Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2009 15 Sunndagin 5. juli hava hjúnini Berghild og Jalgrim verið gift í 50 ár. Berghild er dóttur Sofíu og Napoleon Jacobsen á Glyvr­ um, og Jalgrim er sonur Karolinu og Sofus Hilduberg frá Gjógv. Vert er at leggja til merkis, at bæði eru børn hjá kendum rokskiparum: Berg­ hild er dóttir Napoleon á Glyvrum, og Jalgrim er son­ ur Gjáar Sofus. Flestu av tí eldra ættarliðnum kendu teir báðar fyri teirra virkisfísni á sjónum. Vit vilja við hesi lítlu grein ynskja tykkum báðum hjartaliga tillukku við »gull­ inum«. At liva saman í 50 ár er ikki bara ein sjálv­ fylgja, men tað hava tit bæði megnað til fulnar. Vit vilja her geva tykkum nøkur rósandi orð við á leið­ ini, fyri tað tit eru. Vit komu at kenna tykkum fyri gott og væl 28 árum síðan gjøgnum okkara og tykkara yngstu børn ­ Hervør og Duritu, og hevur vinskapurin verið góð­ ur og gevandi. Berghild fyri hennara leiklut sum ein góð mamma. Ja, ein mamma í orðsins rætta týdningi. Hon hevur føtt og uppalt síni 6 børn: Regin, lítla Beinta, sum var tikin frá teimum alt ov tíð­ liga, hon bleiv bert tvey ára gomul. Hetta setti djúp spor í lívi tykkara, men Harrin var tykkum til hjálpar og fingu tit aðra dóttur, sum eisini ber navnið Beinta. Síðan komu Eyðun og Unn og seinast eftirnølarin, Durita. Børn tykkara komu at vera tað seinasta ættarliðið, sum vóru passað heima av einari kærari móðurhond. Einki við at verða passað av fremmandum. Men tað kravdi so sanniliga ein pápa at breyðføða ein stóran barnaflokk, seks í tali Mær er fortalt av einum gomlum gjáarmanni, at Jalgrim kom heim aftur til Føroya við einum sera góð­ um prógvi sum sakførari. Hann arbeiddi sum fulltrúi í Landsstýrinum í ein mans­ aldur. Hann gjørdi ikki nógv burtur úr sær sjálvum, men gjørdi sítt arbeiði til fulnar ­ lítillátin við sínari stillu medferð. Ein ordans maður. Tá Berghild fyri stuttum fylti sjeyti, helt dótturin Unn eina fitta talu fyri móður síni. Hon helt, at mamma sín var fødd 20 ár ov tíðliga, tí hon kundi heilt sikkurt verði til okkurt stórt. Og geva vit henni rætt. Eftir at børnini vóru komin væl undan, settist hon á skúlabonk, 59 ára gomul, í »Kongens København« og kom út við einum góðu prógvi sum »sundhedshjælper« ­ flott. Síðan hevur hon verið úti í tí pulserandi arbeiðslívinum á Lágargarði, til hon mátti leggja frá sær vegna aldur, men tekur enn vaktir, tá ringt verður eftir henni. Tí, sum hon sjálv sigur: »Eg føli meg fríska og merki næstan ongan aldur«. Her skal ikki gloymast, ­ lívsins desert – barnabørnini, sum eru 7 í tali. Tey hava so sanniliga eisini merkt fløv­ an av einari góðari ommu og góðum abba. Tey elska at koma inn á gólvið í Han­ usargøtu. Eitt er vist, at børn tykk­ ara taka so dyggiliga undir við yrkingini hjá Absalon Joensen, sála: Tvey hjørtu sláa inni har, so trúgv sum trøll, so rein og kær, so góðskufull alt uttan grið í móðursbarmi, faðirs við. Vit vilja enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga tillukku við degnum, og at tit fáa eitt hugnaligt kvøld saman við børnum, verbørnum og barnabørnum á Lollandi. Blíðar heilsanir Familjan Skála á Dalavegi 40 Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Bergithe Andreassen (vanliga nevnd Gitta) Við Sjógv, Strendur andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Eysturoyar Røktar- og Ellisheim, og til øll, ið hjálptu til við jarðarferðini. Tøkk til tykkum, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjurnar vegna Jóhanna, Vilhelm og Regin Gullbrúðarparið Berghild og Jalgrim Hilduberg Okkara kæri pápi, abbi, langabbi og verfaðir Niels Pauli Djurholm úr Kollafirði andaðist hóskvøldið 2. juli, 95 ára gamal. Fyri tey avvarðandi Ingrid, Arnóra, Hans og Bjarni við familjum Myndin her er tikin í 1996 úti í Bakka í Havn í sam­ bandi við filmin Barbara, sum danski filmsleikstjórin Nils Malmros stóð fyri í 1996­97. Studieupptøkurnar byrj­ aðu í Stokholm í Svøríki í juni 1996. Um somu tíð vórðu uttanduraupptøkur­ nar gjørdar í Føroyum. Tær seinastu studieupptøkurnar vóru gjørdar í Keypmanna­ havn um heystið 1996. Filmurin var fyrstu ferð sýndur í Norðurlandahúsin­ um í Føroyum 28. september 1997. Í Danmark varð filmur­ in samstundis sýndur í 45 biografum. Filmurin kostaði tilsamans 38 milliónir krónur og er helst tann dýrasti danski filmurin, sum higartil er gjørdur. Á myndini eru seks stat­ istar, sum vóru við til films­ upptøkurnar. Vit vita ikki hvørjir allir eru, men nr. trý er Heðin Mortensen, nr. fimm er Johan Mortensen og nr. seks er Tummas Jacob­ sen. Heðin Mortensen eigur myndina, sum Jan Müller hevur tikið. Um onkur kenn­ ist við hinar á myndini er við­ komandi vælkomin at senda ein teldupost til: maggi@ sosialurin.fo. -red Statistar frá filminum Barbara