Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009 Í Fuglafjarðar kommunu, sum umframt Fuglafjørð eisini fevnir um Kambsdal og Hellurnar, búgva umleið 1550 fólk, harav sløk 200 búgva á Kambsdali og út við 30 á Hellunum. Borgarstjóri í Fuglafirði er Sigurd Simonsen, og hann heldur, at tað hevur riggað væl við, at Hellurnar eru við í Fuglafjarðar kommunu, tó at Oyndarfjørður, sum er grannabygdin, í sínari tíð gjørdi av at velja Runavíkar kommunu fram um Fuglafjarðar kommunu. - Tað er bara so spell, at smærru bygdirnar skulu minka, soleiðis sum tær gera. Her eru Hellurnar einki undantak. Hann vísir á, at Fuglafjarðar kommuna hevur gørt ymiskt á Hellunum, sum kundi verið við til at hildið bygdini og fólkinum búgvandi, men tað vísir seg, at sum tíðin gongur, máar burtur av fólkatalinum. - Hellurnar hava soleiðis fingið sparkivøll, sum fólk í bygdini eru ógvuliga glað fyri. Vi hava arbeitt upp á kloakkskipanina, og nú eru vit í holt við at seta upp eina reinsiskipan til drekkivatnið. Kambsdalur mennist Borgarstjórin sigur, at Kambs- dalur er eitt sera áhugavert øki í Fuglafjarðar kommunu. - Her liggur ein dalur, sum hevur at kalla allar fasilitetir – ídnaðarøki, bústaðarøki, skúla, ítróttarhøll, frítíðarskúla, og nú verður nýggjur barnagarður bygdur ovast í bygdini. Aðrir møguleikar, sum Kambs- dalur hevur at bjóða, er eitt nú sonevnda kommunufjósið, sum Alv keypti frá kommununi. - Tey hava bygt aftrat fjósinum, og her verður skjótt latið upp fyri verkstaði fyri fólk við niður- settum førleika. Mær er sagt, at her koma eini 25 fólk at arbeiða, og eg havi eisini skilt, at ætlanin nú er so nær, at søkt er eftir leiðara til virksemið hjá Alv á Kambsdali, ið ætlandi skal byrja til heystar. Sigurd vísir á, at á Kambsdali er eisini grivið út fyri nýggjum virkisbygningi, sum áhugaverda el-fyritøkan JT electric skal byggja. Á Kambsdali er eisini sparki- vøllur. Eitt sera áhugaverd verkætlan, sum er komin undan kavi á Kambsdali, er smápartafelagið Rhesa, sum arbeiðir við einum spennandi orkugranskingardepli, ið Fuglafjarðar kommuna og aðrir – bæði føroyingar og útlendingar – hava stuðlað. - Tað verður ógvuliga spennandi at síggja, hvat fer at spyrjast burtur úr hesum, sigur Sigurd. Bílig grundstyki - Umhvørvið á Kambsdali er hugnaligt, og eg haldi ikki, eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at øllum dámar væl at búgva har, leggur borgarstjórin aftrat. Fyrstu sethúsini vórðu bygd á Kambsdali í 1083/1984, og í dag búgva sløk 200 fólk í Dalinum. Borgarstjórin vísir á, at grund- stykkini á Kambsdali vórðu í sínari tíð seld nakað bíligari enn í Fuglafirði, men hann leggur dent á, at grundstykkini á Kambsdali framvegis eru bílig. - Í mun til dýrtíðina annars, er prísurin fyri grundstykkir á Kambsdali lítið og einki broyttur, síðan fólk byraðu at byggja har. Keypir tú grundstykki, sum ikki er byggibúgvið, liggur prísurin um einar 50.000 krónur, og tá eru íbindingargjøld í almennu skipanina íroknaði. Hann sigur, at Fuglafjarðar kommuna hevur lagt út átta grundstykki, sum verða gjørd byggibúgvin, og hesi verða seld fyri einar 120.000-130.000 krónur, og tá er longu klárt at seta fyrsta formin á. Hesi fyrstu átta grundstykkini í hesi útstykking eru øll seld, og vit eru farin í holt við næstu ”sektión”, sum hann tekur til. Tey næstu stykkini liggja beint við síðuna av teimum fyrstu átta. Byggja í Fuglafirði Men tað er ikki bara á Kambsdali, at bygt verður. - Vit eru í ferð við at leggja seinastu hond á eina útstykking í Stóragerði, har eg meini, at øll grundstykkini – eini 8-10 í tali - longu eru umbiðin. Hesi kosta umleið tað sama, sum tey byggi- kláru stykkini á Kambsdali, leggur hann aftrat. Orsøkin til, at eisini hesi grund stykkini kunnu seljast so bíliga er, at tey hoyra undir gomlu útstykkingina, sum varð gjørd, áðrenn prísirnir hækkaðu. Sigurd sigur, at byggiøkir framvegis eisini eru í bygdini í Fuglafirði. - Vit hava keypt lendið á eystara landinum – frá húsunum hjá Frits Johannesen og suður til Kirkjugjógv, og her verður pláss fyri eini 25 sethúsum. Hann sigur, at kommunan kortini ikki fer í holt við hesa útstykking, fyrr enn aðrar útstykkingar, sum kommunan er í holt við, eru lidnar. Pelagiskt virki Borgarstjórin harmast um gongd- ina hjá pelagisku vinnuni, sum hevur rakt virkið Havsbrún ógvuliga meint við ógvusliga minkandi rávørunøgdum. - Vit hava tí stungið høvdini saman í kommununi og eru farnir at tosað um møguleikarnar at byggja okkum eitt góðskingar- Fuglfirðingar umhugsa at byggja pelagiskt virki til matvøru framleiðslu - Tað er ikki bara Havsbrún, sum kennur sviðan av minkandi ráfiskanøgdunum, men so sanniliga eisini avleidda vinnan, sum á ymiskan hátt hongur upp í tí virksemi, sum var. Síni bestu ár keypti Havsbrún árliga meira enn 300.000 tons av pelagiskum fiski til sína framleiðslu, men í ár er væntandi, at samlaða ráfiskanøgdin fer at liggja niðanfyri tey 70.000 tonsini, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu Rávørutrotið hjá Havsbrún merkist eisini í avleiddu vinnunum, sum á ymiskan hátt merkja sviðan av, at virkið í Fuglafirði vantar rávøru til sína framleiðslu. Nú stuðlar Fuglafjarðar kommuna uppundir, at eitt pelagiskt virki til matvøruframleiðslu verður bygd í Fuglafirði, so virkini bæði kunnu supplera hvørt annað Mynd: Vilmund Jacobsen