fríggjadagur 3. juli 2009síða 44
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
76
Nr. 125 - 3. juli 2009
tíðindi
Hetta er árstíðin, tá ið
summargestirnir av
álvara koma higar. Nógvir
av teimum eru eisini av
føroyskum uppruna, og
hava teir vanliga eina
áhugaverda søgu. Fleiri
teirra støkka eisini inn á
gólvið hjá Sosalinum, so til
ber at fáa eitt prát við teir.
Samrøða
Óli Jacobsen
Nú um dagarnar vóru tað hjúnini
Susan og Bruce Taylor, sum vit
hittu. Hon er “peruføroysk”, með
an hann er eins nógv kanadiari og
er í Føroyum fyrstu ferð.
Upprunin til hesa søgu er, at
havnarmaðurin Ove Carlson sum
ungur maður í 1952, 32 ára
gamal, flutti til Kanada saman
við konuni Helenu. Tey vóru tá
nýgift. Helenu var Óla og Helenu
Toftum úr Vági.
Beinleiðis orsøkin til, at tey
fóru, var, at tann eldri beiggi
Ova, Evany, var farin til Kanada
nøkur ár frammanundan, og var
hann komin væl fyri. Tíðirnar
vóru ikki so góðar í Føroyum tá,
og hetta gjørdi tað jú eyka
freistandi.
Ove varð føddur í Tróndargøtu
í Havn tann 15. januar 1920.
Hann var sonur Victor í
Pæsastovu og Margretu (fødd
Holm) úr Hvalba. Tey bæði fingu
níggju børn, dreingirnar Evany,
Carl Andreas, Mortan, Ova og
Ivan. Genturnar vóru Gerda,
Ella, Maria og Margit. Ove var
hin seinasti av systkjunum, sum
doyði, og var hetta í juni í fjør.
Hann gjørdist 88 ára gamal.
Ove vaks upp í 20 og 30
árunum í lítlu Havnini, sum,
undantikið nøkur fá hús úti á
traðunum, bara rakk av Abbatrøð
til niðastu húsini við Landavegin
og av Reyni niðan á Heygsbreyt,
nakað niðan Varðagøtu og
Tinghúsvegin.
Her búðu eini 2.500 fólk, tætt
pakkað saman, og tímiligu
umstøðurnar vóru sera trongar.
Fyrsta tímalønin, Ove tjenti
sum drongur, var 15 oyru. Seinni
fekk hann 32 oyru, men tá var
tað bert hendinga dagur, at heilur
arbeiðsdagur var at fáa.
Búsettust í Trail
Tey búsettust í lítla býnum Trail í
British Colombia, sum er vestasti
statur í Kanada. Hann liggur út
móti Kyrrahavinum. Trail er
nakrar hundrað kilometur inni í
landinum, tað er stutt í Kanada,
og 10 kilometur norður frá
markinum til USA.
Í Trail búgva um 7.000 fólk.
Sum nógva staðni í Kanada eru
ymiskar tjóðir, sum búgva sam
an. Í Trail er fimti hvør íbúgvi
etniskur italienari. Tilflytingin av
italienarum var fyrst og fremst
fyrst í hinari øldini.
4% av íbúgvarunum er upp
runafólk, indianarar. Tað er eisini
eitt sløð av kinesarum.
Størsta arbeiðsplássið er Teck
Cominco, sum er størsta sink
bræðarí av sínum slag í heimin
um.
Her er eisini ein stór ferðafólka
vinna. Her er heitt um summarið,
upp til 35 hitastig, og milt um
veturin.
Ta fyrstu tíðina arbeiddi Ove í
einum timburhandli hjá beiggj
anum Evany.
Tey blivu øll hart rakt, tá ið
nakrir limir í einum fundamental
istiskum russiskum trúarbólki í
mótstøðu móti framburði og
nútíð brendu timburhandilin
niður.
Eftir hetta búðu tey eina tíð í
lítla býnum Kitimat, norðuri
Susan og Bruce:
Føroyskir summargestir
Susan og Bruce Taylor hava
vitjað røturnar hjá henni.
Aftanfyri sæst Pæsastova haðani
Ove var ættaður.
Her í Trail bú ði Ove við síni familju