fríggjadagur 3. juli 2009síða 45
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2009
77
tíðindi
r úr Canada
móti markinum til Alaska, har
stórur partur av fólkinum eru
indianarar. Har búðu seinni í
nógv ár føroysku hjúnini Jytte og
Annfinn Mikkelsen, sum
arbeiddi á tí stóra
aluminiumsvirkinum býnum.
Tey fóru aftur til Trail, har Ove
fekk arbeiði sum timburmaður
og við stoyping. Men vetrarnir
eru so harðir á hesum leiðum, at
tá gjørdist einki við slíkt. Ove
fekk seinni arbeiði sum húsavørð
ur hjá skúlaverkinum í økininum
og starvaðist har tað mesta av
lívinum.
Helena arbeiddi tað mesta av
lívinum á sjúkrahúsi í Trail, at
enda sum deildarleiðari.
Mundu flutt heim
aftur, men…
Tað var um reppið, at tey eina
ferð flutttu heim aftur. Ove og
Helena vóru i 1963 heima og
vitjaðu saman við Susan. Tá vóru
Føroyar komnar fyri seg eftir
kreppuna í 50árunum.
Men arbeiðs og inntøkumøgu
leikarnir skortaðu heldur ikki
vestan hav. Tá var so langt og
leingi at ferðast, at Ove og Hel
ena høvdu sagt arbeiðið upp fyri
at kunna vera í Føroyum hetta
summarið.
Susan føldi seg ikki so kringa í
føroyskum sum í enskum, har
hon gekk í Sankta Frans skúla í
1963. Endin var, at Ove valdi at
ganga ynskjunum hjá Helenu og
Susan á møti. Hann fylgdi
teimum, og tey valdu Kanada og
ivaðust ikki eftir tað.
Ove arbeiddi til 1985, tá hann
fór frá fyri aldur. Hoyrnin var
farin at bila. Men hann gavst ikki
á hendur. Ovasa partur lá ikki
eftir, tá hvítusunnusamkoman,
tey hoyrdu til, smíðaðu nýggja
vakra kirkju í Trail.
Ringdi heim at siga farvæl
Ove doyði sum sagt í fjør. Tað
var um hesa tíðina, eg hevði eina
røð í Miðvikuni við hansara
ungdómsvin Johan Norðfoss.
Ein dagin fortelur Johan, at
hann hevði tosað í telefon við
Ova. Jú, Ove hevði sagt honum,
at hetta var seinastu ferð, teir
prátaðu saman. Næstu ferð hann
frætti frá honum, fór tað at vera í
eini deyðslýsing. Somuleiðis
hevði hann ringt til onnur og sagt
teimum farvæl á sama hátt.
Soleiðis gjørdist tað eisini. Hetta
sigur nakað um sálarliga styrki.
Johan og Ove komu saman frá
barni av. Tað var jú spennandi hjá
Ova at hava ein beiggja í Kan
ada, og tosað varð nógv um tað.
Einaferð ferðamannaskipið
Sleipnir kemur á redina fantasera
teir, at Evany er umborð, og at
hann er komin heim at vitja.
Teir taka ein bát og skulu
rógva umborð. Men komnir
hálva leið fáa teir maktarloysi og
setast at gráta, meðan báturin rak
aftur til lands.
Johan og Ove høvdu tónleikin
til felags, og teir spældu saman
millum annað í hornorkestrinum
hjá Frelsunarherinum. Tónleikin
helt Ove fast um í Kanada.
Ove ringdi annars javnan til
Johan. Hann heldur, at nú sakn
aði Ove Føroyar, eftir at konan
var deyð.
Dáma væl í Føroyum
Einkarbarnið Susan bleiv sjúkra
røktarfrøðingur og giftist við
Bruce Taylor, løgreglumanni, og
flutti hagar, sum arbeiði dró tey.
Tey fingu døturnar Deanne og
Carli, sum síðan eru giftar. Tær
báðar eiga tilsamans trý børn.
Bruce og Susan láta væl at ferð
ini í Føroyum. Tey hava vitjað
sína slekt og gamlar vinir, eisini
Johan.
Í 1994 fór Bruce, tá enn í góð
um árum, úr starvi hjá kanadisku
løgregluni við eftirløn. Her er
tann skipan galdandi, at tað ber
til at sleppa frá við eftirløn eftir
starvsetan í 25 ár.
Bruce greiðir millum annað frá
onkrum stórum muni millum
USA og Kanada, sum eisini ger
stóran mun á arbeiðinum hjá
løgregluni. Í USA er tað ein
grundlógartryggjaður rættur at
bera vápn, meðan tað í Kanada
er neyðugt við vápnaloyvi.
Hesi vápn verða eisini dúgliga
nýtt í USA! Hetta ger í sjálvum
sær ein sera stóran mun, tá
hugsað verður um øll fólkini,
sum verða skotin í USA, meðan
tað í Kanada ikki er stórt øðrvísi
enn hjá okkum. Tað er ringt at
greiða frá, hví hugburðurin er so
ymiskur hjá grannafólki við
sama uppruna
Bruce og Susan fluttu við
døtrunum aftur til Trail, har tey
bygdu hús og opnaðu eina
Cappucino kaffistovu, sum lá
væl fyri við vøkrum útsýni, og
var hon væl vitjað. Tískil kundu
Ova og Helenu hava alla familj
una um seg seinastu árini. Tey
eru seinni givin við kaffistovuni,
og nú arbeiðir Bruce partvíst
sum jarðarferðarhjálp.
Eisini greiðir Bruce frá, at
Kanada er sloppið hampiliga væl
burtur úr heimskreppuni, sum
leikar á. Hetta er fyrst og fremst
takkað verið bankunum, sum
hava víst størri ábyrgd í Kanada
enn í øðrum londum.
Hann greiddi eisini frá, at í
canadiskum bløðum hevur verið
eitt yvirlit yvir onnur lond, har
bankarnir eisini hava víst ábyrgd.
Eitt av hesum londum var
Føroyar!
Annars hevur verið rættuliga
nógv samband millum Kanada
og Føroyar. Heilt aftur til tíðliga í
undanfarnu øld royndu nógvir
føroyingar eydnuna í Kanada.
Summir sum fiskimenn, og aðrir
vóru til dømis skóghøggarar.
Summir teirra komu heim
aftur, meðan aðrur vóru verandi í
Kanada, og hava vit havt
frásagnir frá fleirri teirra.
Hesir hava verið góð umboð
fyri okkara land eins og Ove
Carlsen og hansara familja hava
verið tað.
Vit takka tey fyri vitjanina og
prátið.
Ove Carlsen saman við sínum feløgum í okestrinum hjá Frelsunarherinum í 1935. Vit síggja her:
Aftast f.v.: Leivur Christiansen, Petur í Króki, Hans Jákup Christiansen, Óli Hansen (hjá Essa), Karl Olsen (Kalle), Poul Hansen (hjá Jóannesi hjá Gynnu og
Osvald Hansen.
Miðraðið: Óla Jákup Christiansen, Henry Olsen, Frits Christiansen, Artnold Olsen, Anna Christiansen, Amy Andrésen, Else í Króki, Daisy Hansen og Ludvig
Beckmann
Fremst: Terje Andrésen, Johan Norðfoss, Ove Carlsen, Thomas Pauli Christiansen, Johannes Jacobsen (Hannis), Morten Carlsen og Jóhannes Hansen (hjá
Gynnu)