Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Sosialurin • Nr. 125 - 3. juli 2009 Navn: Maibritt P. Bærentsen Fødd: 23. mars 1975 Starv: Grafikari á Kvinnu Hvat lívsstarv hevði tú valt, um tú ikki valdi sum tú valdi? ??? Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina miljón? Goldið lánið niður, keypt Ken einar nýggjar tuflur og hygga mær fyri rest Hvat gert tú, tá tú slært teg leysan? Brúki pengar Er nakað tú elskar at øsa teg upp um? Parkeringsviðurskiftir í Fuglafirði Hvat er eitt gott lív? At verða nøgdur Hvar keypir tú, FK ella Haraldsen? Eg keypi bæði í FK og Haraldsen. Tað kemur ann uppá hvat eg skal keypa Hvat er tín lívrættur? Ræst kjøt Hvat er tað ringasta, tú kanst fáa at eta? Eti ikki um eg fái servera livur og hjarta Nær keypti tú seinast tær sjálvum eitt plagg? Eg keypti mær einar kovboybuksir í Kato Hvør í Fuglafirðið hevur x-factor? ??? Hvat er størsta hóttanin móti heimsfriðinum? Ikki at kunna fyrigeva Nær vart tú í kirkju ella á møti seinast? Hmmmm.... ??? Hvørji eru Føroya bestu kvinnuligu og mannligu sangarar? Eivør og Jens Marni Hvat metir tú vera tína størstu styrki? Sjálvdisiplin Tín størsti veikleiki? Tosi ov nógv / brótið onnur av tá ið tey tosa Hevur tú nakra last, tú vilt sleppa undan? Tosa ov nógv / brótað onnur av tá ið tey tosa Hvat er tín størsti dreymur? At skræða nakrar mánaðir úr kalendaranum og fari út í verðina Hvønn tónleik spælir tú, tá tú veruliga hugnar tær? Michael Bublé og John Mayer Hvat er stuttligasta menniskja tú kennir? Puha... haldi at tað eru so nógv stuttlig menniskju. Kann ikki velja bara ein Og hvat er tað keðiligasta? Haldi ikki at eg kenni nakað keðiligt menniskja. Men eg havi tað best saman við fólki sum tosa nógv. Navn: Fritleif í Lambanum Føddur: 13/04-1986 Starv: á Proviantdeildini hjá Haraldsen Hvat lívsstarv hevði tú valt, um tú ikki valdi sum tú valdi? Eg havi ikki valt mítt lívsstarv enn, royni at finna útav tí í løtuni hvat tað skal verða Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina miljón? Tað hevði eg nokk fyri tað fyrsta feira orduliga, ferðast við damuni og dótturini, og sett av til eini hús Hvat gert tú, tá tú slært teg leysan? Tá fari eg í býin! Tað er sjálvdan man fær loyvi til tað tá man spælur fótbólt, so tá man sleppur er tað við maner Er nakað tú elskar at øsa teg upp um? Fólk sum man merkir á, at tey hata sítt arbeiði Hvat er eitt gott lív! At hava ein maka og familju man er góður við, og sum er góð við ein sjálvan. Tað er tað viktigasta, so kemur restin nokk Hvar keypir tú, FK ella Haraldsen? hjá Haraldsen sjálvandi ;) Hvat er tín lívrættur? Tað er so nógv sum eg dámi væl, men ræst kjøt er kanska tað besta. Bassasa lívrættur er karrybollar..hahahaha Hvat er tað ringasta, tú kanst fáa at eta? Lasagna, eg HATI lasagnu. Nær keypti tú seinast tær sjálvum eitt plagg? Eg keypti mær einaferð eina manchester blus tá eg gekk í 7 flokki, nei eg veit ikki, eg keypi ikki serliga nógv klæðir, tað ordnar daman Hvør í Fuglafirði hevur x-factor? Trúgvi Nesá Hvat er størsta hóttanin móti heimsfriðinum? Religión Nær vart tú í kirkju ella á møti seinast? á Jólum Hvørji eru Føroya bestu kvinnuligu og mannligu sangarar? Eivør Pállsdóttir og Niels Arge Gallan :) Hvat metir tú vera tína størstu styrki? Eg havi sterkan vilja Tín størsti veikleiki? Eg eri kansksa for illsintur viðhvørt Hevur tú nakra last, tú vilt sleppa undan? Eg bæði royki og drekki, men nei, tað havi eg ikki Hvat er tín størsti dreymur? At eg og Trúgvi høvdu skorað mál fyri ÍF Hvønn tónleik spælir tú, tá tú veruliga hugnar tær? Eg spæli ikki tónleik tá eg hugni mær. Brúki mest tónleik áðrenn dyst, og tá er tað 200 ella Rammstein Hvat er stuttligasta menniskja tú kennir? Har er tætt ímillum Hans Atla Petersen og Eyðun Ryggshamar. Mær dámar væl fólk sum eru stuttlig, uttan at hava brúk fyri at gera gjøldur burturúr onkrum øðrum. Og hvat er tað keðiligasta? Fólk sum mugu brúka onkran annan sum skotskivu, fyri at upphevja seg sjálvan. Navn: Lena Lambaa Føddur: 1980 Starv: sjúkrarøktarfrøðingur Hvat lívsstarv hevði tú valt, um tú ikki valdi sum tú valdi? - dugi ikki at ímynda mær annað starv, men so skuldi tað veri søgufrøðingur. Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina miljón? - givið mammu og babba eitt sindur og reist verðina runt fyri rest. Hvat gert tú, tá tú slært teg leysan? - dansi salsa. Er nakað tú elskar at øsa teg upp um? - at fólk smaska tá tey eta. Hvat er eitt gott lív! - mítt lív. Hvar keypir tú, FK ella Haraldsen? - Haraldsen, sjálvandi. Hvat er tín lívrættur? - skerpikjøt á mammusa heimabakað rugbreyð. Hvat er tað ringasta, tú kanst fáa at eta? - reyð pylsa. Nær keypti tú seinast tær sjálvum eitt plagg? - í gjár. Hvør í Fuglafirðið hevur x-factor? - Lív hjá presti, hon er so sjarmerandi at lurta eftir. Hvat er størsta hóttanin móti heimsfriðinum? - mannfólk. Nær vart tú í kirkju ella á møti seinast? - á jólum. Hvørji eru Føroya bestu kvinnuligu og mannligu sangarar? - Eivør og Høgni Lisberg Hvat metir tú vera tína størstu styrki? - viljin Tín størsti veikleiki? - creme egg Hevur tú nakra last, tú vilt sleppa undan? - mínum alski til creme egg. Hvat er tín størsti dreymur? - at dansa ein dans við Ricky Martin. Hvønn tónleik spælir tú, tá tú veruliga hugnar tær? - í løtuni er tað salsatónleikur. Hvat er stuttligasta menniskja tú kennir? - skótin í Bød Og hvat er tað keðiligasta? - havi ikki møtt nøkrum sum eg vil kalla keðiligt. Hevði heldur ikki tora at sagt hvør, um so var. Heiti stólurin