD Til øll fakfeløg á almenna arbeiðasmarknaðinum Góðu tit sum, ganga á odda fyri fakfelagsrørsluni innan almenna starvsøkið, latið tykkum ikki lumpa, ella rættari sagt, latið tey ikki lumpa okkum. Tey eru fíggjarmálaráðharrin Jóannes Ejdesgaard og hansara fólk. Sami maður, sum fyri fáum árum síðani segði, at nú var klassa­ kampurin av, hóast gjógvin millum rík og fátøk alsmat gerst størri, eisini í okkara samfelagi. Tað kann í fyrstu syftu kennast rættvíst at vísa samfelagssinni við at takka nei takk, til vunnu lønarhækkingina í oktober. Hetta tí lyfti eru frammi um, at so slepst undan skerjingum á almenna økinum.Tað trúgvi eg lítð uppá, eg eri stórliga bangin fyri, at um tit bukka og takka fyri tykkum nú, so koma vit at standa við bæði manglandi forvunn­ um rættindum og við skerjingum innan økið. Skerjingarnar seinastu árini hava longu rakt arbeiðið á almennu stovn­ unum meint. Serliga eru samdøgursstovnar og ávísar tænastur innan almenna økið, har brúkarin hevur tørv á nógvari hjálp , hart rakt. Hetta kunnu vit ásanna og tað er ikki sørt, at starvsfólk í stóran mun geva sær sjálvum skuldina fyri hesar sparingar. Tá peikað verður á alment lønt starvsfólk sum kostn­ aðarmiklasti postur í sam­ felagnum, so fær ein ringa samvitsku og hevur hug at trekkja seg og siga, nei takk til longu forvunnin rættindi. Vit eiga ikki at taka á okkum skuldina fyri vánaligu fíggjarstýringina í landinum. Vit eiga tvørturímóti at rætta ryggin og halda fast um tey rættindi vit hava samráðst okkum til. Vit eiga eisini at krevja, at politiska skipanin ikki turkar hesar avleiðingar av uppá okkum. Eg trúgvi at tað eru leiðarar innan almennu skipanina, sum vóna, at eingin lønarhækk­ an verður í heyst, tí so standa teir eftir við einum enn størri trupulleika enn nú, nevniliga við trupulleik­ anum av at reka stovnarnar forsvarliga. Tað er eingin ivi um, at tænastan til brúkaran innan almennu skipanina er verri nú enn áðrenn. Trupult er síggja hvussu vit loysa hendan trupul­ leikan, men hann verður ikki loystur av vit siga nei takk, til lønarhækkan. Tvørturímóti koma vit at ásanna, at vit til tjúgund og síðst standa eftur við einum tvíeggjaðum svøri. Við vón um, at fakfelags­ rørslan stendur saman og vísur sína styki nú á stendur. At vísa samfelagssinni Tá vit í Sosialinum nr. 123 mikudagin 1. juli á síðu 10 skriva eina grein um »Mafia­ metodur í Mentamála­ ráðnum« og á somu síðu hava eina gren um ein italskan mafialeið­ ara, sum er útflýggj­ aður italsku myndug­ leikunum, so skulu vit fyri rættleikans skuld siga, at einki samand er millum hesar grein­ ar, sum púra av tilvild er komnar á somu síðu. Vit biðja tí fólk í Mentamálaráðnum umbera okkum hetta mistakið. blaðstj. Rætting MAUD WANg HANSEN