Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009 9 Klokkan 22 fríggjakvøldið verður fagnaðarløta við gamla svimjihylin í Fuglafirði, sum verður handaður bygdini. Hetta er útisvimjihylurin, sum fólk í Fuglafirði hava riggað til framsýningar av eitt nú forvitnisligum skulpturum. Á fagnaðar­ løtuni fer Kristina Tofte­ gaard Larsen, sum er forkvinna í mentanar­ nevndini, at halda røðu, og tónleikur verður at hoyra Í skránni fyri varmakeldu verða fleiri og ymiskar listaframsýn­ ingar í Fuglafirði, sum venda sær til allar aldursbólkar. Mest forvitnisliga framsýn­ ingin man vera hon, sum verður í gamla útisvimjihylinum í Fuglafirði, sum nú er ruddaður og prýddur við forvitnisligum skulpturum, ið ymisk fólk hava evnað úr betongi. Klokkan 22 verður fagnaðar­ løta við gamla svimjihylin, sum tá eisini verður handaður bygd­ ini. Í sambandi við hetta høvi fer Kristina Toftegaard Larsen, sum er forkvinna í mentanarnevndini, at halda røðu. Aðrar framsýningar Listaframsýningarnar, sum eru í Fuglafirði í sambandi við varma­ keldu, eru í fimleikarhøll skúl­ ans, har skipað málninga fram­ sýning hevur verið seinastu 40 árini, Verkhúsið Stíggjur fer at sýna fram framsýningina ”Árs­ tíðirnar” í Arbeiðsmanna felags­ húsinum, í Doktarahúsinum verður talgild list, sum í hesum førinum er gjørd á teldu. Við á framsýningini í Doktara­ húsinum eru bæði ráar og við­ gjørdar fotomyndir og onnur grafisk verk. Í Ribarhúsi sýna Michael og Anette Arleth fram prýðislutir og bronsuskurðmyndir, og tað eru eisini tey bæði, ið standa aftan fyri verkini, sum prýða fram við bátahylinum í Fuglafirði. Hesi ímynda portur út í heim og portur heim til bygdina – ella út í verð og heim í verð. Allar hesar framsýningar lata upp fríggjadagin klokkan 17, tá felags fernisering verður í fimleikarhøll skúlans. Úr Fuglafirði siga tey, at sama atgongumerkið kann brúkast til øll framsýningarhølini. 40 ár á baki Frits Johannesen, sum er primus motorur aftanfyri listarliga partin av varmakelduskránni, sigur, at tað í ár eru liðin 40 ár, síðan fyrsta skipaða listaframsýningin var í fimleikarhøllini í Fugla­ fjarðar skúla. Tað eru eisini 40 ár, síðan Fuglafjarðar Horn­ orkestur varð stovnað. ­ Tí hava vit valt at rópa hesi tiltøk undir einum fyri 40­ára fagnaður, sigur Frits Johannesen. Uppi í skránni fyri varmakeldu er eisini, at danski skemti­ filmurin, ”Blå mænd” verður sýndur í Mentanarhúsinum, og hesin filmur verður sýndur fleiri ferðir, meðan varmakelda er. Í skránni, sum er við í Sosial­ inum í dag, sæst, nær nevndu framsýningar eru opnar, og nær umrøddi filmur verður sýndur. Onnur tiltøk Fríggjakvøldið klokkan 20 verður eisini konserttiltak í Mentanarhusinum við Jonhard og Róa Eliasen Leygardagin klokkan 11 fer Kristina Joensen at lesa upp ævintýr, sum hon sjálv hevur skrivað. Ævintýrið kallast ”La’belle Luna” og er ætlað børnum, sum eru fýra ár og eldri. Erla Mortensen fer eisini at syngja tveir barnasangir, og hetta tiltak verður á bókasavninum. –––––––––––––––––––––––––––– Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fjølbroytt list á varmakeldu Á varmakeldu verður forvitnislig framsýning av skulpturum í gamla útisvimjihylinum í Fuglafirði, sum nú er ruddaður og prýddur við skulpturum, ið ymisk fólk hava evnað úr betongi