Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 47

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2009 79 í nógv ár var ein virkin partur av føroyskum tónleikalívi, og tí havi eina ørgrynnu av vinum innan tónleikalívið, hevur tað borið til at gjørt hesa fløgu. Útgávan gjørdist veruleiki tí at fólk, sum Óli Poulsen og Jákup Zacharias­ sen og mong, mong onnur, ikki bara eru mínar tónlistaligu fyri­ myndir, men eisini mínir persón­ ligu vinir. ­ Ein onnur orsøk er tónlistar­ lig. Eg havi altíð vilja sloppið at ráða sjálvur, hvussu løgini skuldu leggjast til rættis, og hvussu tey skuldu ljóða, bæði á mínari fyrru fløgu, og á øðrum fløgum, sum eg havi frammleitt. Hesuferð sá eg eina avbjóðing í at lata róðrið í hendurnar á Óla, sum hevur framleitt, og á Jákupi, sum er framleiðslustjóri. Fyri meg hevur tað verið eitt stórt “trúarstig” – um tú so kanst siga ­ at lata onnur velja, hvørjir sangir skuldu við og hvussu teir skuldu spælast. Men sjálvt um onkur diskusiónin hevur verið á leiðini, um broytingar í melodii, akkordum, formi ella teksti, so hevur tað fyri tað mesta verið ein fragd at kunna sett seg afturá og eygleiða, meðan onnur hava tikið tínar sangir og latið teir í og pynta teir. Satt at siga er tað ein gamal dreymur, sum er uppfyltur, nú Óli, sum er ein av mínum abso­ luttu tónlistaligu fyrimyndum, segði “ja” til at framleiða fløg­ una, og smuglaði meg inn í hansara fylta kalendara! Hví er fløgan á føroyskum? ­ Vit búgva í Italia. Her er alt samskifti á italskum. So tað at sníkja eg til síðis onkra løtuna og seta seg einsamallan við klaverið at skriva og syngja á føroyskum dámar mær væl. Tú kanst siga, at á ein ella annan hátt er tónleikur­ in sum ein persónligur sálarfrøð­ ingur hjá mær. Eg búgvi langt heimanífrá, og tað er ikki sørt, at av og á leingist mær heim til tað kenda og heimliga. ­ Fyrr dámdi mær nógv betur at skriva á enskum. Tað kendist lættari at fáa tekstirnar at sita. Nógv fleiri orð at arbeiða við. Men eg haldi, at eg við árunum er farin at seta størri prís upp á mínar røtur og eisini mitt móðurmál. Hvør er tín ambitión við nýggju fløguni? ­ Onkuntíð verður gjørdur munur á at føra kristnan politikk, og at føra politikk sum kristin. Um sami munur var yvirførdur til tónleikin, hevði eg ikki sagt meg at vera ein, sum ger kristnan tónleik! Nei, heldur ein, sum ger tónleik sum kristin. ­ Eg skrivi og syngi um tung­ lyndi og gleði, um at vera sann­ førdur og um at ivast, um at liva og um at doyggja, um meining og um fáfongd. Eg skeldi ongan út, men seti tó grundlegjandi spurningar. Eg skrivi tað sum eg føli. Eg skrivi bara sangir. Og onkuntíð koma so mínar sann­ føringar undan kavi, sum tær nú gera hjá øllum, sum yrkja. ­ So, vón mín við fløguni er, at lurtarin kann ognað sær sangir­ nar, og kenna seg aftur í teimum. Tónleikur er hundrað prosent kenslur, og eg vóni at tey sum geva sær stundir at lurta, verða rivin við reint kensluliga, bæði av tónunum og orðunum. Regin á pall til Nashville.fo Tá Nashville.fo konsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi leygar­ kvøldið 29. august, telist Regin millum teir føroysku sangararnar, ið fara at framføra. Fyrsta útgávan “Writing You A Song” var nevniliga innspæld í Nashville. Hetta verður eisini fyrsta høvið hjá Regini aftur at spæla live saman við bassleikaranumnevniliga David Hungate, ið eisini spældi við á “Writing You A Song”. Her um leiðir er Hungate mest kendur fyri at vera uppruna bassleikarin í rockbólkinum Toto. Nýggja fløgan “Fjakkari” hevur haraftrat eisini ein farra av Nashville í sær. Hesaferð var tað nevniliga soleiðis, at trummuspælarin Paul Leim, sum er búsitandi í Nashville, vitjaði í Føroyum á sumri í 2007 og spældi inn trummurnar í Kristuff Studio í Hoyvík. Paul Leim er ein av mest brúktu trummuspælarum í Nashville. Hetta verður somuleiðis fyrsta almenna konsert­ framførslan hjá Regini, síðani “Fjakkari” kom út.