fríggjadagur 3. juli 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 7
Doris Griessner úr
Eysturríki er eitt av
mongu sjálvbodnu
hjálparfólkunum á
oyggjaleikunum á Álandi.
Mikudagin slapp hon at
tosa við sítt stóra idol, Jens
Martin Knudsen
Nærum 1.300 sjálvboðin fólk hjálpa
til á oyggjaleikunum. Talan er ikki
bara um fólk frá Àlandi, men eisini
um hjálparfólk, sum koma úr
øðrum londum. Doris Griessner er
komin úr Eysturríki, fyri at hjálpa til
á oyggjaleikunum. Unga og
fryntliga eysturríkska kvinnan lesur
samfelagsfrøði, og skal skriva
høvuðsuppgávu um
oyggjasamfeløg. Tá hon hoyrdi um
oyggjaleikirnar, var hon ikki í iva
um, at hon skuldi melda seg til sum
hjálparfólk. Tað fór samstundis at
geva henni ein møguleika at møta
fólki úr ymiskum oyggjum, og tað
kann hon gagnnýta sum vitan til
sína høvuðsuppgávu.
Jens Martin fjeppari
Í fjør heyst var Doris til eina
listaframsýning á Leopold Museum
í Wien. Talan var um eina serliga
føroyska listaframsýning. Ein partur
av listaframsýningini var, at dysturin
millum Føroyar og Eysturríki í
Landskrona á sinni, var sýndur í
einum sjónvarpi, har ein kundi velja
ímillum at hoyra tað eysturríksku
ella tað føroysku frásøgnina.
Tiltikna húgvan hjá Jens Martin
Knudsen var eisini sýnd fram á
listaframsýningini. Doris Griessner
er ein stórur Jens Martin Knudsen
fjeppari, og hevur eitt brennandi
ynski um at sleppa at møta Jens
Martini Knudsen. Mikudagin var
Doris gestur í studionum hjá Rás2 í
Mariehamn.
Hilmar Jan Hansen syrgdi fyri, at
Jens Martin Knudsen kom á linjuni,
og Doris fekk sítt lívs yvirraskilsi, tá
hon slapp at tosa við Jens Martin.
Hon var ovurfegin, og fortaldi vítt
og breitt um stóru upplivingina
hon hevði havt í studionum hjá
Rás2. Fjølmiðlamenn úr øðrum
oyggjum frætti um tað stuttligu
hendingina, og teir høvdu tað sum
ein part av sínum
oyggjaleikafrásøgnum.
– Tit góvu mær eina ógloymandi
uppliving, greiddi ein fegin Doris
Griessner frá í beinleiðis sending á
Rás2.
Eingi heiðurs
merki í borð
tennis
Borðtennisspælararnir
megnaðu ikki at
spæla seg fram í
hálvfinalurnar í
einmansleikinum
Í gjár var einstaklingakapping í
borðtennis á skránni á
Oyggjaleikum, og fleiri føroyskir
borðtennisspælarar royndu seg
í kappingini.
Fleiri spælarar megnaðu at
spæla seg víðari frá innleiðandi
umførunum, men eingin av
spælarunum vann heilt fram í
hálvfinalurnar.
Tann føroyski spælarin, sum
kom longst í kappingini, var
Ragnar Egilsson, sum kom í
fjórðingsfinaluna, men tann
dystin tapti Ragnar.
Rói Agnarsson varð útsligin í
1/16 finaluni.
Marin í Dali og Rakul
Mikkjalsdóttir taptu eisini sínar
1/16 finalur.
Í dag hevur verið spælt í
blandaðum tvímansleiki.
eyðun
heris@sosialurin.fo
Heri Simonsen
Doris slapp at práta
við sítt idol
Doris Griessner, sum er úr Eysturríki, varð púrasta paff, tá hon umvegis oyggjaleikastudio hjá Rás2 slapp at tosa við føroysku hetjuna
frá Landskrona
Mynd: Álvur Haraldsen
FCK skiftir liðformann
Hjalte Bo Nørregaard er nýggjur liðformaður hjá FCK.
Hetta gjørdist greitt eftir venjingina í gjár, har venjarin
Ståle Solbakken tosaði við teir báðar. Sambært honum
kemur Ulrik Laursen ikki at spæla allar dystirnar í
miðverjuni í ár, samstundis sum hann væntar, at Hjalte
Bo Nørregaard verður styrktur sum leikari, tá hann
verður liðformaður. Ståle Solbakken undirstrikar eisini,
at liðformansskiftið er farið fram í besta forstáilsi.
Arnold Berg aftur á Skála
Í junimánaði eru 13 leikaraflytingar farnar fram. Millum annað
hevur Arnold Berg flutt sítt leikaraloyvi aftur til Skála frá ÍF
Føroyum. Hetta merkir, at hann eftir øllum at døma fer at hjálpa
bygdarmonnum sínum í summarfrítíðini. Tað sama ger Ovi Brim,
sum eisini hevur flutt sítt leikaraloyvi heim til B68 frá ÍF Føroyum.
Átta mans hava flutt síni leikaraloyvi í juni, meðan fimm kvinnur
hava gjørt tað sama. Mest áhugaverda skifti her er, at Heidi á
Lakjuni skiftir frá B36 til B68.