fríggjadagur 3. juli 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2009
13
Tórshavnar Kommuna
søknast eftir vinnu
menning og landsstýrið
arbeiðir við einum
vakstrarpakka. Tað
hevði tað klætt lands
stýrinum at handla
visionert. Tí eru ráðini,
finnið leistin til gransk
arparkina framaftur
F
yri 1½ ári síðani var
løgtingið bert fáar dagar frá
at samtykkja eitt tað mest
framsókna uppskotið til
nýmenning innan vinnu- og
granskingarpolitikk, men
orsakað av at val val útskrivað í
ótíð, datt málið tíverri burtur.
Seinastu mongu árini hevur
javnan verið ført fram, at bio-
tøkni og kunningartøkni eru
øki, sum vit í Føroyum eiga at
fremja, tí hesi eru størstu
vakstrarøkini í heiminum.
Tí var semja í landsstýrinum
frá 2004 til 2008 um at leggja
lunnar undir at fremja biotøkni-
liga gransking, menning og
innovasjón í verki. Aftaná
drúgvt fyrireikingararbeiði,
legði undirritaði lógaruppskot
fyri løgtingið á heysti 2007 um
at at stovna partafelag at reka
granskarapark í Føroyum
(løgtingsmál 46/2007).
Sambært OECD eru gransk-
ing, menning og innovasjón við
til at betra um kappingarførið
og produktivitetin hjá vinnuni
og harvið eisini livistøðið í
einum landi. Drívmegin til
innovasjón eru tey hugskot, ið
stinga seg upp í netverkum
millum privatar fyritøkur og
almennar stovnar, har fólk við
m.a. náttúruvísindaligari bak-
grund og tøknifrøðiligum før-
leika á høgum støði starvast.
Vakstrarpotentiali
Biotøkniliga granskingin í
Føroyum, herundir gransking í
mannaílegum, er eitt av teimum
økjum, ið hava stórt vakstrar-
potentiali. Við at stovnseta
granskarapark og raðfesta bio-
tøkniliga gransking, menning
og innovasjón, fær hetta virk-
semið neyðugar karmar at
virka undir. Við hesi raðfesting
eru góð sannlíkindi fyri, at:
• Menna granskingarsamstarv
millum privatar fyritøkur og
almennar gransking-
arstovnar.
• Fleiri føroyingar og útlend-
ingar við útbúgving frá
hægri lærustovni fáast at
starvast í Føroyum.
• Gróðrarbotnur verður skapt-
ur fyri nýggjum vitanar-
tungum vinnum.
• Føroyski búskapurin kann
mennast at teljast millum
heimsins fremstu.
Við hesum sum støði varð í
2004 settur ein stýrisbólkur at
gera uppskot til granskarapark,
sum skuldi hýsa og vera karmur
um biotøkniligt granskingar-
virksemi. Í bólkinum sótu
umboð fyri Almanna- og heilsu-
málaráðið, Fiskimálaráðið,
Fíggjarmálaráðið, Mentamála-
ráðið og Vinnumálaráðið.
Tey granskingarøki, sum stýris-
bólkurin legði dentin á og mælti
til at fremja í granskaraparkini,
vóru:
1) Biotøkni:
Nýtslan av biotøkniligum hætt-
um í sambandi við matvøru-
framleiðslu (fiskur og fiska-
úrdráttir), djóraheilsu (alifiskur)
og mannaheilsu (ílegugransking
og heilivágsframleiðsla).
2) Biokunning:
Nýtsla av kunningartøkni innan
tey biotøkniligu økini, t.d. at
savna og greina stórar mongdir
av lívfrøðiligum, patologiskum
og genalogiskum data.
Hóast mælt varð til at leggja
serligan dent á biotøkni, so átti
granskaraparkin eisini at hýsa
øðrum tøkniligum verkætlanum
og fevna um vitanarflutning og
-spjaðing, heilt frá grundgran-
sking, nýttari gransking til
nýskapan og vørumenning.
Visjón
Visjónin var, at føroyska
granskaraparkin:
• Skuldi fáa miðsavnandi
leiklut í sambandi við
kommersialisering av
úrslitum innan biotøkni og
biokunning og skuldi gera
sítt til, at føroyskar fyritøkur
og vørur og tænastur standa
seg í altjóða kapping.
• Verða markamót millum
verandi vinnu, hægri nám,
granskingarumhvørvi og
íverksetarar.
• Stuðla vinnuligari menning,
nýhugsan og nýskapan við at
stimbra og menna sambond
og samskifti millum íverk-
setarar, granskarar, serfrøð-
ingar og vinnulív.
• Sameina og skapar synergi
millum íverksetarar, almenn-
ar granskingarstovnar og
vinnulívið.
• Draga til sín føroyskar og
útlendskar ”know-how”
fyritøkur.
• Draga til sín váðafúsan før-
oyskan og útlendskan kapital.
• Fáa samstarv í lag við gran-
skingarumhvørvi kring allan
heimin og soleiðis bjóða
nýggjastu vitanina og gransk-
ingarmøguleikar.
• Bjóða fram væl ment netverk
í umhvørvinum kring
parkina.
• Draga til sín føroyskar og
útlendskar granskarar og
onnur við fakligum førleika
og útbúgving frá hægri
lærustovnum.
• Skapa góðar umstøður at fáa
ment hugskot og verkætlanir,
har nýggjar fyritøkur kundu
síggja dagsins ljós og vera
burðardyggar, meðan aðrar
fyritøkur kundu nýta føroy-
sku granskaraparkina til at
menna seg og ganga nýggjar
leiðir.
Bygnaður
Leiðslan í føroysku granskara-
parkini skuldi vera nevnd við 5
limum. Tríggir skuldu hava
hollan fakligan førleika og
royndir innan biotøkniliga
gransking, og ein teirra skuldi
koma frá altjóða góðkendari
biotøkniligari granskarapark.
Tveir av stýrislimunum skuldu
hava fakligan førleika og
royndir innan vinnu.
Heilt serligar treytir skuldu
setast til stjórastarvið. Viðkom-
andi skuldi vera ein sokallað
“eldsál”, tá tað var mett umráð-
andi, at stjórin hevði framúr
góðan fakligan førleika, um-
framt evni í at samskifta og
íbirta.
Fyri at tryggja góðsku í
gransking og menning í parkini
var hildið týdningarmikið, at
leiðslan raðfesti samstarvið við
útlendskar biotøkniligar gran-
skararparkir og útlendsk fróð-
skaparsetur høgt. Samstundis
skuldi leiðslan fáa gott sam-
band í lag við føroyskar fyri-
tøkur. Granskaraparkin skuldi
soleiðis umsita sambandið
millum føroyskar fyritøkur og
nýggjar verkætlanir í gransk-
araparkini, umframt vitan frá
útlendskum biotøkniligum
vitanardeplum.
Fígging og bygging
Lógaruppskotið gav heimild at
nýta 10 mió. kr. av stovnsfæn-
um hjá Vinnframagrunninum at
skjóta inn sum partapening í
felagið. Byggikostnaðurin varð
mettur at vera um 75 mio. kr.,
sum skuldi fíggjast við einskilj-
ingarpeninginum, sum lands-
kassin hevði fingið við sølu av
almennum partafeløgum.
Fyrstu 4 árini skuldi landið
játta granskaraparkini fígging
til rakstur, ætlandi 4 mio. kr
fyrsta árið og síðani 3 mio. kr
næstu 3 árini. Sum fráleið fór
raksturin at hvíla í sær sjálvum.
Harumframt skuldi játtast
peningur til trý professoratir
fyrstu trý árini, sum ætlaðust at
verða sett innan humana
genomics, ídnaðarliga biotøkni
og djóra genomics.
Tíðliga í 2007 vóru fleiri
føroyskar arkitektafyritøkur
bidnar um at koma við óbind-
andi uppskotum um, hvussu
parkin kundi verða bygd.
Frammanundan hevði Vinnu-
málaráðið á samráði við
Tórshavnar Kommunu stungið
út í kortið, at granskaraparkin
skuldi liggja í lestrar- og
granskingarumhvørvinum á
Debesartrøð.
Í juli 2007 vóru fleiri hug-
takandi byggiuppskot løgd
fram, sum hvørt í sínum lagi
kundu verða virðiligur karmur
um granskaraparkina.
Samanumtikið
Tá lógaruppskotið soleiðis varð
lagt fyri løgtingið heysti 2007,
sást í sjónarringinum nýbrot í
samanrenningini millum vinnu
og framkomnari gransking. Við
samskipan av vitanini og roynd-
unum á Landssjúkrahúsinum,
Heilsufrøðiligu Starvsstovuni,
Havstovuni, og ikki minst Fróð-
skaparsetrinum, kundi gransk-
araparkin gerast ein depil, sum
saman við vinnuligari drívmegi
fór at førka Føroyar úr gransk-
inkarligari stagnatión til at
gerast eitt kraftdepil fyri gransk-
ing, menning og produktiviteti,
skapt úr heimligum jørðildi,
kjølfest við altjóða vitan og
royndum.
Granskaraparkin kundi
soleiðis gerast krumptappurin í
altjóða universiteti, har ikki
minst føroyskir útisetar við
starvi í alheims granskaraum-
hvørvum kundu venda heim-
aftur og leggja lunnar undir
gransking á altjóða stigi.
Undir fyrireikingini av upp-
skotinum til granskaraparkina,
fekk Vinnumálaráðið eisini
fleiri fyrispurningar frá vónarík-
um føroyskum granskarum
burturi í heimi um ætlarnirnar
við parkini. Útisetar, sum sóu
møguleikranar og visiónirnar
við átakinum.
Nú tað fíggjarliga brýtir í bæði
borð eiga vit at síggja møguleik-
arnar heldur enn at stara okkum
blind í trupulleikunum.
Her er granskaraparkin er so
avgjørt eitt satsningsøki, sum
eigur at vera tikið í stórsta
álvara. Serstakliga við nýggju
ílegulógini í baksýni, har
altjóða granskarum er heimilað
at fáa til vega blóðroyndir í
Føroyum at kanna á útlendskum
kanningarstovum, eiga vit at
skapa neyðugu karmarnar í
Føroyum, so at mongu kann-
ingarnar og granskingin í ymsk-
um sjúkum og frábrygdum
kann gerast her heldur enn
uttanlands.
Sæð í alheimshøpi er tað gott
fyri mannaheilsuna, at kanning-
ar verða gjørdar worldwide av
føroysku ílegunum, men fyri
føroyska gransking, vinnu og
búskapin er tað sjálvsagt best,
at slíkt kanningar- og gransking-
arvirksemi er í Føroyum.
Landsstýrið arbeiðir við
umskipan av inn- og útreiðsl-
unum á fíggjarlógini, umframt
einum vakstrarpakka. Tað hevði
tað klætt landsstýrinum at
handla visionert og framsøkið.
Tí eru ráðini. Finnið leistin til
granskarparkina framaftur,
justera uppskotið um neyðugt
og byggið land, granskingini,
vinnu – ja, øllum samfelagnum
at frama.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Vinnupolitikkur,
menning og gransking
Tíðargreinin
tíðargreinin
Bjarni Djurholm,
løgtingsmaður