fríggjadagur 3. juli 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009
Á varmakeldu kunnu børn
keypa sær vikuskiftisband,
sum varar frá fríggja
kvøld inum til og við
sunnu kvøldið. Tá kunnu
tey hoppa út í eitt fyri 300
krónur í tríggjar dagar. Er
talan um systkin, verður
avsláttur á 25% latin
Tivoli-økið á varmakeldu plagar
at vera vælumtókt av børnum og
ungum, og ikki minst tær mongu
og ymisku hoppi-og skreiði-
borgirnar plaga at draga nógv
fólk til sín, um viðrar.
Vónbjørt Olsen, sum er í
stevnunevndini, sigur, at tey fara
at selja vikuskiftisbond til
hoppiborgirnar, sum verða einar
5 ella 6 í tali, og hesi kunnu
keypast fyri 300 krónur fyri
tríggjar dagar.
- Vit geva eisini systkina-
avsláttur, soleiðis at er talan um
meira enn tað eina barnið, verður
25% avsláttur latin. Hinvegin
kunnu børn eisini keypa sær
bond, sum vara í eina dag, men
Vónbjørt leggur dent á, at tað er
bíligari at keypa eitt band fyri
allar tríggjar dagarnar, fríggja-
dagin, leygardagin og sunnu-
dagin.
Hon vísir á, at bondini fyri ein
og ein dag í senn eru bíligast
fríggjakvøldið og sunnudagin, tí
hesir báðir stevnudagarnir eru
styttri enn leygardagurin, sum er
tann langi dagurin.
- Fyri 300 krónur, um eingin
systkinaavsláttur er, kunnu
børnini soleiðis hoppa akkurát,
sum tey vilja í tríggjar dagar í
slag, sigur Vónbjørt Olsen.
Hon vísir á, at alt tivoli-økið
kemur at liggja á økinum við
Mentanarhúsið.
- Fríggjakvøldið letur tivoli
upp klokkan 19 og verður opið
til klokkan 23, leygardagin letur
uppaftur klokkan 14 og verður
opið til klokkan 23. Sunnudagin
klokkan 14 er aftur tivoli á
skránni, sum letur aftur seinastu
ferð á hesum sinni klokkan
21.30, sigur Vónbjørt Olsen.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tú kanst hoppa
alt vikuskiftið
fyri 300 krónur
Tað er umtókt millum børn og ung at hoppa í hoppiborg, og á varmakeldu kanst tú keypa tær óteljandi hopp fyri 300
krónur eitt heilt vikuskifti
Fuglafjørður bjóðar morgunmat
Aftur í ár fer Fuglafjarðar
kommuna at bjóða fólki
til morgunmatarborð í
Mentanarhúsinum, har øll
eru vælkomin at fáa sær
ein bita og hitta vinir og
kenningar
Á varmakeldu í fjør bjóðaði
Fuglafjarðar kommuna øllum,
sum høvdu hug til tess, til
morgunmatarborð í Mentanar-
húsinum.
Tiltakið var so væl eydnað, at
kommunan hevur gjørt av aftur í
ár at bjóða morgunmatarborð,
sum letur upp leygarmorgunin
klokkan 9.
Vónbjørt Olsen, sum er í
stevnunevndini, sigur, at tey, sum
møttu upp til morgunmatarborðið
í fjør, fingu góðan morgunmat,
og hon ivast onga løtu í, at
áhugin fyri borðinum eisini
verður stórur hesaferð.
Samvera og prát
- Eg haldi, at hetta tiltak riggaði
óføra væl. Veðrið var so gott, og
nógv fólk serliga úr Fugla-
fjarðarøkinum leitaðu sær oman í
Mentanarhúsið til morgunmat,
prát og samveru eina løtu.
Hon sigur, at tú komst í prát
við nógv ymisk fólk, og hetta var
líka sum ein góð byrjar upp á
leygardagin, tá flestu
stevnutiltøkini eru.
- Tú møtti fólkum, tú kanska
ikki sært so ofta, og so fall prátið
yvir á leyst og fast hesa løtu, vit
vóru savnaði í Mentanarhúsinum
til morgunmatarborð. Jú, eg
haldi, at hetta var sera hugnaligt,
sigur Vónbjørt Olsen.
- Eg haldi, at morgunmatartiltakið í Mentanar-
húsinum eydnaðist óføra væl í fjør, og nú verður
tiltakið so uppafturtikið, sigur Vónbjørt Olsen