fríggjadagur 3. juli 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009
11
Í sambandi við at listaframsýningin á varmakeldustevnuni fyllur 40
ár í ár, verður skipað fyri einum listafagnaði í Fuglafirði. Skráin fyri
fagnaðin er fjøllbroytt og inniheldur bæði filmssýningar, upplestur,
tónleik og ymiskar listaframsýningar. Fagnaðurin verður settur við
einari felags fernisering fyri allar framsýningarnar í fimleikahøll
skúlans fríggjadagin, 3. juli kl. 17. Røða verður lisin upp, sum Hans
J. Hansen, sáli , helt, tá ið Varmakelduframsýningin fylti 25 ár. Hallveig
Rasmussen, listakvinna, dóttir Hans, fer at lesa taluna upp. Hetta er ein
sjáldsom røða – eitt endurskin av farnum døgum í list og føroyskari
bygdamentan. Brøðurnir, Johan Hentze og Rúni Hentze, fara at spæla
upp á trompet, og Helgi Midjord syngur og spælir gittar á hesi
fagnaðarstund. Okkurt leskiligt verður eisini at fáa.
Fimleikarhøllin
Í fimleikahøllini er tann siðbundna framsýningin, sum her sá dagsins ljós fyri 40 árum síðani. Í
hesi høll verður fagnaðurin settur við einari felags fernisering fríggjadagin, kl. 17:00.
Gallarí Ribarhús
Fyri fimm árum síðani gjørdu listafólkini Michael og Anette Arleth listaverkini, sum í dag standa
á ytra armi í bátahylinum í Fuglafirði. Í ár fara tey at hava framsýning á Gallarí Ribarhúsi á Var-
makeldustevnuni. Framsýningin umfatar prýðislutir (smykkur), bronsuskulpturar og málningar.
Framsýningin letur upp kl. 17:00 fríggjadagin, 3. juli.
Doktarahúsini
Í “Doktarahúsunum”, har sum kommunulæknarnir hava búð og havt virkið teirra tey seinastu
áratíggjuni, verður ein nýggj og spennandi framsýning við talgildari list. Talgild list er í hesum
føri list, sum er gjørd á teldu. Við á framsýningini eru bæði ráar og viðgjørdar fotomyndir og
onnur grafisk verk.
Arbeiðsmannafelagshúsið
Virkishúsið Stíggjur hevur framsýning í Arbeiðsmannafelagshúsinum í litríkum smálutum í eini
spegilsgongd, og Magni Mikkelsen sýnir fram málningar undir somu bitum.
Framsýningarnar eru hesar:
Listaframsýningar í Fimleikarhøllini, Doktarahúsinum
Arbeiðsmannafelagshúsinum og í Ribarhúsi
3. juli kl.17.00
Felags fernisering í Fimleikahøllini fyri allar framsýningarnar
Listaframsýningarnar í Fimleikahøllini, Doktarahúsunum,
Arbeiðsmannafelagshúsinum og í Ribarhúsi hava opið
3. juli kl. 17.00 – 20.00
4. juli kl. 16.00 – 20.00
5. juli kl. 16.00 – 20.00
Tónleikaframførðsla í Mentanarhúsinum
3. juli kl. 20.00
Konsert í Mentanarhúsinum við Jonhard og Róa Eliasen.
Standmyndir í Gamla Svimjihyli
3. juli kl. 22.00
Ein myndlistabólkur úr Fuglafirði hevur stoypt nakrar standmyndir í seinastuni,
sum verða avdúkaðar fríggjakvøldið í Gamla svimjihylinum. Jóhan – og Rúni
Hentze spæla eina fanfaru, sum teir hava tónsett til hesa løtu. Kristina Toftegaard
Larsen forkvinna í mentamálanevndini flytir fram røðu, og Frits Johannesen
handar bygdini hesi listaverk. Opið er alla Varmakeldustevnuna.
Filmssýningar í Mentanarhúsinum “Blå mænd” (1 t. 20 min.)
3. juli kl. 19.00
Filmurin “Blå mænd” verður vístur uppi á loftium í Mentanarhúsinum. Inn
og 21.00
gongdin í móti Sandinum verður nýttt og letur upp ein hálvan tíma
undan hvørjari sýning. Filmurin er danskur skemtifilmur frá 2008, sum millum
onnur Mick Øgendal hevur skrivað. Filmurin snýr seg um Jesper, sum er sølufólk
í einari nútímans KT-fyritøku. Hann nýtir ofta ósømiligar hættir til at fáa góð
sølutøl fram við. Ein dagin fremur hann eitt lógarbrot og verdur dømdur til at veita samfelagstænanstu
á eini endurnýtslumiðstøð. Har má hann ásanna og góðtaka, at aðrar spælireglur eru galdandi enn í
søluverðini. Filmurin hevur onki aldursmark. Atgongumerki 30 kr.
4. juli 17.00, 19.00 Filmsýningar: Blå Mænd
og 21.00
5. juli 17.00, 19.00 Filmsýningar: Blå mænd
og 21.00
Upplestur á bókasavninum
4. juli kl. 11.00
Leygardagin verður upplestur á Bókasavninum. Tað er Kristina Joensen, ið lesur
ævintýr upp, sum hon sjálv hevur skrivað. Ævintýrið eitur “La bella Luna” og er
hóskandi til børn frá uml. 4 ár. Erla Mortensen syngur tveir barnasangir.
Piddasa Handil er opin
3. juli kl. 15.00 – 20.00
4. juli kl. 11.00 – 20.00
5. juli kl 14.00 – 20.00
Høvdahúsini hava opið
Fuglafjarðar fornminnisfelag skipar fyri
4. juli kl. 16.00 – 20.00
5. juli kl. 16.00 – 20.00
Listafagnaður á Varmakeldu Framsýningar á Varmakeldu 2009
Vælkomin á Varmakeldu!