fríggjadagur 3. juli 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 125 - 3. juli 2009
27
Darriaud, AOC Côtes
du Rhône Village 2007
Santa Alicia, Central Valley,
Chardonnay 2008
Montalto, Sikiloy,
Cataratto-Chardonnay
Viti Primitivo, IGT Puglia
(uttan árgang)
Mortan í Hamrabyrgi
um mælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Uppruni: Reyðvín úr Fraklandi
Ummæli: Kirsuberreyður litur.
Sera lættur angi av ljósari
berfrukt. Smakkurin næstan
vatndeyvur. Hóast 2007 verður
mett sum sera góður árgangur
í Suður- Rhône, so megna
drúvurnar Grenache, Syrah og
Mourvedre ikki at vísa dygdir
frá hesum vín-framleiðara.
Kostnaður: Kr. 71,50
Skoðsmál:
Uppruni: Hvítvín úr Kili
Ummæli: Tættur gulur litur.
Feitur angi av eksotiskari
frukt. Alicia er trivalig á ein
romantiskan hátt. Stór fylla
í smakkinum, ið er merkt av
melón, fersku og so peru
og heslinøt. Men ikki er hon
hábærslig, Alicia. Nakað tung
og køggut. Tríggjar stórar!
Kostnaður: Kr. 65,50
Skoðsmál:
Uppruni: Hvítvín úr Italia
Ummæli: Strágulur litur.
Frískligur angi av grønari
steinfrukt og so okkurt tyngri
melónkent. Tað eru báðar
drúvurnar, Cataratto og
Chardonnay, ið her leika væl
saman. Smakkurin hevur góða
fyllu, er leskandi og livandi.
Kanska ikki super-samansett,
men sanniliga dygdir, ið ein ikki
troyttast av. Fýra stórar!
Kostnaður: Kr. 203,00 (3 L =
4 fløskur)
Skoðsmál:
Uppruni: Reyðvín úr Italia
Ummæli: Vakur døkkur litur.
Rættiliga samansettur angi
av svartari, bláari og reyðari
berfrukt. Smakkurin hevur
heilt góða fyllu og dárandi
spæl. Javnvágin er frálík millum
berfrukt, fruktsýru og so ein
natúrligur beiskur broddur.
Sera gott keyp!
Kostnaður: Kr. 221,50 (3 L =
4 fløskur)
Skoðsmál:
Havi fleiri ferðir ummælt
sokallaða posavínið (Bag-in-
Box). Tað er eingin loyna at
eg persónliga ikki er so glaður
fyri hendan hátt at goyma vín.
Vínið heldur sær vanliga illa
og so økir kranin kanska eisini
vandan fyri ovurnýtslu.
Men hinvegin um vínið er
hampuligt so er prísurin sum
oftast sera kappingarførur.
Í dag er næstan talan um
vínkvett fyri reyða Vito Primi-
tivo posa-vínið úr Italia. So
skalt skipa veitslu fyri nógvum
fólkum er Vito ein skilagóð
loysn. Her fært tú veruliga gott
vín til prísin.
Hvíta posavínið frá Montalto
svitast ei heildur. Sera gott
hvítvín til prísin!
Men minst til: posavín skal
drekkast skjótast gjørligt av tí
at posin er so viðkvæmur!
Og drekkið við máta!
Tað er mest sum ov ómaka-
leyst bara at tendra kranan fyri
posavínið og lata renna.
Posin
og fløskan