fríggjadagur 3. juli 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2009
29
lýsingar
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Góð frukt
...úr Keyps samtøkuni
Góð frukt
...úr Keypssamtøkuni
Í síðstu viku var tað hon sjálv
Lene Hansson, ið við við
eldhuga greiddi okkum frá
kynstrinum at grilla.
Tað er enn veður at grilla og
í dag fer hann sjálvur, Carsten
Olsen, a.k.a. Berskalluti Kok-
kurin, at siga frá sínari vitan.
Har Lene kanska meiri vendi
sær til damurnar, so er eingin
ivi í at Skalluti Kokkurin tosar til
mannfólkini. Her eru bál, tato-
veringar og Harley-Davidsson
motorsúkklur á breddanum.
Carsten Olsen er profes-
sionellur kokkur og stórur
grill-fjeppari. Seinastu 15 árini
hevur han arbeitt við at finna
bestu grill-loysnir. Burtur úr he-
sum er nú komin bókin, ”Grill
– med gnist og glød”.
Á 199 blaðsíðum letur hann
frá sær vitan og uppskriftir, so
øll kunna gera honum kynstri-
num eftir. 60 harra-uppskriftir
eru við. Tær eru allar siðbund-
nar, men kortini varliga nýtul-
kaðar eftir grundsjónarmiðum
Carsten Olsens.
Berskalluti kokkurin er ikki so
avgjørdur hvørt tú brúkar kol,
gass ella bál, men tú fært øll
preini, ið skula til at fáa gott
úrslit. Eisini sigur høvundurin
frá royking og hvussu tú gert
lekkurt tilhoyr, pesto’ir og
marinadur.
Í ringasta føri um tú ikki tímir
at grilla úti, so kanst tú tillaga
uppskriftirnar til eina grillpannu
inni í køkinum.
Hendan grill-bókin fer ve-
ruliga back-to-nature í sínum
uppskriftum sum millum annað
fevna um: grillað Serrano-
skinka við fikum, mozzarella,
akasiuhunangi og basilikum;
Paella við høsnarunga og
skeljadjórum; Royktar nøtir við
havsalti; kanel-ísur við grillaða
fruktsalat.
”Grill med gnist og glød”,
Carsten Olsen, Gylendal, 199
blaðsíðir, heft, kr. 275
Bál og brand – við
berskalluta kokkinum
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka