Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 9 nir upp á turt Skráin hósk­ aði til Pál Tað átti ikki at borið til, at sami svimjari vinnur allar teinarnar í frísvimjing. Men tað bar til hjá Pál Joensen, sum tó fekk góða hjálp frá skránni, sum passaði sum fótur í hosu til vágbingin jakup@sosialurin.fo Jákup Mørk Eingin yvir og eingin við síðunar av Pál Joensen. Fremsti føroyski svimjarin ruddaði borðið í frísvimjing, har hann vann gull á 50, 100, 200, 400 og 1500 metrum. Eitt avrik, ið næstan ikki átti at borið til, tí dygdirnar, sum krevjast innan ymsu kappingarnar, eru so ymiskar. - Ein týðandi orsøk er í øllum førum, at skráin passaði perfekt til Pál. Ikki minst at 50 meturin var nú á seinasta degnum. Svimjararnir hava kappast í fýra harðar dagar, og tað er serstakliga tungt hjá sprintarum. Fysiologiskt er Pál bygdur soleiðis, at hann hvílir sera skjótt og væl, og tí er hann munandi betur fyri enn sprintararnir aftan á fýra dagar í hylinum. Var 50 meturin á skránni fyrsta dagin, trúgvi eg ikki, at Pál hevði vunnið heiðursmerki yvirhøvur, segði Jón Bjarnason, venjari hjá Pál Joensen. 50 frí gull 100 frí gull 200 frí gull 400 frí gull 1500 frí gull 50 firvald gull 200 bringa gull 4X50 blandað gull 100 blandað silvur 200 blandað silvur 400 blandað silvur 50 bringa silvur 4X100 blandað silvur 4X100 frí silvur 200 firvald bronsa 100 bringa bronsa Føroyar økja Nú tveir dagar eru eftir at Oyggjaleikunum, hava Føroyar lagt seg væl og virðiliga á odda í samlaða heiðurs merkja- býtinum. Samanlagt hava Føroyar toga 30 gullmerki heim, og tað er so nógv besta hálið, sum vit hava gjørt í oyggjeika- søguni. Seinnu árini hava fremstu oyggjarnar ligið um tey 30 gullmerkini, so klára okkara ítróttarfólk at toga nøkur fá gullmerki afturat í dag og í morgin, so er lítið at ivast í, at Føroyar eisini standa ovast, tá samlaða støðan verður gjørd upp eftir leikirnar. Heiðursmerkjabýtið gull silvur bronsu Føroyar 30 19 22 Isle of Man 21 22 14 Jersey 20 28 11 Guernsey 15 8 19 Gotland 12 7 13 Áland 10 13 15 Bermuda 5 4 10 Cayman 5 4 2 Saaremaa 4 5 9 Menorca 4 4 6 FØROYSK HEIÐURSMERKI Heiðurs ­ merkini hjá Pál Føroysku úrslitini hósdagin 100 blandað kvinnur: Poula Ø.. Mohr 1:08.15 (2) - juniormet 400 frí menn: Pál Joensen 3:52.22 (1) 400 frí menn: Andrass Thomsen 4:04.59 (4) 100 rygg menn: Kári J. á Høvdanum 55.66 (2)- føroyskt met 100 frí kvinnur: Shaila millum Garðarnar 58.12 (1) - oyggjaleikamet 100 frí kvinnur: Guðrun H. Jacobsen 1:01.29 (7) 50 frí menn: Pál Joensen 23.19 (1)- føroyskt met og oyggjaleikamet 50 frí menn: Pauli Ø. Mohr 23.33 (3) - juniormet 50 rygg kvinnur: Birita Debes 29.97 (1) - juniormet og gullnálatíð 50 rygg kvinnur: Poula Ø. Mohr 31.12 (2) 200 bringa menn: Pál Joensen 2.16.06 (1) - føroyskt met og oyggjaleikamet 4x100 blandað kvinnur: SSF 4:22.92 (1) - landsliðsmet og oyggjaleikamet (liðið: Malan Vitalis Bærendsen, Birita Debes, Shaila millum Garðarnar, Bjørg Seloy) 4x100 frí menn: SSF 3:27.14 (2) - landsliðsmet (liðið: Kári J. á Høvdanum, Pál Joensen, Pauli Øssursson Mohr, Andrass Thomsen) 8x50 frí mix: SSF 3:22.32 (1) - og oyggjaleikamet (liðið: Shaila millum Garðarnar, Kári J. á Høvdanum, Guðrun Holm Jacobsen, Pál Joensen, Pauli Øsursson Mohr, Poula Øssursdóttir Mohr, Mona Simonan, Andrass Thomsen) FAKTA Tommy Haas trýr upp á tað Seinnapartin í dag verður semifinalan millum Tommy Haas og Roger Federer í tenniskappingini Wimbledon. Federer er nummar tvey á heimsstyrkislistanum, meðan Haas var nummar tvey fyri sjey árum síðani. Sjálvur trýr Haas tó upp á møguleikan og sigur, at hann spælir betri í dag enn í 2002. Vinnur Haas, verður hann fyrsti týskarin í Wimbledonfinaluni síðani 1995, skrivar sportenkort.dk Guttormur vann minigolf - Tá vit vóru á oyggjaleikunum á Álandi fyri 18 árum síðani, spældu vit minigolf móti hvørjum øðrum hvørt kvøld. Vit dámdu væl at kappast innanhýsis, men síðani tá hava vit ongantíð spælt ímóti hvørjum øðrum aftur, sigur ÍSF-forsetin Sølvi Reinert Hansen við mess.fo. Í gjárkvøldið varð henda kapping tikin uppaftur. Sølvi Reinert Hansen, Guttormur Sørensen, Niels Jákup Jacobsen og Rúni Seloy royndu seg ímóti hvørjum ørðum, og endin var at Guttormur Sørensen vann kappingina, sum hann kortini ikki fær nakað heiðursmerki fyri. Mess.fo hevur tó víst honum viðurkenning við at kunngera úrslitið í morgun, og nú gera vit tað sama.