Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 Føroysku skeet-skjúttarnir liggja beint uttan fyri finalufeltið undan seinna kappingardegnum fyri einstaklingar. Ein støða, sum kundi verið betri, um Jóannis Joensen ikki varð órógvaður av dómaranum, sum feildømdi eina dúgvu hjá honum Tað er í skeet, at føroyingar kunnu gera seg galdandi á Oyggjaleikum. Skjótibreytin við Sandvíkarhjalla er einasta breytin, har skjótast kann í trap, so í fleiri ár bara als ikki til at skjóta í tí kappingini í Føroyum. Og enn eru so eingir facilitetir at skjóta sporting. Tí er tað altso í skeet, at føroysku skjúttarnir hava ein møguleika, og leingi sá út til, at Magni Dam veruliga ætlaði at taka av hesum. Magni skeyt 22 av 25 dúgvum tær báðar fyrstu rundurnar, og er hetta ájavnt føroyska metinum, sum Marius Joensen setti herfyri. Tað hepnaðist tó ikki eins væl á triðju rundini hjá Magnusi. Hann kiksaði fimm av fyrstu níggju dúgvum, og hóast hann loftaði sær hampuliga væl, so endaði hann runduna við 17 dúgvum og datt niður á eitt níggjunda pláss í samlaðu støðuni. Hjá Jóannis Joensen var støðan at kalla tann øvuta. Fyrsta rundan hjá honum varð mest sum oyðløgd, tá dómarin ikki helt føroyska skjúttan hava rakt eina dúgvu, sum øll onnur hildu hann raka. Og hóast hann fekk hesa aftur, tá dómararnir høvdu viðgjørt málið av nýggjum, so kostaði hetta nógv í kon sentra­ tión. Næstu runduna skeyt Jóannis tó sera væl, og tá tann triðja eisini var heilt hampulig, vann hann seg upp á eitt áttanda pláss í samlaðu støðuni. Skipanin í skeet­skjóting er soleiðis, at skjúttarnir skjóta tvey umfør upp á 25 dúgvur aftur í dag. Teir seks bestu skjóta so eitt finaluumfar. Dómarin órógvaði Jóannis jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk 1 2 3 íalt Jóannis Joensen 19 23 21 63 Magni Dam 22 22 17 61 FØROYSKU AVRIKINI Magni Dam skeyt sera væl tey bæði fyrstu umførini, har hann lá ájavnur føroyska metinum hjá Marius Joensen. Triðja umfarið kiksaði tó, soleiðis at hann í løtuni er nummar níggju í samlaðu støðuni Mynd: Álvur Haraldsen Contador vin Tour de France Serfrøðingarnir eru ikki í iva. Alberto Contador hjá Astana verður hann, ið stendur ovast á sigursskamlinum, tá ársins útgáva av Tour de France er av. Somu serfrøðingar meta, at danska Team Saxo Bank fer at stríðast um annað plássi. Serfrøðingarnir tykjast eisini at vera samdir um, at Andy Schleck er sterkasta kortið hjá Bjarne Riis. Serfrøðingarnir eru tó í iva um, hvønn leiklut legandan Lance Armstrong fer at spæla nú hann ger comeback. Fleiri meta, at hann kann gera seg galdandi, meðan aðrir eru av teirri fatan, at hann bert er komin aftur fyri at skapa órógv. Riis vil í gult frá byrjan Trýstið á Team Saxo Bank er stórt. Bjarni Riis hevur gjørt greitt, at hann verður vónbrotin, um teir ikki vinna einkultstartin leygardagin. Góðu vónirnar byggir hann á fyrireikingarnar, sum eru betri í ár enn í fjør. – Tað hevur verið róligt og vit hava gjørt tey røttu tingini, sigur Bjarne Riis, sambært heimasíðuni sporten.dk. Somuleiðis sigur hann, at teir vilja fara ógvuliga langt fyri at fáa gulu troyggjuna.