mánadagur 6. juli 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 126 - 6. juli 2009
Í kreppupakkanum
hjá samgonguni er
ætlanin ikki at strika
fiskimannafrádrattin
heilt, men at skerja
hann
KreppupaKKi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Í sambandi við tey tiltøk,
sum samgongan ætlar at
seta í verk fyri at minka
hallið á fíggjarlógini, hevur
mangan verðið ført fram, at
eitt av krepputiltøkunum er
at strika nógv umrøda fiski
mannafráráttin.
Men hetta er ikki heilt
rætt, staðfesta vælvitandi
keldur, sum hava verið við
á fundi í fíggjarmálaráðnum,
har Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður,
hevur
greitt frá kreppupakkanum.
Í løtuni fáa fiskimenn ein
skattafrían frádrátt upp á
14% fyri inntøkur, upp til
470.000
krónur,
áðrenn
skatturin verður roknaður.
Fyri inntøkur omanfyri
tað, fáa teir ikki frádrátt.
Tað, sum samgongan nú
ætlar, er at skerja fiski
mannafrádráttin
100.000
krónur, so at inntøkumarkið
kemur niður á 370.000 krón
ur.
Tað merkir, at ongin
skattafríur frádráttur verður
fyri
inntøkur
omanfyri
370.000 krónur.
Jan Højgaard, formaður í
Fiskimannafelagnum, hevur
áður boðað frá í Sosialinum,
at verður frádrátturin strik
aður, verða skipini løgd við
brestin.
Hann er ikki so avgjørdur,
tá ið vit spyrja hann um ætl
anina at lækka inntøkumark
ið.
Sjálvur hevur hann fingið
tað fatan, at ætlanin er
lækka inntøkumarkið niður
á 400.000 krónur.
Enn dugir hann ikki at
siga, hvørja støðu Fiski
mannafelagið fer at hava til
tað.
Tað er ein spurningur,
sum vit fara at viðgera í
næstum, so fáa vit at síggja,
sigur hann.
Og fyrrenn tann viðgerðin
er liðug, hevur hann ongar
viðmerkingar.
Nú samgongan
arbeiðir við einum
kreppupakka, sum
skal fáa okkum
ígjøgnum kreppuna
so snikkaleys, sum
gjørligt, liggur tað
eisini í kortunum,
at íløguætlanin skal
raðfestast av nýggjum
KreppupaKKi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er ikki vist, at ætlaðu
tunlarnar Norður um Fjall
og aðrir tunlar, verða gjørdir
nú.
Í sambandi við kreppu
og vakstrarpakkan hjá sam
gonguni, hevur tað eisini
ligið í kortunum, at íløgu
ætlanin hjá landsstýrinum
skal raðfestast av nýggjum.
Keldur, sum hava verið
fundi í fíggjarmálaráðnum,
har Jóannes Eidesgaard hev
ur greitt frá kreppupakkan
um, siga fyri Sosialinum, at
samgongan umhugsar nú at
raðfesta ætlaðu íløgurnar
øðrvísi enn hon áður hevur
fráboðað.
Ætlanin er ikki at skerja
íløgukarmin, men at rað
festa íløgurnar øðrvísi, so
at íløgur í tunlar og annað,
verða útsettar.
Tað, sum liggur í kortun
um, er, at íløgupeningur
skal flytast frá tunlum, yvir
í aðrar verkætlanir.
Ongir ávísir tunlar eru
nevndir, men tær tunnilsætl
anir, sum liggja fremst fyri
at verða gjørdir, eru tunlar
nir Norður um Fjall, sum
ætlanin er at fara undir
næsta ár.
Men ístaðin fyri at gera
tunlar, er ætlanin at fram
skunda arbeiðið at gera nýtt
havrannsóknarskip og tað
skal smíðast í Føroyum.
Í sama viðfangi er ætlanin
at framskunda ætlanina at
skifta onkur av teimum
gomlu og ótíðarhóskandi
strandfaraskipunum, út og
kanska eisini at framskunda
arbeiðið at umvæla onnur
skip.
Krøv frá Tjóðveldi
og fakfeløgum
Tað hevur ljóðað, at hetta er
eitt krav, sum Tjóðveldið
hevur sett fyri at flokkurin
kann taka undir við kreppu
tiltøkunum.
Men tað hevur eisini ljóð
að, at tað verður ikki treyta
leyst, at almennu fakfeløgini
fara at góðtaka, at lønarhækk
ingin, sum skuldi verða 1.
oktober, verður strikað.
Eitt krav sum fakfelags
fólk hava sett fram, er, at
peninganýtslan hjá sam
gonguni verður raðfest av
nýggjum og í hesum sam
bandi hevur tað nettupp
verðið nevnt, at tað er tór
ført at skilja, at vit skulu
hava ráð til fleiri tunlar,
samstundis sum tað er neyð
ugt at strika eina avtalaða
lønarhækking
hjá
almennum starvsfólki.
Ein grundgeving fyri at
raðfesta skipasmíð framum
tunnilsgerður, er, at tað
kastar væl meiri arbeiðspláss
av sær at byggja skip, enn
tað ger at bora tunlar.
Og at raðfesta skipasmíð
framum, er serliga við atliti
til, at MEST hevur sagt
nógvum fólki upp í sein
astuni, tí ordrabøkurnar eru
tómar og vandi er fyri, at
vit fara at missa tann før
leikan, vit hava at byggja
skip.
Tunlar útsetast og skip framskundast
Fiskimannafrádrátturin
skerjast 100.000 krónur
Gongst sum ætlað, noyðast
nógvir fiskimenn at betala
meiri skatt næsta ár, enn teir
gera nú
Tilvildarlig mynd
Samgongan umhugsar nú at broyta íløguætlanina og at raðfesta nýtt havrannsóknarskip og onnur skip, framum tunlar
Savnsmynd
Neyðugt at økja millumlandasamstarv í Norðurlondum
Árligi fundurin millum norðurlendsku ráðharrarnar í almanna og heilsumálum hevur nú verið í Íslandi. Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í
almannamálum, luttók í kjaki um tær avbjóðingar, sum norðurlendsku vælferðarsamfeløgini standa yvirfyri í sambandi við alheimsgerð,
fíggjarkreppu og økta arbeiðsloysið, sigur Almannamálaráðið. Í felags yvirlýsing sláa norðurlendsku ráðharrarnir fast, at neyðugt er at økja um
samstarvið landanna millum fyri at lofta hesum avbjóðingum. Nýggi Norðurlendski Vælferðardepilin verður sentralur í økta samstarvinum. Depilin
skal eitt nú klekja nýggjar hættir fyri at fáa arbeiðsleys og fólk, sum hava verið sjúkrameldað í longri tíðarskeið, út á arbeiðsmarknaðin aftur. Hóast
vit í Føroyum í nógv minni mun hava merkt sviðan av, at samfelagshjólini mæla seinni enn áður, og at arbeiðsloysið enn er sera lágt, kunnu vit fáa
stórt gagn av granskingararbeiðinum hjá Vælferðardeplinum, sigur Rósa Samuelsen í tíðindaskrivi. Ikki minst í sambandi við, at Landsstýrið í
heyst fer undir arbeiðið at gera føroyska arbeiðsmarknaðin enn rúmligari, soleiðis at fólk við skerdum førleika í so stóran mun sum gjørligt, kunnu
gerast partur av vanliga arbeiðsmarknaðinum, leggur hon afturat.