Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juli 2009síða 3

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 125 - 3. juli 2009 3 lýsingar post.fo Umsókn Umsóknir skulu sendast skjótast gjørligt til: Postverk Føroya starvsfólkadeildin Óðinshædd 2 100 Tórshavn postverk@postverk.fo Spurningar Spurningar um starvið kunnu setast Svanbjørg Manai, sølu- og marknaðarstjóra, tlf. 212139, ella Sofusi Clement- sen, stjóra, tlf. 236131. – okkara samskiftisfyritøka Stutt um Postverk Føroya Uml. 250 fólk starvast hjá Postverki Føroya. Hin 1. januar 2005 varð postverkið umskipað frá almennum stovni til partafelag við Føroya Landsstýri sum eigara. Høvuðsskrivstovan, miðdepilin fyri alt virksemi felagsins, er á Óðinshædd í Tórshavn. SØLULEIÐARI TIL POSTVERK FØROYA Sum liður í arbeiðinum at umskipa Postverk Føroya til eina nýmótans og effektiva fyritøku, verður søkt eftir søluleiðara at seta skjótast gjørligt. Uppgávur Uppgávan hjá søluleiðaranum er at leggja til rættis, samskipa og menna søluarbeiðið á Postverki Føroya, umframt at selja flutningstænastur til stórkundar. Menning av vørum og tænastum er ein annar partur av ar- beiðinum hjá søluleiðaranum. Seinasta árið hava vit sum partur av marknaðartillagingini av postverkinum arbeitt við at fokusera okkara vøru- og tænastuskrá. Søluleiðarin fær høvi at leggja síðstu hond á hetta arbeiði. Tú Tú kanst vísa á ítøkilig úrslit frá líknandi starvi. Tað er títt eyðkenni, at tú ert ágrýtin og røkkur teimum málum, tú setur tær. Tú dugir væl at samskifta og hevur lætt við at skapa varandi sambond við kundar og starvsfelagar. Tú sært fleiri møguleikar enn forðingar, og tín arbeiðsháttur er miðvísur og vælskipaður. Tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis, hevur royndir við CRM og hevur eisini eina greiða fatan av, hvussu KT kann nýtast í søluarbeiðinum. Vit bjóða Umframt kappingarføra løn bjóða vit tær eitt jaligt arbeiðs- umhvørvi og eitt avbjóðandi starv. Tú kanst vænta, at tín ávirkan fer at gera stóran mun á heildina. Vitjan í Vøruhúsinum Leygardagin 4 juli kl 11:00 kemur trølla Omman, trølla Pætur og trølla Ommudidd at vitja í Vøruhúsinum á Hjalla Eisini eru fleiri trampolinur settar upp, so at øll børnini kunna hoppa, meðan mamma og babba síggja okkara nýggja look og leita eftir góðum tilboð, sum eru runt allan handilin. nýggj høLi, nýggjar tíðir, nýggir Lágir Prísir, í Vøruhúsinum á hjaLLa Vit hava opið: Mán-hós 10-18 frí ...............10-19 ley .............10-16 VØRUHÚSIÐ Á HJALLA TELEFON 54 25 00 WWW.VORUHUSID.FO Vit hava eisini ein stóran 10-krónur marknað, sum er á tremur við nógvum góðum vørum.