fríggjadagur 3. juli 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 125 - 3. juli 2009
inngangur
grams.fo
Grovari
enn nakrantíð
Byrjað dagin saman við okkum.
Royn okkara nýggju røð av breyðum og morgunbreyðum.
M
i
n
.
6
%
f
b
u
r
M
a
x
2
%
f
e
i
t
t
Hoyvíksvegur 65 · Tlf 31 21 61
Í næstum letur upp sera for vitnis lig mat-
stova á Áarvegnum í Havn. Talan er um
sushi-matstovan Etika, ið fer at húsast
í somu hølum sum café Jinx einaferð
var í.
Tað er framtaks-sama Hotel Føroyar-
fyritøkan, ið hevur tikið stigið til Føroya
fyrstu sushi-barr.
Og ambitións-støðið er høgt. Sera
høgt!
Fólk, ið hava gingið oman og niðan
eftir Áavegnum í sein astuni hava uttan
iva lagt til merkis ta framúr gjøgnumfør-
da stíl-skifti, ið er farið fram í snotuliga
bygninginum, ið upprunaliga húsaði ein
blómuhandil. Tú sært í dag eitt glas-
tempul við flagtekju har bakgrundin
inni er mattsvørt og appilsinguli kon-
trast-liturin á innbúgvi og á ikon-kendu
lampunum og skapar ein friðsælan dám
av Japan.
Og sjálvandi Japan, av tí sushi er
matur úr japansku mat mentanini. Sushi
fevnir mill um annað um smáar sneisir
við kókaðum rísi og ráum fiski omaná.
Soya, súltað ingifer og wasabi (sterk
japansk piparrót) verður bjóðað aftur-
við. Og so saké (rísvín), japanska bjór og
grønt te afturat.
Sagt heilt einfalt!
Tí Etika tykist at taka alla japansku
matmentanina í álvara. Fólkini handan
nýggja átakið hava leitað sær ráðge-
ving frá gitna dansk-japanaranum, Jens
Rahbek. Hann er kokkur og kendur sum
tann, ið tók sushi við sær til Danmarkar
í 1990’unum.
Nú hevur hann verið í Føroy um og
kunnað seg um viðurskiftini og síðani
lagt lag á og samstarvað við góðar
føroyskar kokkar.
Grams hevði prát við Jens Rahbek
í vikuni. Hesin fryntligi maður hevur
ongantíð áður verið í Føroyum og hann
sigur vera fullkomnan tiknan á bóli av
okkara oyggjalandi. Og tað skal skiljast
sum ein heildar-uppliving. Náttúran,
mentanin, listin, fólkið, allar rávørurnar.
-Her er eitt sera stórt potentiali fyri at
skapa nakað serligt til ferðafólk, sigur
Jens Rahbek.
Hetta vit hoyrt frá mongum undan
honum, og tað er at vóna at Etika er
eitt stig rætta vegin!
Aftaná fleiri mán aðir har matstovur
í hópatali hava latið aftur, hava vit nú
fingið nýggja forkunnuga matstovu í
Havn. Tað eiga vit at fegnast um.
Lat tað vera sagt beinanvegin. Etika
er ein matstova fyri øll. Hóast japanskur
matur kann tykjast hábærsligur og
avanseraður, so er tað at eta sushi bæði
sera hugnaligt og nýtist ikki vera serliga
kostnaðarmikið. Og børnini kunna eisini
vera við.
Meira um hetta í næstu viku, tá ið eg
havi roynt hvat Etika borðreiðir við.
Sum tey siga í Japan:
Irasshaimase!
ETIKA – nýggj
sushimatstova
letur upp í Havn