fríggjadagur 3. juli 2009síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2009
65
tíðindi
Nakrir føroyingar
og áleið 40 danir eru
vorðnir smittaðir við
Salmonella Enteriti
dis síðani mai mánað
í ár
Heilsa
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Matvørudeildin á Heilsu
frøðiligu starvsstovuni sig
ur, at fleiri av teimum smitt
aðu hava etið egg, sum ikki
hava verið gjøgnumhitað,
antin sum stokt egg ella
sum ráar eggjablommur á
búffum.
Í fleiri førum koma egg
ini, sum eru etin, frá Mølle
bjerggård Ægpakkeri.
Danska Fødevarestyrels
en hevur neyvt eftirlit við
einum garði, sum selir egg
til Møllebjerg Ægpakkeri,
av tí at illgruni er um sal
monella á garðinum.
Neyva eftirlitið merkir, at
garðurin ikki kann selja
egg, fyrr enn Fødevarestyr
elsen hevur kannað egg frá
garðinum fyri salmonella
og einki funnið.
Eggini seld í Føroyum
Heilsufrøðiliga starvsstovan
hevur fingið upplýsingar
frá danska Fødevarestyrels
en um, at egg frá Mølle
bjerggård Ægpakkeri, sum
eru undir illgruna fyri at
verða fongd við salmonella,
eru seld í Føroyum.
Merking og haldføri
Talan eru um egg frá búrhøn
um, sum eru í pakkum við 6,
10 ella 30 stk. við haldføri 26.
mai til 27. juli 2009. Í hesum
tíðarskeiði eru egg frá fleiri
gørðum pakkað á Møllebjerg
gård Ægpakkeri, men illgrun
in og afturkallingin umfatar
bert egg, sum eru stemplað
við CHRnr. 52395.
Takast av hillunum
Fødevarestyrelsen
hevur
álagt Møllebjerggård Ægpak
keri at afturkalla eggini, sum
eru undir illgruna. Heilsu
frøðiliga starvsstovan hevur
givið føroyska innflytaranum
boð um at afturkalla egg,
sum eru seld til føroyskar
handlar.
Orsøkin til hesa afturkall
ing er illgruni um smittu við
Salmonella Enteritidis. Hend
an bakteria er sjúkuelvandi,
og fólk fáa diarré, vaml, ilt í
búkin, fepur og spýggja.
Tilmæli til fólk
Heilsufrøðiliga starvsstovan
mælir fólki, sum hava keypt
hesi egg, til at fara aftur í
handilin við teimum ella
beina tey burtur.
Tá ið egg skulu nýtast í
mati ella kakum, sum ikki
verða gjøgnumhitað, mælir
Heilsufrøðiliga starvsstovan
fólki til at nýta pasteuriserað
egg.
Føroyingar smittaðir av
salmonella fongdum eggum
Sandoyar Kunning
arstova sigur frá,
at síging/rapelling
verður í Sandoynni
leygardagarnar 18. og
25. juli
Frítíð
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú er møguleiki fyri at síga
í 300 m hædd í Lonini vest
anfyri á Sandoynni.
Kunningarstovan í Sand
oynni sigur, at fyri tey, sum
koma norðanfjørðs, verður
skipað fyri bussambandi úr
Skopun til Søltuvíkar og
aftur. So ongum nýtist at
taka bil við yvirum.
Teistin siglir av Gomlu
rætt kl. 8.45 – har leigaður
bussur stendur fyri fólki.
Síðani verður koyrt til Søltu
víkar, har ferðaleiðari vísir
veg til Lonina. Gongutúrurin
tekur uml. 1 tíma og 15
min. Síðani verður kaffi, te
og føroyskur viðskeri bjóð
aður í húsinum í Lonini.
Eftir tað verður so sigið. Tó
skal tað sigast, at um ein
ikki sígur, so kann viðkom
andi sagtans fáa ein frálíkan
túr kortini. Náttúran er
stórsligin og vøkur.
At ganga heimaftur tekur
uml. 45 min. Síðani verður
farið við bussi aftur til
Skopunar – har siglt verður
kl. 16.30. Sagt verður at
skilagott er at hava heit og
góð klæði við á túrinum.
Túrurin verður gjørdur um
tað viðrar og nóg nógv
tekna seg.
Bólkar og fyritøkur kunnu
eisini bíleggja sær túrar
gjøgnum summarið. Meira
fæst at vita á www.
visitsandoy.fo.
Síging í Lonini í Sandoynni
Hví goyggja hundar?
Sjálvi eru vit menniskju sera málslig, men hundagoyggj kann
verða ilt at skilja. Hundagoyggj er fyri summar hundaeigarar
gerandiskostur og fyri onnur bert ein trupulleiki, ið grannin
hevur. Men er hetta nakað, ið til ber at arbeiða við ella møgu
liga bøta um? Hvat sigur lógin um hundagoyggj? Sjálvsagt
eru summir hundar aldir fram við eginleikanum at goyggja,
men alt í alt er hetta einasti málsligi hátturin hjá hundinum at
samskifta við okkum. Nú kunnu hundaeigarar og onnur
áhugað hoyra meiri um hetta fyribrigdi leygardagin 5. Juli kl.
16 á Argjaskúla. Tá skipar Hundaeigarfelag Føroya fyri
fyrilestri um „Hví goyggja hundar“við Ninu Brockie.
Løgreglan skal leita
eftir skøkjum
Hóast norska Stórtingið fyri einum hálvum ári síðani samtykti eina
lóg, sum bannar fólki at keypa sex, so eru framvegis nógvir seljarar í
miðbýnum í Oslo. Síðsta leygarkvøld taldi ein áhugafelagsskapur
ikki færri enn 121 kvinnur, sum gingu í miðbýnum og bíðaðu eftir
keyparum. Talan var serliga um kvinnur úr londum í Eysturevropa
og úr Nigeria. Ein talsmaður fyri løgregluna í Oslo sigur við
Aftenposten, at talið er størri, enn løgreglan hevur hildið. Hann
sigur, at løgreglan fer nú at halda eyga við støðuni við at herða
eftirlitið í miðbýnum í Oslo.
Tvingsils
søla
Týsdagin tann 18. aug
ust 2009 kl. 10.30,
verður á Dómaraskriv
stovuni í rættarsali IV,
undir Glaðsheyggi 14,
100 Tórshavn, hildin
tvingsilssøla yvir matr.
nr. 883, Tórshavn.
Ognin er eini sethús
innrættað til privatan
bústað og útleigan í
trimum hæddum, til
støddar uml. 120 m2
hvør hæddin, umframt
ovasta loft uml. 65 m2.
Grundøkið er uppá 405
m2.
Húsini eru av betong
og takt við Icopal.
Húsini eru innrættað
soleiðis:
Kjallarahædd:
Sjálv
støðugur
verkstaður.
Íbúð v/stovu, kamari,
wc, millumgongd, køki,
fýrrúmi og gongd.
2. hædd: Durur, gongd,
hjallur,
vásakøkur/
brüggers, wc, køkur,
stova, skrivstova og
kamar.
3. hædd: Trý kømur,
hjúnakamar
v/altan,
rúm ætlað til wc, kamar
og wc.
4. hædd: Stór loftsstova
í einum.
Sølan er umbiðin av
Óla Jákup Kristoffer
sen, advokati, Frúutrøð
4, Tórshavn, tlf. 35 33
35, email ojk@jura.fo
(j. nr. 20080953), ið
kann geva nærri upp
lýsingar og útflýggja tv
ingsilssøluuppstilling,
og sum nærri avtala
kann gerast við, um
ynskt verður at síggja
ognina.
Føroya Fútarættur,
tann 30/62009
AdvokATskrivsTovAn
Frúutrøð 4 • Postboks 6
Fo110 Tórshavn
Tel 35 33 35 • Fax: 35 33 36
www.jura.fo