fríggjadagur 3. juli 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009
Alt seinasta vikuskiftið og fyrstu
tveir dagarnar í hesi vikuni var
veðrið í Føroyum so óvanliga
gott. Himmalin var spegilsklárur
um meginpartin av landinum, og
dagarnir vóru óvanliga heitir. Tað
vóru tey sum hildu, at hitin
onkran av hesum døgum kanska
var ov nógvur. Vit menniskju
hava ofta lyndi til at halda, at
ting, sum henda, ongantíð eru
hend áður, men hetta er sjáldan
rætt.
Og tó.
Tá hitamátarar máta eini 18-20
stig klokkan 20 um kvøldið,
soleiðis sum teir gjørdu okkurt
av nevndu kvøldum, er slíkt ikki
vanligt í Føroyum.
Tað er undantakið.
Seinnapartin týsdagin, tá
Sosialurin vitjaði í Fuglafirði fyri
at fáa nakrar myndir í skjáttuna,
nú varmakeldustevna verður í
vikuskiftinum, endaðu vit niðri á
sandinum í bygdini, har mong
dusaðu sær í góðveðrinum.
Meðan, tú koyrdi gjøgnum
bygdina, sóust fólk stákast í
urtagørðum, rundan um hús, og
onkur stóð uppi í stiða og málaði
vindeygu.
Tú spurdi, um tey snøggaðu
um til varmakeldustevnu.
- Jú, jú. Hetta er eitt gott høvi
at taka eina hond í okkurt, sum
kortini skal gerast – og hví ikki
gera tað, nú stevnan stundar til,
og veðrið er so avbera gott.
Soleiðis segði onkur, sum stóð
í urtagarðinum og klipti trø.
Maðurin, sum stóð uppi í
stiðanum og málaði vindeygu,
helt hinvegin fyri:
- Nei, eg máli ikki til varma-
keldustevnu sum so, men hetta er
tað árliga viðlíkahaldið, sum eg
eri í holt við, segði hann.
Lív á sandinum
Leiðin gongur nú oman á sandin
í Fuglafirði, har rættiliga fitt av
fólki er savnað.
- Fólk hava leitað sær oman
higar seinastu dagarnar, nú
veðurgudarnir hava verið so
ómetaliga blíðir og gávumildir.
Fyri hvønn dag, sum veðrið
hevur verið so gott, eru fleiri og
fleiri komin oman higar at hugna
sær.
Niðri á sandinum ganga smá
børn saman við foreldrum, størri
børn, sum rógva í gummibátum,
og her er eisini onkur, sum er
komin upp í árini.
Lagið er óføra gott, og øll
hugna sær.
Sjálvt tey vaksnu vilja royna
ymiskt, ið roynast kann.
Ein rasarabátur liggur klárur at
sleipa eina hampiliga stóra
”banan”, og eisini er okkurt
pútuskapilsi, sum fólk kunnu sita
í, og sum sami bátur er til reiðar
at sleipa afturúr sær.
Tvær tilkomnar kvinnur vilja
royna bananina, men treytin er, at
tann, sum sleipar, ikki siglir
soleiðis, at bananin fer runt – við
teimum báðum uppi á.
Tá túrurin við bananini er
liðugur, vil ein onnur kvinna
sleppa at sita í einum stórum
plastikringi, meðan báturin
sleipar hana eftir vánni.
Tað gongur eitt sindur striltið
hjá henni at sleppa uppí ringin at
sita. Men tá hon umsíðir er
komin uppá pláss, báturin er
farin avstað við henni og siglir
runt á vánni við miklari ferð,
eydnast kvinnuni at ”fullføra”
túrin og sleppa úr ringinum aftur
– uttan at kollsigla, sum annars
var væntandi.
- Jú, hetta er ógvuliga stuttligt,
og eg setti mær fyri ikki at missa
takið, tá ferðin var størst, segði
kvinnan, tá hon var sloppin
uppúr aftur ringinum í øllum
góðum.
Nøkur gingu úti í sjónum og
bloyttu sær føtur og bein, onnur
svumu og fleiri lógu útfyri
sandinum í stórum og smáum
gummibátum.
Uppi á landi lógu fólk á
stórum handkløðum og sólaðu
sær, flestu í stuttum brókum ella
bikini, og júst sum í heitu
londunum gingu tey javnan oman
at svala á sær í sjónum.
Hendan týsdagin minti
sandurin í Fuglafirði um eina
strond í heitu londunum, meðan
bygdin og landslagið omanfyri
bara eru so nógv vakrari enn tað,
vit síggja sunnanfyri, har tað
nógva er avbrent í øllum
hitanum.
Fuglafjørður við sínum vøkru
og grønu blettum, stóru homrum
og høgu fjøllum eigur ein nógv
størri vakurleika enn flestu
sólstøð, vit kenna sunnanfyri.
Bæði inneftir og úteftir vánni
er landslagið rundan um Fugla-
fjørð sera vakurt, fjølbroytt og
stórbart.
Størri stevna
Í hesum døgum, nú seinasta hond
verður løgd á fyrireikingarnar til
varmakeldustevnu, er nógv
virksemi í Fuglafirði, og nógvar
góðar hendur eru í gongd.
Annaðhvørt ár telir kapp róð-
urin á varmakeldustevnu við í
FM-kappingini, og annaðhvørt ár
telir kappróðurin á eystanstevnu
við.
Í ár eiga fuglfirðingar kapp-
róðurin, og tað setir sjálvsagt sín
serstaka dám á stevnuna, sum
soleiðis eisini er størri enn, tá
kappróður ikki er við.
Soleiðis stundar nú ein stevna
til í Fuglafirði, har FM-róður er
størsta einstaka tiltakið á
varmakeldustevnu.
Veðrið hevur nógv at siga fyri
flestu stevnutiltøk, og í Fugla-
firði vóna tey, at veðurgudarnir
enn eiga nakað eftir av góða
veðrinum, sum var hesar
dagarnar herfyri.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fuglafjørður er vøkur bygd, og tá Sosial
urin í vikuni vitjaði framvið, vóru fjørður
og bygd serstakliga vøkur og hugnalig.
Onkur stóð og málaði og snøggaði sær
hús og urtagarð til varmakeldustevnu,
og í frálíka góðveðrinum hendan dagin
hugnaðu nógv fólk í øllum aldursbólkum
sær niðri á sandinum
Fuglafjørður í ba
Tey vaksnu njóta sólina og
summarið líka so væl sum børnini