mánadagur 6. juli 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 126 - 6. juli 2009
Skulu ikki noyðast at dúva upp á tann góða viljan
Innlendismálaráðið fer fyrsta dagin at seta kunnerð í gildi, sum skal beina tær forðingar burtur, sum gera, at fólk við breki, ikki
kunnu ferðast frítt í samfelangum, sigur Ráðið fyri brekað í tíðindaskrivi. - Men so leingi henda regla ikki er sett í gildi, er
umráðandi, at fyriskiparar hugsa um atkomuviðurskiftini í síni heild, leggur Ráðið afturat. Annars staðfestir ráðið, at hásummar
er, og nógv forvitnislig tiltøk eru at fara til. - Øll eiga at fáa høvi at luttaka, og soleiðis kunna vera ein virkin partur av øllum tí,
sum verður bjóðað. Jú betri viðurskiftini eru, tess fleiri kunnu luttaka. - Hetta er ikki minst galdandi, nú festivalar og stevnur
eru fyri framman, og nógvir gestir vitja land okkara. Ráðið fyri brekað sigur, at málið er at bróta forðingar niður, so blind,
sjónveik, deyv, rørslutarnaði og onnur sleppa at luttaka á jøvnum føti. Ráðið fyri brekað heitir tí á fyriskiparar og onnur um at
taka hædd fyri, at møguleiki er hjá øllum at luttaka.
Føroya rættur er í
dag farin undir at
viðgera eitt revsimál,
har ein maður er
ákærdur fyri at hava
gjørt seg kynsliga
inn á eina smágentu
og at hava tikið
niður barnaporno av
netinum
RættaRmál
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Siðamisbrot móti børnum
verða altíð viðgjørd í rættin-
um fyri afturlatnum hurð-
um, og so er eisini við ein-
um umfarandi máli, ið Før-
oya rættur í morgun fór
undir at viðgera.
Tveir heilir dagar eru
settir av til málið.
Tað er ein 43 ára gamal
maður, sum er ákærdur.
Sambært
ákæruritinum
gjørdi hann seg kynsliga
inn á eina gentu, sum í 2007
var fýra ára gomul.
Haraftrat er hann ákærdur
fyri at hava tikið video-
myndir og aðrar barnaporno-
grafiskar myndir av inter-
netinum. Tær myndirnar
hevði maðurin í varðveitslu,
tá ið hann varð handtikin.
Bæði verjin hjá mann-
inum og ákærin bóðu í
morgun um at fáa hurðarnar
latnar aftur, og tað gjørdi
dómarin, eftir at ákæruritið
varð lisið upp.
Tá ið tann ákæri maðurin
er avhoyrdur, skulu nøkur
vitni hoyrast. Vitnini eru
mamman at smágentuni,
tvær døtur hjá manninum
og ein politistur.
Haraftat skulu avspælast
videoupptøkur av avhoyring-
unum av børnunum.
Ákærin krevur fongsuls-
revsing og endurgjald.
Tann
ákærdi
maðurin
noktar seg sekan í báðum
ákærunum.
Ákærdur fyri kynsligan ágang
og barnaporno
Tann ákærdi maðurin
hevði tikið niður
barnapornigrafiskar myndir
av netinum. Myndirnar fekk
politiið hendur á
Modellmynd
Kommunurnar í Norð
oyggjum og nakrar
kommunur í Eysturoy
hava sett hol á prátið
um tættari samstarv.
Tey hava enntá nevnt
møguleikin fyri kom
munusamanlegging
tvørtur um Leir
víksfjørð
SamStaRv
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú halda politisku lokalfel-
øgini í Norðoyggjum, at
stundin er komin at jarða
flokspolitisku stríðsøksina
og heldur virka fyri sam-
starvi og samvinnu.
Tí kallaðu tey herfyri
borgarstjórunum í Norð-
oyggjum, umframt borgar-
stjóranum í Fuglafirði og í
Eysturkommunu á fund at
tosa um samstarv.
- Á fundinum tosaðu vit í
víðastu merking um komm-
unalt samstarv og eisini um
at leggja kommunur saman,
sigur Gunvá við Keldu,
borgarstjóri í Klaksvík.
Hon sigur, at sjálvandi
vóru meiningarnar ógvuliga
ymiskar.
Men kortini heldur hon, at
talan var um ein góðan fund,
tí fleiri hildu, at tað verður
neyðugt við tættari samstarvi
ímillum kommunurnar.
- Møguleikin var eisini
nevndur um at leggja komm-
unur saman tvørtur um
Leirvíksjørð og her var tað
serliga ímillum Klaksvíkar
kommunu og Eysturkomm-
unu, hugsað varð um.
Ført varð fram, at soleiðis
kundu vit fingið eitt upp-
aftur størri øki, sum kundi
megna nógv meiri enn vit
gera hvør sær sum er.
Hinvegin hevur borgar-
stjórin í fuglafirði ikki verið
serliga hugaður fyri saman-
legging.
Kortini heldur Gunvá við
Keldu, at spurningurin um
tættari samstarv og samanleg-
ging, er eitt mál, sum skal
búnast.
Neyðugt við samstarvi
Sjálv heldur hon, at tað
verður meiri og meiri nátúr-
ligt við meiri málrætaðum
og skipaðum samstarvi, ser-
liga tí at yngru ættarliðini
hava ógvuliga lætt við at
flyta seg.
- Sjálv ivist eg ikki í, at
sum frálíður verður so tung-
ar byrðar lagdar á kommun-
unum, at tað verður vónleyst
hjá hvørji einstakari komm-
unu at hava hvør sítt full-
fíggjað tænastutilboð.
- Tí haldi eg, at tað í minsta
lagi verður neyðugt at sam-
starva, so at ávís tilboð eru á
einum staði og onnur tilboð
so eru á einum øðrum staði.
- Annars fáa kommunur-
nar ikki ráð til at gera íløgur
og verður ikki ráð til at
byggja økini út, fara tey at
doyggja so spakiliga, sigur
Gunvá við Keldu.
- Tí verða vit noydd til at
síggja økini í einum størri
høpi, tí tað verður vónleyst hjá
hvørji einastu kommunu at
byggja seg fult út við skúlum,
barnagørðum, ellisheimum og
øllum øðrum tænastum.
Eitt samstarv, sum tosað
varð um at skipa í størri
høpi, var sløkkiliðið.
Annars staðfestir Gunvá
við keldu, at onki ítøkiligt
kom burtur úr fundinum
hesuferð, men semja er um
at taka hittast aftur eftir
summarfrítíðina.
- Hetta eru alt viðurskifti,
sum krevja tíð at verða við-
gjørd og at búnast áðrenn nak-
að kann spyrjast burtur úr.
- Vit eru greið yvir, at
fyrr ella seinni verða fleiri
kommunur lagdar saman
og so er tað betri, at komm-
unurnar eru til reiðar og
sjálvi hava lagt ymisk viður-
skifti til rættis, tá ið harra-
boðini koma.
Tættari samstarv tvørtur
um Leirvíksfjørð
Borgarstjórin í Klaksvík er sannførd um, at tað verða lagdar
so tungar fíggjarligar byrðar á kommunurnar, at tað verður
neyðugt at hugsa í nógv størri økjum