Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 46

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

78 Nr. 125 - 3. juli 2009 Tónleikur Niclas Johannesen niclas.johannesen@gmail.com Myndir: Benjamin Rasmussen E inaferð var hann eitt sera gott boð upp á ein føroyska popp­ ara á altjóða stjørnuhválvinum. Í dag dámar honum væl at kalla seg prædikumann – ikki minst út frá teimum eitt sindur nakka­ langu reaktiónunum, hann onkun­ tíð fær, tá gamlir kenningar heilsa uppá og spyrja, hvat hann tekst við, aftan á kanska ikki at hava sæð havnarmannin í áravís. Humorin býr framvegis í eygunum. Og har Regin er, er oftani látur. Maðurin er snøkt sagt stuttligur. Men Regin er eisini álvars­ maður. Soleiðis er tað ikki sól­ skyn og hiti eina sum gera, at hann, saman við konuni Heidi og soninum Noah, seinastu seks árini hevur búð í Campobasso beint við Napoli í Italia. Frá poppara til prædikumann Tí heldur enn at gøða unga poppdreymin, valdi Regin um aldarskiftið at kvetta á stokkinum og gjørdi av at fara at boða evan­ geliið. Sum við øllum, ið hann tekst við, so var farið til verka við eldhugi og áliti á, at hetta er tað rætta. Á heimasíðuni Regini og familjuni, www.guttesen.com, verður sagt soleiðis: “Vit eru øll kallað at vera millum teirra, sum hava tey stóru framíhjárættindi at bera øðrum evangeliið. Leikluturin hjá okkum øllum fer ikki at vera tann sami, men øll eru alneyðug, skal ætlanin verða fullførd.” Um tú spyr, hví katólska há­ borgin Italia gjørdist landið, har Regin og familjan fóru at virka, finst hetta svarið eisini á heima­ síðuni hjá familjuni Guttesen. Her verður staðfest, at fólkatalið í Italia er slakar 58 milliónir og at mett verður, at meir enn tveir triðingar eru katolikkar. Regin vísir á, at “nógv italiufólk hava, vónsvikin av katólsku kirkjuni, roynt at finna „nøktan“ gjøgnum tað okkulta. Tey seinastu tíggju árini hevur tað breitt seg so nógv, at tað nú eru fleiri skrásett millum­ gongufólk (medium) og ganda­ kellingar enn rómverskir prestar. Talið á evangeliskum trúgvandi er sera lágt, minni enn eitt prosent av fólkatalinum.” Kvirt Í tónleikahøpi hevur verið púra kvirt her um leiðir frá stíltrygga pianistinum við tí hásu røddini og sangum, ið vóru sum skrædd­ araseymaðir til amerikanskt popp radio. Við fløguni “Writing You A Song”, sum kom út í 1997, skrivaði Regin ikki bara ein sang, men eisini eitt slag av føroyskari tónleikasøgu við eini fløgu, sum leyk øll góðskukrøv fyri góðum væl­poleraðum poppi, ríðandi á eini west­coast bylgju, ið ikki hevði sæð sín líka her um leiðir. Hetta varð eitt nú gjørt við at fara til USA at spæla inn við tónleikarum, so sum Toto bass­ leikaranum David Hungate. Í kjalarvørrinum á hesi útgávuni komu eisini tilboð frá plátufeløg­ um sum vóru hugað at geva fløguna út í USA. Men tað varð av ongum. Tí hetta var eisini tíðin, tá Regin fór at seta eksistentiellar spurningar um, hvør lívsleiðin nú skuldi vera. Meðan hann gjørdi sína útbúgving sum grafikari lidna, so var avgerðin tikin. Hann og familjan fluttu til Italia. Og soleiðis hvarv Regin stillisliga av føroyska tónleikaradaranum og seinastu mongu árini hevur so at siga onki verið at hoyrt til hann her um leiðir. Inntil herfyri. Sum ketta úr høvdatrog Í mei mánað frættist, at nýggja fløgan “Fjakkari” við Regin Guttesen, var útkomin í Føroy­ um. Við fyrstu tónunum á fløg­ uni kann staðfestast, at pianist­ urin er í topp formi, har hann letur fingrarnar reika ómakaleyst yvir klaviaturið við sínum eyð­ kenda spæli. Yvir moll­gongdir staðfestir havnarmaðurin: “Hygg nú upp, mín sál, so tú fellur ei í fátt, tá ið lívið her gerst grátt, og tú døpur er” Regin er framvegis trúgvur ímóti síni stílistiska fortíð. Talan er um væl produseraðan tónleik niður í minstu detalju eftir einum rættiliga klassiskum west­coast leisti. Stóri munurin á “Fjakkari” og “Writing You a Song” er sostatt fyrst og fremst, at nýggja fløgan er á føroyskum. Tónleika­ grundirnar eru innspældar í Før­ oyum í Krisstuff Studio við amerikanska trummuspælaranum Paul Leim og føroyska Óla Poulsen, sum rytmusektión. Og heldur enn sjálvur at produserað, hevur Regin hesaferð fingið Óla Poulsen at produsera. Regin, sum aftaná so nógv ár í dvala, kanska ivaðist eitt sindur í, hvussu henda nýggja fløgan fór at vera móttikin, kann nú ein mánað seinni staðfesta, at føroyingar hava tikið væl ímóti hesi útgáv­ uni. Serliga lagið “Her”, sum Óli Poulsen hevur gjørt og Martin Joensen og Óli hava skrivað orð til, hevur verið nógv at hoyrt á útvarpsrásunum herheima. Kann ikki lata vera Men, hvussu ber tað so til, at Regin aftan á so nógv á í dvala, nú gevur fløgu út aftur? Til hetta sigur Regin: ­ Ein kendur rithøvundur sigur soleiðis: “Um tú hevur hug at skriva, so skalt tú ikki gera tað; um tú dugir at skriva, so skalt tú heldur ikki gera tað; men um tú ikki fær latið vera við at skriva, so skalt tú gera tað!” Eg meldi meg upp í tann triðja bólkin. Eg dugi ikki at lata vera við at skriva og at gera tónleik. Tað er næstan líka natúrligt og neyðugt fyri meg, sum at anda. Tað er líka mikið hvat, eg fáist við, ella hvar eg búgvi – eg fari altíð at skapa tónleik. Tú kanst taka tónleikaran úr tónleikalívinum, men tú kanst ikki taka tónleikin úr lívinum hjá tónleikaranum. Við øðrum orðum: einaferð tónleikari, altíð tónleikari! Hví hevur tú ikki sjálvur framleitt hesuferð? ­ Ein orsøk er praktisk. Eg búgvi ikki í Føroyum, har eg eri meira integreraður sum tónleikari, og havi tí ikki teir somu hentleikar­ nar í Italia, sum í Føroyum. ­ Um hettar var fyrstu ferð, eg gav fløgu út, var fløgan ongantíð vorðin veruleiki. Men av tí, at eg Fjakkari ger come-back Tá fjølmiðlafólk og tónleikakøn fara at ressast móti ársenda og komitéir, nevndir, panelir, lurtarar, lesarar og onnur klók fólk fara at meta um og atkvøða fyri, hvør skal heiðrast við hvørjum og fyri hvat í ár, man lítið vera at ivast í, at “ársins come-back” fer at hava ein greiðan favorit: Regin Guttesen