fríggjadagur 3. juli 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 5
Jersey hevur fólk frá
menta málaráðnum og
ferða ráðnum til oyggja
leik irnir í Álandi, sum
royna at vinna undir tøku
fyri Jersey sum oyggja
leikaverti í 2015
Jersey hevur koyrt tær stóru og
tungu kanónirnar í positión.
Strongt verður á at vinna rættin at
vera vertstjóð fyri oyggjaleikirnar í
2015. Fólk frá mentamálaráðnum
og ferðaráðnum á Jersey eru í
Mariehamn, fyri at royna at vinna
hinar oyggjarnar í sín part. Rás2
møtti einum høgtstandandi
embætismanni frá menta mála
ráðnum á Jersey. Derek de La Haye
er leiðari fyri ítróttardeildini hjá
mentamálaráðnum á Jersey.
– Vit eru ein av teimum størru
oyggjunum, hvat fólkatali viðvíkur,
og vit halda, at vit eru partur av tí
stóru oyggjaleikafamiljuni, so vit
kenna eina ábyrgd fyri at arbeiða
fyri at fáa oyggjaleikirnar til Jersey.
Vit vóru vertir fyri oyggjaleikunum í
1997, sum vit halda vóru sera væl
eydnaðir, og vit vilja enn einaferð
vísa í verki, at vit kunnu hýsa
oyggjaleikunum aftur. Vit eru fyri at
bjóða fólki at koma til Jersey aftur,
undirstrikar Derek de La Haye.
14.000 seingjarpláss
Tað verður eingin trupuleiki hjá
Jersey at hýsa leikunum, tí á Jersey
eru heili 14.000 seingjarpláss, sum
ferðavinnan kann rutta við.
– Ferðavinnan er ein av okkara
høvuðsvinnum, so vit eru ivaleys í,
at allir íðkarar, leiðarar og hjálpar
fólk koma at búgva væl. Vit hava alt
frá vallaraheimum til fimmstjørnaði
gistingarhús á Jersey. Vit halda
eisini, at vit hava góðar ítróttar
fasilitetir, og eitt gott undir støði
kervi, sum krevst fyri at oyggja
leikirnir skulu eydnast væl, greiðir
Derek de La Haye frá. Almenn ing
urin og politikkarnir á Jersey standa
eisini aftanfyri umsóknina.
– Vit eru her, tí okkara politikkarar
hava biðið okkum vera her, og teir
høvdu fegnast stórliga, um oyggja
leikirnir aftur høvdu verið á Jersey.
Seinast tá oyggjaleikirnir vóru á
Jersey, var talan um eina sanna
fólkaveitslu, og vinna vit rættin til
at hýsa oyggjaleikunum í 2015,
ætla vit, at talan skal vera um eina
enn størri fólkaveitslu. Vit ætla
eisini at hava nøkur spennandi
mentannartiltøk á Jersey í 2015,
undirstrikar Derek de La Haye.
Stórur áhugi
Føroyar, Jersey og Guernsey eru
londini, sum hava sent flest
fjølmiðlafólk til oyggjaleikirnar á
Álandi.
– Vit hava nógv fjølmiðlafólk her,
tí almenningurin á Jersey hevur
veruliga stóran áhuga í oyggja
leikunum, og ítrótt í síni heild,
greiðir Derek de La Haye frá. Smá
vegis trupuleikar hava verið við
flutninginum á Álandi, men Derek
de La Haye undirstrikar, at tað
verður so ikki nakar trupulleiki á
Jersey.
– Vit hava nógvar bussar tøkar á
Jersey, og vit hava eisini nógvar
leigubilar. Flutningurin á oyggja
leikunum er av alstórum týdningi,
og landafrøðiliga eru vit væl fyri, tí
tað er stutt at koyra til høvuðs
staðin Saint Helier, líkamikið hvar tú
enn ert staddur á Jersey. Sum er,
halda vit, at vit hava nóg mikið av
akførum, men standa vit í einari
støðu, at vit mangla akfør, so fara vit
at útvega tey í góðari tíð, áðrenn
leikirnar.
Spurdur um hann hevur fingið
lovað stuðul frá nøkrum oyggjum,
svarar Derek de La Haye, at hann
væntar ikki nakrar skjótar útmeld
ingar frá nøkrum oyggjum, um
hvønn tey stuðla. Men hann er
ógvuliga vónríkur um, at Jersey
vinnur kappingina ímóti Gotlandi
at hýsa oyggjaleikunum í 2015.
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Jersey arbeiðir hart
fyri málinum
Derek de La Haye er í Álandi, har hann
roynir at virka fyri, at Jersey kann sleppa
at hýsa oyggjaleikunum í 2015
Mynd: Álvur Haraldsen
Abraham Løkin venjari hjá ÍF
ÍF hevur sett Abraham Løkin sum venjara saman við Jón Simonsen, sum
hevur havt ábyrgdina av liðnum higartil í ár. Undan kappingarársbyrjan
setti ÍF sær sum mál, at liðið skuldi vera við í meistarastríðnum. Men nú
liðini eru farin í summarfrí er ÍF bert eittans stigi omanfyri
niðurflytingarstrikuna. Hetta er helst ein orsøk til, at ÍF nú hevur sett
Abraham Løkin sum venjara saman við Jón Simonsen, sum annars hevur
havt ábyrgdina av ÍFliðnum higartil í ár. Abraham Løkin hevur áður
virkað sum venjari í Fuglafirði, og Abraham er eisini hjálparvenjari á
fótbóltslandsliðnum.
Venus og Serena í finaluni
Systrarnar Williams hittast í tennisfinaluni í Wimbledon. Venus
Williams hevur fyri vana at standa seg væl í Wimbledon. Í
seinastu 12 royndunum hevur hon vunnið fimm kappingar,
umframt at hon ikki hevur tapt eitt einasta sett síðani triðja
umfar í 2007. Í gjár basti hon Dinara Safina 16 og 06, og vann
seg harvið í finaluna. Safina lá frammanundan nummar eitt á
heimsstyrkis listanum. Hin finalisturin er systurin Serena Williams,
sum stríddi seg í finaluna eftir ein tríggjar tímar langan dyst
ímóti Elena Dementieva.