Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009 7 virki til pelagisk fiskasløg í Fuglafirði. Sigurd Simonsen sigur, at tað líka sum er kommunan, ið hevur birt uppundir ein dialog við vinnuna um, hvørji ráð eru til at taka. - Høvdu vit eitt pelagiskt virki í Fuglafirði, sum virkaði hesi fiskasløg til matna, hevði Havsbrún samstundis kunna keypt slógv og annað, sum fall frá hesum virki, samstundis sum pelagisku skipini, sum landaðu til eitt slíkt virki, høvdu komið okkum nærri. ... Borgarstjórin sigur, at kommunan fer ikki upp í nakað vinnulív við pengum, men vil fegin verða við – eins og í so mongum øðrum verkætlanum – at skapa teir góðu karmarnar. Merkja avleiðingar - Tað er ikki bara Havsbrún, sum kennur sviðan av minkandi ráfiskanøgdunum, men so sanniliga eisini avleidda vinnan, sum hongur upp í tí virksemi, sum var. Hann vísir á, at Havsbrún síni bestu ár keypti meira enn 300.000 tons av pelagiskum fiski til sína framleiðslu, men í ár er væntandi, at samlaða ráfiskanøgdin fer at liggja niðanfyri tey 70.000 tonsini. - Tað er greitt, at hetta merkist – ikki bara hjá Havsbrún, men í økinum hjá okkum í síni heild, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri. –––––––––––––––––––––––––––– Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kann ikki takast frá Sigurdi Simonsen, borgarstjóra, at hjarta hjá honum liggur nær vinnuni. Hetta sæst eisini aftur í nógvum av teimum íløgum, sum Fuglafjarðar kommuna við honum sum borgarstjóra hevur gjørt Mynd: Vilmund Jacobsen