fríggjadagur 3. juli 2009síða 31
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 3. juli 2009 – Nr. 125 ÍTRÓTTARBLAÐIÐ 15
Tað var eingin vanlukka
at tapa við trimum
málum móti Rosenborg í
Gundadali í gjár. Men um
runavíkingar høvdu verið
meira avgjørdir og ágrýtnir
kundi úrslitið verði væl
frægari
Tað var torført at vera vónbrotin í
Gundadali í gjárkvøldið. Tað varð
ongantíð væntað, at NSÍ fór at arga
Rosenborg. Og at tapa við trimum
málum móti besta liðnum í
Skandinavia er eingin vanlukka.
Men úrslitið kundi væl verið
frægari. Tí aftur í gjár vísti tað seg,
at føroyingarnir høvdu ov stóra
virðing fyri mótstøðuliðnum. Tað
ráddi oftast bara um at sleppa sær
av við bóltin sum skjótast og vóna,
at liðfelagin kundi fremja okkurt í
framrættaða spælinum. Og tað var
ein stór orsøk, at spenningurin er
fullkomiliga burtur undan seinna
dystinum, sum verður leiktur í
Noregi í komandi viku.
Óli sendi í tvørtræið
Tað vóru tó fleiri glottar á føroyska
liðnum. Christian Høgni Jacobsen,
sum leikti sín fyrsta dyst fyri
barndómsfelagið í hesum umfari,
var djarvur og hevði dirvið at bjóða
mótstøðumonnunum av. Potemkin
royndi at stríðast sum einsamallur
framherji, og Óli Hansen royndist
væl í nærdystunum við Dario
Zahora, sum var fremsti maður hjá
gestunum.
Men serliga á miðvøllinum
høvdu runavíkingarnir ov stóra
virðing. Serliga í fyrra hálvleiki, tá
Jústines R. Hansen og Jann Ingi
Petersen sera sjáldan luttóku í
framrættaða spælinum. Og tá teir
vóru á bóltinum ráddi oftast um at
sleppa honum aftur sum skjótast.
Tað var ofta skeiva avgerðin, tí teir
ofta høvdu tíð og pláss at skapa
okkurt. Úrslitið var, at Károly
Potemkin noyddist at kapprenna
við norsku verjuleikararnar eftir
longu avleveringunum, og tað
riggaði ongantíð.
Rosenborg var á bóltinum í
stórum løtum av dystinum. Steffen
Iversen, sum áður hevur spælt við
enska Tottenham Hotspur, dugdi
væl at finna sær pláss á hálvuni hjá
heimaliðnum, og sum heild hevði
heimaliðið torført at verja fyri
honum.
Størsta føroyska málmøguleikan
hevði Óli Hansen. Eftir einum
korteri stýrdi hann bóltinum á
tvørtræið, tá Einar Hansen sendi inn
í feltið úr høgru.
Dúvaðu á skjótálop
Uppleggið hjá NSÍ var sjálvsagt
fyrst og fremst at hugsa um
verjupartin. Við framrættaðum
leikarum sum Christian Høgna
Jacobsen, Hjalgrím Elttør og Karoly
Potemkin skuldu fortreytirnar fyri
málmøguleikum eisini verið til
staðar. Ofta góvu gestirnir eisini
heimaliðnum pláss at royna seg á
teirra hálvu, og tí var óheppið, at
runavíkingar ikki vóru meira djarvir
og ágrýtnir.
Rosenborg vann uppiborið. Men
um væl vildi til, so hevði NSÍ fingið
eitt mál, meðan gestirnir høvdu
fingið tvey. Men soleiðis er í
fótbólti, og tí verður tað ikki meira
enn ein stór uppliving, tá
runavíkingar í komandi viku skulu
royna seg á útivølli móti
oddaliðnum í norsku Tippuliguni.
Málini
1-0, Dario Zahora: Einar Hansen var
ikki nóg ansin, tá Didier Konan Ya
sendi innfyri úr vinstru. Dario
Zahora hevði ríkiligt av plássi
handan føroyska vongverjan, og
framherjin var tryggur, tá hann
stútaði framvið Meinhardti
Joensen.
2-0, Mikael Lustig: Hornaspørkini
hjá Rosenborg lógu altíð sera nær
at málinum hjá heimaliðnum.
Hesaferð var Mikael Lustig fyrstu á
við fremru stong, og úr tveimum
metra fjarstøðu stýrdi hann framvið
málverjanum.
3-0, Mikael Lustig: Mikael Lustig
fekk møguleikan úr ellivu metrum,
tá Óli Hansen rendi Trond Olsen um
koll í brotsteiginum. Brotssparkið
sendi verjuleikarin trygt í netið.
Virðingin var ov stór
Hamrén var
væl nøgdur
Erik Hamrén, venjari hjá
Rosenborg, var sjálvsagt væl
nøgdur við greiða sigurin í
Gundadali í gjár. Hann stað-
festir, at teir høvdu fult tamar-
hald á dystinum.
- Vit høvdu møguleikan at
skjóta fleiri mál í fyrra hálvleiki.
Men vit vinna trygt, og sam-
stundis fáa fleiri av
stuðulsleikarunum hvíld, sigur
Erik Hamrén við heimasíðuna
hjá Rosenborg, og leggur
afturat, at liðið hevur vunnið
sær í annað umfarð av kapp-
ingini.
- Tað skal sjálvsagt ganga
sera galið, um vit ikki fara víðari.
Men vit mugu vera til reiðar,
staðfestir Hamrén.
Ov lítið
avgjørdir
Christian Høgni Jacobsen
spældi í gjár sín fyrsta dyst fyri
barndómsfelagið á hesum
sinni. Føroyski landsliðsleikarin
var eyðsýndur á heimaliðnum,
men hóast tað var hann ikki
heilt nøgdur við avrikið.
- Rosenborg spælur væl, og
vit renna aftaná í løtum av
dystinum. Í hálvleikinum práta
vit um, at vit mugu verða meira
djarvir. Men tað hjálpti lítið. Teir
høvdu nógv fólk á okkara hálvu,
tá teir søktu at. Men vit vóru ov
lítið avgjørdir, tá vit fóru í
mótálop.
Tit skulu nú royna tykkum á
útivølli móti Rosenborg í
komandi viku. Hvat skulu tit
fyrst og fremst hugsa um tá?
- Tað verður ein
fótbóltsuppliving. Vit fara at
fyrireika okkum væl, og vit eru
til reiðar at fáa eitt gott úrslit í
Noregi, sigur Christian Høgni
Jacobsen.
NSÍ – Rosenborg 0-3 (0-1)
0-1: Dario Zahora, 21.
0-2: Mikael Lustig, 58.
0-3: Mikael Lustig, brsp, 89.
Dómari:
NSÍ: Meinhardt Joensen – Jónhard Fredriksberg (Jens
Joensen, 57.), Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar
Hansen – Christian Høgni Jacobsen, Jústines R.
Hansen, Jann Ingi Petersen, Hjalgrím Elttør (Klæmint A.
Olsen, 76.) – Bogi Løkin – Károly Potemkin (Høgni
Madsen, 80.)
Gult kort: Høgni Madsen
Rosenborg: Rune Almenning Jarstein – Mikael Lustig,
Kris Stadsgaard (Miller, 46.), Alejandro Lago, Andreas
Nordvik – Anthony Annan (Tettey, 69.), Per Ciljan
Skjelbred – Kjell Rune Sellin, Steffen Iversen (Olsen,
63.), Didier Konan Ya – Didier Zahora
FAKTA UM DYSTIN
uni@sosialurin.fo
Uni Holm
Johannesen
Højgaard halda
fram
Heimasíðan hjá B68 skrivat, at felagið hevur
longt avtalurnar við Petur Meinhard Magnussen,
Jóhan Dávur Højgaard, Oddur Højgaard, Jonleif
Højgaard og Dánjal Paula Højgaard. Sáttmálin er
galdandi komandi tvey árini. Jógvan Højgaard,
formaður í B68, sigur við heimasíðuna, at tey eru
sera fegin um, at sáttmálarnir eru fingnir í lag.
– Eg var seinastur á bóltinum
Tað var ivamál um, hvør var seinastur á bóltinum, tá Rosenborg økti til
2-0. Men Mikael Lustig staðfestir á heimasíðuni hjá Rosenborg, at
hann var málskjútti. – Dario Zahora sigur, at bólturin fór beinleiðis í
málið eftir hornasparkið. Men eg hevði høvdið á bóltinum, sigur Lustig
smílandi við heimasíðuna.