fríggjadagur 3. juli 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125
Eingin gøla áðrenn Tour’in
Mikudagin var tað enn einaferð staðfest, at hollendski súklarin
Thomas Dekker var dopaður í 2007. Men annars eru ongar gølur á
trappuni, nú Tour de France verður skotið í gongd. Franska blaðið
L’Equipe skrivar annars, at fleiri positivar royndir eru gjørdar, sum
verða kunngjørdar áðrenn alt byrjar leygardagin, men hetta avvísir
Altjóða súklusambandið UCI. – Tað er lygn, tá L’Equipe skrivar so. Vit
hava ikki hóming av hvar søgurnar stava frá og hava ikki fleiri
avdúkingar sum er, sigur Enrico Carpani, talsmaður hjá UCI, við
sporten.dk.
Adidas skal fíggja
Ronaldo og Kaka
Real Madrid hevur brúkt eina ørgrynnu av pengum
upp á leikarar sum Ronaldo og Kaka. Nú vil forsetin
Florentino Pérez hava pengar í kassan, og sambært
heimasíðuni indkast.dk, hevur Pérez sett í samband
við Adidas, sum stuðlar felagnum frammanundan.
Sum er fær spanska felagið 225 milliónir krónur
árliga, men hesa upphæd vil Pérez hava tvífaldaða.
Ongantíð áður hevur
føroyska liðið í golf staðið
seg betur enn hesa ferð, og
undan síðsta umfarinum
vóru Føroyar nummar 15
av 22 oyggjasamfeløgum,
sum er nógv tað besta
nakrantíð. Og kvinnuligi
spælarin, vit hava við,
liggur í ovaru hálvuni
einslistir@kallnet.fo
Hilmar Jan
Hansen
Føroyskir golfspælarar eru fyri
triðju ferð við á Oyggjaleikum, og
fyrstu ferð var júst á Álandi, tá
leikirnir vóru her fyrstu ferð fyri 18
árum síðani. Eisini vóru føroyskir
golfspælarar við á Rhodos fyri
tveimum árum síðani.
– Vit eru sera væl nøgd við,
hvussu tað hevur hilnast hjá okkum
higartil, tí vit høvdu bara sum mál,
at vit skuldu royna at flyta okkum
so langt frá aftasta plássinum sum
gjørligt. Nú bara ein dagur er eftir
hjá okkum, eru vit nummar 15 av
22 oyggjasamfeløgum, og tað
halda vit vera øgiliga gott, sigur
Janus Norðberg, sum er ein av
teimum fýra monnunum, sum
umboða Føroyar á Álandi.
Hinir tríggir eru Oskar Eiriksson,
Rói H. Christiansen og Jonfinn
Thomassen, umframt at vit hesa
ferð eisini hava eina kvinnu við,
sum er Finngerð Sólbjørg Clark.
– Av tí at vit eru fimm, kappast vit
menninir bæði sum einstaklingar
og lið, meðan Finngerð bara er við í
einstaklingakappingini, har tað
hevur gingist framúr væl hjá henni,
sigur Janus Norðberg, sum letur
væl at umstøðunum hjá Ålands
Golfklubb, ið heldur til nærhendis
Kastelholm-borgini.
– Hetta er ein golfklubbur, sum
hevur um 30 ár á baki, men hevur
havt so mikið av vindi í seglunum,
at nú eru tveir fullir banar her við
18 holum. Umstøðurnar eru framúr,
og her er einki, vit kunnu seta
fingurin á.
Sættu ferð
Finngerð Sólbjørg Clark, sum er við
sum einasta kvinnan hesa ferð, er
ættað úr Klaksvík, men er gift við
einum skota og býr í Edinburgh.
Hon er fyri fyrstu ferð við á
Oyggjaleikum sum golfspælari,
men hetta eru tó ikki hennara
fyrstu oyggjaleikir sum ítróttarfólk.
– Eg spældi flogbólt fyrr, so eg
havi tilsamans verið fimm ferðir við
á Oyggjaleikum sum
flogbóltsspælari. Tað er nú nakað
síðani, men tá eg so fekk
møguleikan at koma við til leikirnar
sum golfspælari, ivaðist eg ikki eina
løtu, greiðir Finngerð frá.
– Maðurin hjá mær spælir eisini
golf og er rættiliga dugnaligur, tí
hann hevur eitt handikapp upp á
bara tvey. Men hann kann sjálvandi
ikki spæla fyri Føroyar, so her má
hann taka til takkar við leiklutinum
sum caddy fyri meg. Tað tímir hann
væl allíkavæl, og so kunnu vit eisini
vísa, hvussu javnstøða kann virka í
verki, flennir hon.
Ikki kann sigast annað, enn at
væl hevur gingist hjá Finngerð á
leikunum, tí áðrenn síðsti dagurin
byrjaði, var hon nummar 20 av 44
kvinnum í einstaklingakappingini,
og sjálv sigur hon seg eisini vera
væl nøgda við úrslitið, tí her eru
fleiri sera dugnaligir spælarar við.
Órógvandi hiti
Ein av føroysku spælarunum, sum
ikki hevur verið á Oyggjaleikunum
fyrr, er Oskar Eiriksson, ið enntá fekk
beiggja sín, Petur Eiriksson, at koma
við sum caddy. Petur fekk so eisini
yvirtalað ein vinmann hjá sær, Finn
Jensen, at koma við, so føroyska
liðið er eisini vælmannað uttan fyri
sjálvt spælið, tí tað eru verri enn so
øll, ið hava caddy við.
– At vit hava teir báðar við, ger
tað so øgiliga nógv lættari hjá
okkum øðrum. Tá sleppa vit undan
at hugsa um annað enn sjálvt
spælið, og tað ger góðan mun. Og
so dugir Petur so væl at gera mat
eisini, at vit liva góða lív her, so
skjótt sum golfdagurin er liðugur,
sigur Oskar, ið er væl nøgdur við,
hvussu tað hevur gingist við
spælinum.
– Jú, tað hevur gingið væl, men
her er ein øgiligur hiti, og tað
órógvar eitt sindur viðhvørt. Men tá
er gott at hava onkran at hjálpa
sær, so skuggi fæst, tá tað er upp á
tað heitasta. Hetta er stuttligt og
øðrvísi, enn vit eru von við, tí hetta
er ein stór kapping, har tú kanst
gera feilir, tú ikki plagar at gera
heima. Sjálvur haldi eg, at úrslitini
ofta eru betri heima, enn tey hava
verið her, men eg eri nøgdur.
Fáa fult lið
Tveir av spælarunum, sum eru við
hesa ferð, vóru eisini við á Rhodos,
og teir eru Rói H. Christiansen og
Jonfinn Thomassen.
– Vit fýra menninir eru eitt lið, so
vit spæla allir fult umfar hvønn dag.
Av tí at trý tey bestu úrslitini telja,
hava vit ráð til, at ein spælir illa
hvønn dag, og tí hava vit eisini havt
møguleikan fyri nógv betri
úrslitum, enn vit hava verið vanir
við, sigur Rói.
Hann letur sera væl at
umstøðunum á Álandi, sum eru
munandi betri enn tað, hann hevur
upplivað í Danmark, Svøríki og
aðrastaðni, hann hevur verið og
spælt. Men hóast leikirnir ikki eru
lidnir enn, er hann longu farin at
gleða seg til næstu ferð.
– Sjálvandi skulu vit senda tey
bestu avstað, so verður onkur so
góður, at onkur av okkum ikki
megnar at koma við næstu ferð, er
tað bara at frøast um. Men mest
gleði eg meg til, at vit kunnu senda
eitt fult lið avstað, so vit bæði hava
fýra menn og fýra kvinnur. Hesa
ferð er Finngerð einasta kvinnan,
men vónandi hava vit eisini tríggjar
kvinnur aftrat um tvey ár, sigur Rói.
– Um vit fáa mannað eitt mans-
og eitt kvinnulið, hava vit eisini
nógv betri møguleikar at fáa betri
úrslit, so vónandi verður
framgongdin í føroyskum golfspæli
so stór, at vit fáa fult lið næstu ferð.
Tað eigur í øllum førum at vera eitt
mál hjá okkum at røkka undan
leikunum á Isle of Wight í 2011.
Føroyskt golf á veg fram
Ein av føroysku golfspælarunum, Oskar Eiriksson, siktar á einum av holunum í kappingini í gjár
Mynd: Sølvi R. Hansen