Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 Svimjingin á Oyggjaleikum er nú av. Hjá Føroyum hev ur talan verið um satt gullregn, meðan tað hjá hinum oyggjunum eina­ mest hevur verið eitt skeið í føroyska tjóðsanginum jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Við seks almennum gullmerkjum umframt mix-stafettini, sum ikki telur við í heiðursmerkjayvirlitinum, setti føroyska svimjilandsliðið eitt stórt og flott punktum fyri sínari luttøku á Álandi. Somikið góð var føroyska úrtøk- an, at bara í svimjing hava Føroyar vunnið eins nógv gullmerki, sum Isle of Man – ið er næst ovasta oyggin í samlaðu støðuni – hevur vunnið tilsamans higartil! Hvør sum ein koma føroysku svimj ar arnir heim við gullmerkjum. Eingin teirra meira enn Pál Joensen, sum við átta gullmerkjum er mest vinnandi íðkarin á Oyggjaleikunum í ár. Men at somikið nógvir svimj- arar vinna somikið heiðursmerki bera eisini boð um eina sera stóra breidd, sum er komin í svimjingina seinnu árini. - Tað sigst jú, at av succés kemur succés. Og tað hevur tað avgjørt gjørt í hesum førinum. Úrslitini, sum vit hava havt, hava eggjað nýggjum og verandi svimjarum, soleiðis at bæði elitan í dag er breiðari, enn hon nakran tíð áður hevur verið, segði Petur Heðin á Fløtti, sum er ein av føroysku venjarunum, tá seinastu heiðursmerkini vórðu handað. So er spurningurin bara, um menningin stendur við. Á føroyska liðnum eru í øllum førum svimjarar, sum hava nógv góð ár fyri sær, og megna hesi at halda fast í menn- ing ini, er einki til hindurs fyri, at føroyska úrtøkan kann gerast enn betur um bæði tvey og fýra ár. Gullfiskarnir far Ein rúgva av slatri Heimasíðan onside.dk hevur gjørt eitt lítið yvirlit yvir mongu leysasøgurnar, sum ganga í hesum døgum, tá tað kemur til keyp og sølu av fótbóltsleikarum. Sambært teimum roynir Daily Star at gera sáttmála við Michael Owen. Daily Mirror skrivar hinvegin, at Manchester United er sinnað at rinda 140 milliónir krónur fyri Luis Fabiano. Daily Telegraph skrivar, at bæði Real Madrid og Barcelona royna at ogna sær Javier Mascharano. The Sun vil vera við, at AC Milan fer eftir Peter Crouch, um tað ikki eydnast teimum at fáa fatur í Adebayor. Beckham útspiltur Landon Donovan, liðfelagi hjá David Beckham í LA Galaxy, heldur lítið um bretan, sum skuldi gera fótbóltin meiri áhugaverdan í USA. – Eg kann ikki so frætt sum siga, at hann er ein góður liðfelagi longur. Hann hevur ikki víst, at hann er tað. Tað sama kann eg ikki siga um nakran annan. Hann hevur ikki givið liðnum nakað og er líkasælur, sigur Landon Donovan sambært onside.dk.