Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. juli 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2009 7 tíðindi w w w. s u m m a r f e s t i v a l u r. f o 6.- 8. august 2009 Keypið atgongumerki NÚ Spar peNiNg til Føroya størsta festival 17. Juli hækkar prísurin Voulez Vous | The Winner Takes It All | One Of Us | Eagle | Take A Chance On Me | Knowing Me Knowing You | Angel Eyes | Our Last Summer | Super Trouper | Does Your Mother Know Thank You For The Music | Massachusetts | I Started A Joke | I´ve Gotta Get A Message To You | Don´t Forget To Remember | Saved By The Bell | Nights On Broadway | For Whom The Bell Tolls | Secret Love | Words | Boing | En Dag Tilbage | Lækker | Kan Du Høre Hende Synge Ta´Mig Tilbage | Eros | Føroyar | Á um vit | Grøv nr. 13 | Pápi tín býr ei í Tórshavn | Herbergið Forelskaður sjónleikari osv... – Har Hittini Hittast Har HittiNi HittaSt Tveir bretar komu klokkan 15:30 fríggjadagin á land á Eiðinum í Vági, eftir at hava róð úr Skotlandi til Føroya í Kajakk Ferð Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Bretarnir Mick Berwick og Patrick Winterton komu klokkan 15:30 á land vesturi á Eiðinum í Vági. Teir hava róð úr Stornoway og til Før­ oya. Teir byrjaðu ferðina 27. juni. Ferði tók teimum á leið 74 tímar. Móðir, men glaðir, settu teir beinini á føroyska jørð, og søgdu seg fegnast yvir vøkru sjónina, ið møtti teimum, tá Føroyar vóru í eygsjón. Og ikki minni vakurt var at koma á land á Eiðinum í Vági í brennandi sól. Teir hava á leiðini havt samband við suðuroyingar, eittnú Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, sum eisini var við bátinum Royndini úti fyri at taka ímóti. Men illa gekst at finna tær báðar kajakkirnar fríggjadagin, men at enda vóru tær í eyg­ sjón útfyri Vágseiði. Nógvur mjørki var fríggja­ dagin, og rógvararnir greiddi frá, at bráddliga vóru teir staddir við síðuna av einum partrolara, og so var bara at sleppa sær burt­ ur, tí spurningurin var hvar hin trolarin var, og um teir vóru soleiðis staddir, at teir komu trolið. Endamálið við ferðini er at savna pening til bretska bjargingarfelagið RNLI. St. Brendan hevur verið stóri íblásturin til ferðina. Leiðin hevur verið úr Stornoway til Butt of Lewis til North Rona og til Føroya. Tá teir komu á land í Suður­ oynni tóku suðuroyingar sær væl av møddu ferða­ monnunum. Eittnú fingu teir kaffi í Vági. David Findleton, ið er skoti, og býr á Tvøroyri, var við til móttøkuna, og báðir rógv­ ararnir fingu mat, drekka og innivist, og njóta kom­ andi dagarnar føroskt gesta­ blídni og føroysku náttúr­ una. Róð úr Skotlandi til Føroya í kajakk