fríggjadagur 3. juli 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 125 - 3. juli 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
André Isholm Andrésen andaðist mánakvøldið á
Landssjúkrahúsinum, 41 ára gamal. Andakt verður
á Landssjúkrahúskapellinum fríggjakvøldið kl. 18.
Kistan ferð við flogfarið leygarmorgunin til Dan
markar. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Tey,
ið vilja minnast André, kunnu lata dótturini eina
gávu, konta í Eik.
Andlát og jarðarferðir
Føðingar
17. juni fingu Maria á Lakjuni Simonsen og Bjørn
Simonsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 55 cm long
og vigaði 4800 gr.
24. juni fingu Helen Skaalum og Jón Nielsen,
Sørvágur, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði
3150 gr.
25. juni fingu Rannvá av Reyni og Mourits Rubeksen
eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2950 gr.
26. juni fingu Anna Kirstin Hansen og Jesper K.
Hansen, Gentofte, eina dóttur. Hon var 50 cm long og
vigaði 3090 gr.
27. juni fingu Maibritt Hansen og Kári Matthiasson,
Langasandur, eina dóttur. Hon var 52 cm long og
vigaði 3700 gr.
28. juni fingu Dagny Miðskarð og Niels Hansen, sáli,
Klaksvík, ein son. Hon var 54 cm long og vigaði 3800
gr.
29. juni fingu Julia Høj Thomsen og Karstin
Magnussen, Tórshavn ein son. Hann var 53 cm langur
og vigaði 3800 gr.
29. juni fingu Hanna og Suni Andreassen, Argir, eina
dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4300 gr.
30. juni fingu Ragna Maja Kruse og Brian Kjær
Jensen, Tórshavn, ein son. Hann var 49 cm langur og
vigaði 2720 gr.
1. juli fingu Petra Eystberg Poulsen og Bjarni
Dánjalson Jacobsen, Vestmanna, ein son. Hann var 50
cm langur og vigaði 3600 gr.
60 ára føðingardagur
Sunnudagin 12. juli verður Eivind av Reyni í Havn 60
ár. Dagurin verður hildin í nýggju hølunum á Reyni
Service í Hoyvík 12. juli frá kl 12.00 til 17.00. Øll eru
vælkomin.
Dagurin
3. juli. Kornelius. Mong eru halgimenni, sum bera
navnið Kornelius, men teir vita ikki við vissu, hvør
hesin er. Summir halda, at talan er um pávan
Kornelius, sum varð tikin av døgum ár 253. Aðrir siga,
at sipað verður til høvuðsmannin Kornelius, sum var
fyrsti heidningur, ið var doyptur. Ápostlasøgan kap.
10. Navnið er latínskt ið kemur av orðinum cornu, ið
merkir horn.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Mikudagin 1. juli hevði Ingun W.
Larsen 25 ára starvsdag hjá Kringvarpi
Føroya.
Ingun kom í starv sum skrivstovu
lærlingur í Útvarpi Føroya 1. juli
1984, og í 1986 var hon sett í starv
sum skrivari hjá táverandi útvarps
stjóranum Niels Juel Arge. 1. mai
1990 tók Jógvan Jespersen við sum
útvarpsstjóri.
Tá útvarpið og sjónvarpið vórðu
løgd saman til Kringvarp Føroya í
2005, gjørdist Ingun skrivari í nýggja
stovninum. Síðan 1. apríl í fjør hevur
hon verið skrivari hjá núverandi
stjóranum Anniku Mittún Jacobsen.
Ingun sigur, at hon hevur trivist væl
í starvinum við nógvum ymsum
fyrisitingarligum uppgávum.
-red
25 ára starvsdagur
Bert ein lítil heilsan til mína elskaðu
mammu, sum nú, hon hevði fylt 84
ár, er farin foldum frá.
Tað er lætt at skriva nakað gott um
mammu, tí hon var tann besta mamm
an ein kundi hugsað sær, var altíð
klár tá ein hevði brúk fyri henni.
Hon gjørdi ikki tað stóra burturúr
sær sjálvari, men hevði sínar sterku
meiningar um tingini í dagligdegnum
og í samfelagnum sum heild. Hevði
altíð tíð at lurta og hoyra tað ein
hevði upp á hjarta og stuðlaði við tíð
góða orðinum. Mamma hevði eina
stóra vitan. Spurdi tú hana um
okkurt, ja so hevði hon oftast lisið
tað onkustaðni! Hugsi ofta hvussu
hon hevði tíð at lesa so nógv,
samstundis sum hon eisini seymaði
klæðir, gjørdi mat sum fáur, tók
ímóti gestum og alt møguligt annað
í heiminum.
Pápi sum altíð var upp á fartin,
bæði her heima, í Ìslandi, Englandi
og í Danmark, hevði ein hollan
stuðul í mammu. Arbeiðið hjá
honum sum sjómannstrúboði var,
umframt at boða gleðiboðskapin, eis
ini at vísa blíðskap og bjóða fólki
inn á sjómansheimið. Her hevði
mamma ein altavgerðandi leiklut.
Oftani var øll familjan við á hesum
ferðum, men vit fýra systkin vóru
sera tøtt, so onkuntíð mátti onkur
verða eftir heima. Eg veit at hetta
nívdi mammu nógv, men gott var tá
at hava góða familju og bygdafólk,
ið traðkaðu til. Tað skulu tit hava
stóra tøkk fyri.
Tað, sum serliga situr eftir frá hesi
tíðini, er hvussu spennandi tað var at
ferðast til onnur lond, serliga var tað
Ìsland, har vit eisini gingu í skúla í
periodum. Vit børn, sum komu frá
eini lítlari bygd í Føroyum, fingu á
henda hátt mangar upplivingar og
fingu víðkað okkara sjónarring, og
hevur tað eisini verið við at sett sín
dám á okkum øll. Sjálvt um tað ofta
var smátt við pengum, var tað altíð
spennandi, tá tey komu aftur, og vit
fingu sermerktar gávur, sum vóru
øðrvísi enn hjá hinum. Spennandi
var eisini, tá vit sjálvi vóru burtur og
komu heimaftur at siga hinum
børnunum í bygdini frá okkara upp
livingum. Kann serliga minnast ta
einu ferðina vit komu heim úr
Reykjavík við hvør sínum gittara,
sum vit sjálvi høvdu goldið fyri, við
at ganga við avísum o.a. vit vóru
sera stolt. Eina aðru ferðina komu vit
heimaftur úr Grimsby við eini “tan
demsúkklu”, sum børnini stuttleikaðu
sær óført við í bygdini.
Tey bestu minnini frá barnaárunum
og uppeftir er tann tryggi basin, ein
altíð hevði at koma aftur til, og
familjan sum var sera tætt knýtt, og
kærleikin frá foreldrunum sum var so
stórur. Vit systkini eru enn tætt knýtt,
sjálvt um vit hava búð langt frá
hvørjum øðrum í periodum.
Verið góð við hvør annan, tí
familjuna hevur tú altíð, meðan vinir
og kenningar fara og koma! Hetta var
tað foreldur okkara altíð søgdu við
okkum, bæði sum børn og ikki minst
eftir at vit vóru vaksin og sjálvi
fingu børn. Sjálvt um foreldur okkara
vóru sera ymisk, so vóru tey so
serliga góð hvørt við annað. Hettar
vístu tey eisini, heilt til tey vóru gom
ul og høvdu stóra umsorgan fyri hvør
øðrum, líka til pápi bleiv sjúkur og
doyði fyri nøkrum árum síðani.
Minnist nú við sorgblídni tær
góðu løturnar vit høvdu saman við
mammu tey seinastu 5 árini á Ellis
og Røktarheiminum. Tá ein kom á
vitjan, føldi ein seg heima og kom
eisini at verða góður við hini búfólk
ini og starvsfólkið. Má Harrin signa
tykkum øll í tí góða arbeiði tit gera
og taka tykkum so væl av teimum
gomlu, sum eru á heiminum. Tað
kann ikki sigast við nóg sterkum orð
um, hvussu stóran týðning tað hevur
at hava hendan møguleikan at lata
okkara kæru foreldur í hendurnar á
tykkum, tá tey blíva óhjálpin og
veik.
Ærað verið minnið um mína kæru
mammu, Amy Valentinu Olsen.
Oda
Minningarorð um
Amy V. Olsen, Rituvík
f. 16. juni 1925 d. 21. apríl 2009
Lesið Sosialin - so eru tit við