Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 125 - 3. juli 2009 Amerikanarar skifta trúgv Nú er staðfest, at fólkið í USA eru stórbrúkarar av religión og skifta ofta trúgv. Henda flytingin er oftað orsakað av, at hin einstaki følir ikki at andaligi tørvurin verður nøktaður ella bara ynskir eina aðra trúgv. Fyrr varð ofta hildið, at filisofiskar ósemjur lógu sum grund fyri hesi flyting­ ini, men nú er staðfest at so er ikki. Kanningin er gjørd sum ein eftirfylgj­ ari av eini kanning í fjør, har omanfyri 2800 fólk tóku lut, og er ein serlig lýsing av fyrrverandi katolikkum, protestantum og annars øðrum, sum skifta millum teirr ymisku trúarrætningarnar. Granskararnir meta, at mill­ um 47 og 59 prosent skifta trúgv eina ferð í lívinum, og er hetta hægri enn áður mett. Ein triðingur hevur skift trúgv tríggjar ella fleiri ferðir. Færri norðmenn trúgva uppá Gud Seinastu 18 árini er parturin av trúgvandi lækkaður við 10 prosentstigum. Í 1991 søgdu 78 prosent av norðmonnum at teir trúðu uppá Gud. Í dag er talið lækkað niður í 68 prosent, vísir ein kanning sum Stiftelsen Kirkeforskning hevur latið gera. Norska blaðið Vårt Land skrivar, at millum tey 18­24 ára gomlu sigur fjórði hvør seg vera ikki­trúgvandi. Ein orsøk til hetta kann vera, at fleiri fara undir hægri lestur og at fleiri fólk flyta til stórbýirnar. Tað er ikki hissini vitjan sum føroyingar fáa seinni í ár. Talan er um tann 70 ára gamla fyrrverandi bandaleiðaran, Nicky Cruz úr USA. “Hann er ætlaður til fongsul, til eletriska stólin ella til helviti”, søgdu fólk um hann fyri 50 árum síðani. Í dag boðar hann gleðiboðskapin um Jesus kring allan heimin Átrúnaður Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Leirvík: Hóast liggjandi góðveðrið seinastu tíðina, hava fleiri ungfólk í Leirvík eisini havt ein ávísan mann og eitt ávíst tiltak at hugsa um í øllum hitanum: Leygar­ dagin 24. og sunnudagin 25. oktober í ár. Navnið er Nicky Cruz, sum í síni tíð livdi eitt hart lív á gøtuni sum bandaleiðari í New York og við øllum tí, sum tað førdi við sær. So­ leiðis var tað einaferð, men soleiðis er tað ikki longur! Spennandi søgan um Nicky Cruz er longu kend um stóran part av tí kristna heiminum, tí hann er nógv brúktur sum talari í sam­ komum og aðrastaðni. Eitt av teimum støðunum, sum hann enn hevur til góðar at vitja er okkara land. Men nú kemur hann altso til Føroyar ­ longu í ár. Tað hevur nevniliga eydn­ ast ungfólki úr kristna um­ hvørvinum í Leirvík og leir­ víkingi í útlegd at fáa henda vælkenda mann við teirri serstøku søguni til Føroyar. Tey ungu fólkini eru kom­ in væl ávegis við teimum praktisku og andaligu fyri­ reikingunum til hesa stór­ fingnu vitjanina í oktober. Ætlanin er at henda vitjanin skal spyrjast, samstundis sum menniskju skulu fáa eyguni upp fyri, hvussu Gud kann broyta eitt manna­ lív fullkomuliga. ­ Søga hansara er bæði spennandi, ótrúlig og góð. Og tí ynskja vit, at føroying­ ar eisini fáa høvið at hoyra hana, siga tveir av fyrireik­ arunum, teir báðir leirvík­ ingarnir Jørgin Andreasen og Hans Fróði Hansen, sum í løtuni er búsitandi í USA. Tað er eisini hann, sum hev­ ur fingið sambandið við Nicky Cruz. Eitt lív á gøtuni Tað eru helst mong sum hava lisið søguna um Nicky Cruz, ið heilt frá barnaárum av føldi seg óynsktan í sínum egna heimi í Puerto Rico og ikki minst í hesum heimi. Foreldrini, ið hoyrdu til eina familju ið dýrkaði Sat­ an og misbrúktu hann av tí allar ringasta: Pápin hevði fyri at læsa hann inni í dúgvuhúsinum, meðan mamman bart út segði, at hon ikki ynskti hann. Út frá hesum fekk hann eina sera vánaliga byrjan uppá lívið, og hetta endaði við at hann rýmdi og flutti inn hjá beiggjanum sum búði í New York. Men sárini frá barnaárunum við honum allan vegin. Nicky byrjaði eitt lív á gøtuni, og kom við í ein av bandunum, sum tá herjaðu í býnum ­ Mau Mau, her hann stutt eftir gjørdist leið­ ari. Hevði bandin ringt orð á sær frammanundan, so gjørdist tað ikki betir eftir at hann gjørdist leiðari. Soleiðis gekk gerandis­ dagur hansara, og soleiðis hevði tað uttan iva gjørt í mong ár aftrat, um hann ikki hevði hitt ein serstakan mann á gøtuni ein dag. Hetta var David Wilkerson, sum í kristna heiminum er kendur víða hvar sum præd­ ikumaður. Henda hendingin fekk avgerandi ávirkan á restina av lívinum hjá bandaleiðar­ anum Nicky Cruz. Drep prædikumannin Hesin David Wilkerson hevði fingið eitt kall um at virka millum gøtubandar í New York. Og tað gekk hvørki verri ella betri, enn at teir báðir hittust ein dag ­ bandaleiðarin við tí ringa umdøminum og tann still­ føri prædikumaðurin við tí góða boðskapinum. David greiddi Nicky frá um gleðiboðskapin, og at tað var hóast alt ein ið elsk­ aði hann fram um alt. Orð­ ini um at Gud elskaði hann nú og altíð vildi gera tað, fullu ikki í góða jørð hjá hatska bandaleiðaranum. ­ Eg var so illur við Dav­ id, at eg hótti við at drepa hann, hevur Nicky seinni greitt frá. Men henda hótt­ anin helt kortini ikki Davidi aftur í arbeiði sínum. Hann gjørdi ikki mætari enn at taka eitt stig aftrat, og fara beinleiðis inn á høvuðs­ skrivstovuna hjá Mau Mau­ bandanum. Her endurtók hann boðskap sín, hóast Nicky stóð frammanfyri hon­ um við knýttum neva, klárur at langa honum ein framm­ aná og kanska drepa hann. David lat bara standa til: Hann stóð har og brosaði, samstundis sum hann bað fyri Nicky. Tvær vikur seinni skipaði David fyri eini møtirøð í grannalagnum, og her avgjørdi Nicky at fara fyri at lurta eftir prædiku­ manninum. Aftur á gøtuna Tað gekk ikki øðrvísi enn so, enn at Nicky og fleiri limir úr hansara banda vórðu frelstir á hesum møtum. Dagin eftir fóru teir allir sum ein á ta lokalu politistøðina fyri at lata inn aftur vápn, knívar og aðra útgerð sum teir høvdu brúkt í bandakríggjunum. Nicky Cruz fór aftur í skúla, byrjaði at lesa í Bíbli­ uni og hevur síðani virkað sum prædikumaður og fyri­ lestrarhaldari kring allan heimin. Hann gloymdi kortini ikki vinir sínar á gøtuni, men vendi aftur til teirra, og helt áfram at boða teimum um Ein sum elskaði teir framvegis. Hetta arbeið­ ið hevur eisini fingið avger­ andi týdning fyri teir nú fyrrverandi bandalimir. Nicky Cruz hevur eisini skrivað fleiri bøkur, og kom­ andi ár kemur ein filmur út um lív hansara. Filmurin er kallaður upp eftir teirri einu bókini “Run Baby Run”. Áðrenn tað fáa so føroyingar høvið at hoyra hann live, tá hann í oktober mánaði kemur higar at siga frá lívi sínum, umvending síni og hvussu Gud hevur verið við honum nú hann er farin um tey 70! Mordarin Nicky kemur til Føroyar Nicky Cruz Føddur: 6. desember 1938 í San Juan, Puerto Rico Søga: Fyrrverandi bandaleiðari og mordari í New York.Virkar nú sum prædikumaður kring allan heimin Nú: Kemur til Føroyar í oktober mánaði Tilfar: Hevur skrivað fleiri bøkur og í 2010 kemur filmur út um hann. Trailari frá filminum sæst á hesum linki: http://www.runbabyrunmovie. com/. ” David greiddi Nicky frá um gleðiboðskapin, og at tað var hóast alt ein ið elskaði hann fram um alt. Orðini um at Gud elskaði hann nú og altíð vildi gera tað, fullu ikki í góða jørð hjá hatska bandaleiðaranum. - Eg var so illur við David, at eg hótti við at drepa hann, hevur Nicky síðani greitt frá - Ein dagin segði mamma mín við meg: “Nicky, eg elski teg ikki. Tú ert ikki longur sonur mín. Far burtur frá ásjón míni!” Í dag er nógv broytt í lívinum hjá familjuni Cruz - Nicky er vorðin frelstur. Tað sama eru flestu av systkjum hansara - og mamman og pápin Nicky Cruz hevur skrivað fleiri bøkur, og fleiri bøkur eru skrivaðar um hann. Komandi ár kemur ein filmur út um lív hansara