fríggjadagur 3. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 125 - 3. juli 2009
lýsingar
Stjórin á TAKS skal standa á odda fyri stovninum,
leiða og menna hann, og hava evstu ábyrgdina av
øllum stovnsins viðurskiftum. Stjórin skal saman við
hinum leiðarunum á TAKS seta framtíðarmál, gera
langtíðarætlanir og seta hesar í verk.
Stjórin veitir landsstýrismanninum í Fíggjarmálum
tænastur innan skatta- og avgjaldsfyrisitingar-
politikk. Stjórin hevur beinleiðis tilvísing til aðal-
stjóran í Fíggjarmálaráðnum.
Arbeiðsøkið:
Arbeiðsøkið hjá stjóranum er víttfevnandi og
avbjóðandi, og uppgávurnar sera fjølbroyttar.
Fíggjarstýring, lógararbeiði, trygdarviðurskifti, KT-
fakskipanir, leiðsla, uttanhýsis tænastuveitarar og
starvsfólkatrivnaður eru nøkur av viðurskiftunum,
sum stjórin á TAKS skal fyrihalda seg til. Stjórin
hevur eisini ábyrgdina av samskiftinum við borgarar,
virkir og ymsar samstarvsfelagar bæði innan- og
uttanlands.
Umráðandi er, at tú hevur hug og hegni at leiða, ert
fyrikomandi og dugir at laga teg eftir umstøðunum,
men eisini, at tú hevur støðufesti.
Vit vænta, at tú hevur:
• viðkomandi útbúgving
• hóskandi leiðsluroyndir
• góð samstarvsevnir
• visjónir
• lætt við at seta teg inn í nýggjar uppgávur
• evni at arbeiða undir trýsti
Setanarviðurskifti:
Starvið er lønt í 38. lønarflokki hjá tænastumonn-
um landsins og í eftirlønargjaldi verða goldin 15%.
Starvið er ikki tænastumannastarv, men verður sett
eftir serligari avtalu. Starvið verður sett 1. sep. 2009
ella eftir avtalu.
Umsóknarfreist:
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Petur
Alberg Lamhauge, aðalstjóra á telefon 352020 ella
senda eitt teldubræv til pal@fmr.fo.
Send umsóknina innan 7. august 2009 kl. 12.00 til
Fíggjarmálaráðið, postrúm 2039, 165 á Argjum.
STJÓRI TIL TAKS
STEPHANSSONS HÚS
FÍGGJARMÁLARÁÐIÐ
TAKS er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum. TAKS er skipað í fýra eindir. Á eindini á Argjum verður tann
yvirskipaða menningin løgd til rættis. Hinar eindirnar ávikavist á Tvøroyri, í Klaksvík og í Tórshavn røkja
raksturin innan avgjøld, innheinting og stuðul. 135 fólk starvast á TAKS.
www.naerverk.fo
Arbeiðsøki
Fíggjarstjórastarvið er eitt nýupprættað
starv í Nærverkinum. Sum fíggjarstjóri hevur
tú beinleiðis tilvísing til Mary í Garði, stjóra,
og tú verður partur av leiðslutoyminum.
Fíggjarstjórin fær ein stóran leiklut í
almennu vælferðini. Nærverkið veitir
tænastur til borgarar við serligum tørvi,
sum búgva heima, á bústovnum ella á
sambýlum.
Títt arbeiðsøki verður avbjóðandi og vítt-
fevnandi. Tú skalt kunna hava nógvar bóltar
í luftini í senn. Og tú skalt duga at halda
høvdið kalt, tá á stendur.
Uppgávurnar spenna allan vegin frá
fíggjarlógararbeiði, fíggjarstýring og fram-
rokningum til ráðgeving og vegleiðing
internt og eksternt og íverksetan av
broytingum og nýggjum tiltøkum.
Tú fært dagligu ábyrgdina av fíggjar-,
roknskapar- og lønarviðurskiftunum í
Nærverkinum. Fíggjarstjórin skal taka sær
av umsiting av rakstrargøgnum og felags
innkeypi. Og tað verður tú, ið skal samráðast
um rakstraravtalur og keypsáttmálar og
umsita hesi.
Játtanin til Nærverkið telist millum landsins
størstu. Tað krevur hollan fíggjarligan
kunnleika. Góð samstarvsevni eru neyðug, tí
kábalin skal ganga upp.
Við uml. 1400 starvsfólkum er Nærverkið
Føroya størsta arbeiðspláss. Nærverkið
er ein landsstovnur, og fíggjarstjórin
kemur at hava sítt dagliga arbeiðspláss á
Meginskrivstovuni, ið liggur á Argjum.
Vit vænta, at tú hevur:
· Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni,
t.d. cand.polit., cand.merc. ella cand.oecon.
· Viðkomandi starvsroyndir innan
fíggjarviðurskifti
· Viðkomandi leiðsluroyndir
· Kunnleika til almenna fyrisiting
· KT-kunnleika
· Hollan málsligan førleika
Setanarviðurskifti:
Setanarøkið er Nærverkið umframt Almanna-
málaráðið við stovnum. Starvið verður lønt
ájavnt 37. lønarflokk hjá tænastumonnum
landsins, umframt 15% í eftirløn, men uttan
at talan er um tænastumannastarv. Setanar-
treytir annars verða ásettar í sersáttmála.
Tann, sum sett/-ur verður, má tola broytingar
í starvsinnihaldinum.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Send umsókn við avriti av prógvum og
viðkomandi skjølum til:
Nærverkið
Stílað:
Mary J. í Garði, stjóri
Argjavegur 26, Postsmoga 3037
110 Tórshavn
Vilt tú vita meira um starvið, skalt tú venda
tær til Mary J. í Garði, stjóra á tel. 36 00 00.
Umsóknarfreist:
Fríggjadagin 10. juli 2009.
500 mió. krónur, sum skulu fíggja eldrasambýli, rakstur av røktarheimum,
heimarøkt, sambýli fyri menningartarnað, vardar verkstaðir, tænastur til
sálarsjúk og lønarútgjaldingar til øll 1400 starvsfólkini, ið starvast kring alt
landið. 500 mió. krónur, sum skulu stýrast við størsta hegni og nærlagni.
Heilsu- og sjúkrarøktEldrasambýli
RøktaRheim
HeimaHjálp
DagtilhalDØkisterapi
Bústovnar
Vardir Verkstaðir
Virknishús
Umlættingarstovnar
Sambýli fyri menningartarnað
TænasTur Til sálarsjúkheimarøkt
Meginskrivstovan, Postsmoga 3037, 110 Tórshavn, Tel 36 00 00, Faks 36 00 01, naerverk@naerverk.fo
500 milliónir krónur
Nýggi fíggjarstjórin í Nærverkinum skal stýra hesari upphædd.
Er tað tær, vit leita eftir?
Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá
tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt
Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru tríggjar deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan og Stuðulstænastan. Umleið 1400 fólk starvast í Nærverkinum.
sansir.fo