Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 Adebayor verður verandi Hvørjaferð flytingarvindeygað er opið eru leysasøgur um, at Emmanuel Adebayor úr Arsenal er á veg í annað felag. Summarið í ár er einki undantak, men Arsene Wenger, venjari, væntar ikki, at framherjin rýmir. – Um hann ikki hevur hug at vera her, skal eg ikki noyða hann. Men eg vænti, at hann vil verða verandi, sigur Arsene Wenger við fronsku útvarpsstøðina RMC. Alonso er vælkomin Kaká, Cristiano Ronaldo, Raul Albiol og Karim Benzema eru nýggju nøvnini í leikarahópinum hjá Real Madrid í summar. Tað er framvegis einki sum bendir á, at felagið ikki fær fleiri leikarar, og søgurnar eru nú, at Xabi Alonso úr Liverpool er ávegis. Og tað dámar Kaká væl. – Eg havi spælt móti honum tvær ferðir í Champions League finaluni. Hann er ein sera dugnaligur spælari, og hann er vælkomin, sigur Kaka við spanskar miðlar. Xabi Alonso skifti í 2004 frá Real Sociedad til Liverpool. Flogbóltskvinnurnar hava á Oyggjaleikunum havt sínar veiku løtur, men hava altíð megnað at reist seg aftur, tá harðast leikaði á. So hvørt sum vikan er gingin, er mótstøðan blivin harðari, men liðið hevur ment seg og spælir alsamt betur einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Dysturin ímóti Menorca seinnapartin í gjár var avgerandi fyri, hvørja mótstøðu føroysku kvinnurnar skuldu fáa í hálvfinaluni. Tíbetur eydnaðist at fáa ein sigur, so tað verður Bermuda, sum er mótstøðuliðið í hálvfinaluni – og ikki Saaremaa, ið næstan altíð hevur væl besta liðið. Føroysku kvinnurnar tóktust eisini tendraðar frá byrjan og vunnu fyrsta sett sannførandi, 25-19. Men í øðrum setti fór innsatsurin niður í botn, samstundis sum feilirnir hópaðu seg upp, og tapið gjørdist 12-25, sum er ein ordans avsmurningur. Tíbetur áttu tær frá Menorca eisini ein niðurtúr, sum tær fingu í triðja setti, ið Føroyar vunnu 25-13. Nú var alt avgerandi at vinna fjórða sett, og tað eydnaðist eisini. Góða spælið frá triðja setti helt fram, og hóast Menorca av øllum alvi royndi at svara aftur, gjørdist einki, og okkara vunnu 25-19. Her var tað serliga føroyska álopsspælið, ið kom til sín rætt, og tað var stuttligt at síggja. Bara tveir dystir eru eftir, og tann fyrri er hálvfinalan ímóti Bermuda, sum verður spæld eftir at hesar reglur eru skrivaðar. Men heldur liðið fram í sama stíli, kann ein sigur eisini spyrjast burturúr. Og við tí menning, vit hava sæð í føroyska spælinum gjøgnum kappingina, er ikki óhugsandi, at Føroyar aftur kunnu allan vegin – um tað altso eydnast at vinna sæti í finaluni. Kunnu fara allan vegin Kjansurin er har Nú flogbóltskvinnurnar eru komnar í hálvfinaluna, sum verður spæld seinnapartin í dag, eru góðar vónir um, at tað skal eydnast at basa Bermuda, sum verður hildið at hava nøkulunda somu styrki sum Menorca. – Vit hava sæð Bermuda, sum sær út til at líkjast nógv Menorca. Spæla vit ordiliga væl, eiga vit at klára tær. Tað vil eg ið hvussu er vóna, sigur Birita Joensen, sum í dystinum ímóti Menorca í gjár átti fleiri av avgerandi smasjunum í fjórða setti. – Ja, vit fingu nøkur ting at rigga, sum vit hava vant í tveir mánaðir, so tað var bara gott. Hetta var so okkara stuttligasti og mest spennandi dystur higartil, sjálvt um vit ikki fingu spælið at koyra í øðrum setti. Tað tóku vit so innaftur við at vinna tey bæði síðstu settini og dystin. Eisini Hjørdis Johannesen var fegin um innsatsin ímóti Menorca. – Tað hevði stóran týdning fyri okkum at vinna, tí so sluppu vit undan Saaremaa í hálvfinaluni. Saaremaa er nógv betri, enn tá eg síðst sá liðið, men allíkavæl rokni eg við, at vit hava ein kjans, koma vit so langgt, segði hon. hil Ikki betri Eftir dystin ímóti Jersey í morgun ásannaðu føroysku spælararnir, at teir helst heldur ikki vóru betri enn fimtaplássið, tá avtornaði. – Sjálvandi vilja vit altíð vinna, men spælið rakk bara ikki til meira enn hetta. Og tá vit nú skuldu spæla um fimtaplássið, so vildu vit sjálvandi vinna tann dystin, segði Jón Falkvard. Eisini Høgni Viderø helt, at mansliðið neyvan hevði uppiborið meira enn eitt fimtapláss, men at tað var keðiligt at enda so niðarlaga. – Vit komu heldur seint í gongd, og tapið fyri Gotlandi kostaði okkum nógv. Men tá tað nú skuldi verða soleiðis, eru vit glaðir fyri, at vit vunnu henda seinasta dystin ímóti Jersey, segði hann. hil einslistir@kallnet.fo Hilmar Jan Hansen Undan ferðini til Álands var ilt at siga, hvør dygd var í mansliðnum í flogbólti, og tað vísti seg eisini undir teimum ymsu dystunum, at avrikini vóru sera svingandi. Í morgun eydnaðist so liðnum at vinna dystin um fimtaplássið, og tað var helst eisini plássið, føroyska spælið hevði uppiborið. Tað byrjaði annars so væl við greiðum 3-0 sigri á Guernsey, men síðani taptu menninir 0-3 fyri Gotlandi, og tað úrslitið var tað, ið kostaði mest. Besti dysturin var 3-2 sigurin á Caymanoyggjum, men avrikið var eisini gott í 0-3 tapinum fyri Álandi, ið er eitt tað allarsterkasta liðið á leikunum. Tann dystin hevði eingin væntað at vunnið, so tí var serliga stór orsøk til at iðra seg um, at tað kiksaði ímóti Gotlandi. Alt hetta førdi so við sær, at menninir gjørdust ov stuttir til at røkka í hálvfinalurnar, so í morgun máttu teir spæla um fimtaplássið ímóti Jersey, sum var triðbest í hinum innleiðandi bólkinum. Her endaði tað við føroyskum sigri, 3-1, ið staðfesti, at spell var, at liðið kom so seint í gongd. Serliga í fyrsta setti í morgun lá væl fyri, og 25-15 boðaði frá góðum, tí her var talan um góðar servur, góðar móttøkur og gott hugflog í álopsspælinum. Men stígur kom í beinanvegin, tí í øðrum setti var ein greið leiðsla mist, og so vann Jersey 25-22. Í triðja og fjórða setti reistu menninir seg aftur og vunnu 25-20 og 25-21, sum rakk til sigurin. Menninir tóku fimtapláss Føroyska spælið í fyrsta setti í morgun var nakað av tí besta á oyggjaleikunum, og hóast Jersey fekk tikið annað sett, eydnaðist føroysku flogbóltsmonnunum at vinna uppibornan sigur í dystinum um fimtaplássið Menn: Føroyar-Jersey 3-1 (25- 15, 22-25, 25-20, 25-21) Kvinnur: Føroyar-Menorca 3-1 (25-19, 12-25, 25-13, 25-19) FAKTA Birita Joensen hevur akkurát fingið bóltin frá Anniku á Stongum og smasjar í gólvið hjá Menorca, sum ikki fekk vart seg, tá Birita í fjórða setti av álvara setti ferð á smasjini Mynd: Álvur Haraldsen